Á hvørjum ári eru norðurlendskir filmsdagar í Lübeck í Týsklandi, har nýggjastu filmar verða sýndir, stuttir og langir, spælifilmar og heimildarfilmar. Í ár vóru 250 sýningar við 185 filmum. Høvuðsvirðislønin fór til íslendski filmin Hjartasteinn . Hetta er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982) hevur gjørt. Hann sæst høgrumegin á myndini omanfyri. Filmurin skrivar seg inn í eina siðvenju, sum norðurlendingar eru farnir at kalla coming-of-age-drama . Ikki bara ungdómsfilmar, men lýsingar av ungfólki, sum skulu taka tungar avgerðir um lív og lagnu í teirra egna heimstaði, ikki bara fyri sær sjálvum, men eisini millum vinfólk og foreldur. Ein sterkur filmur, ið brúkar kynsliga leitan og sannføring millum ung á bygd í Íslandi í 1990'unum sum grundstøði. Her eru vit savnað til morgunmat í Lübeck. Frá vinstru: Eero Milonoff, sum á filmi er promotarin Elis Ask og koyrir í Rambler Classic; Jarko Lahti, sum er boksarin og bakarin úr Kokkola -