Á hvørjum ári eru norðurlendskir filmsdagar í Lübeck í Týsklandi, har nýggjastu filmar verða sýndir, stuttir og langir, spælifilmar og heimildarfilmar. Í ár vóru 250 sýningar við 185 filmum. Høvuðsvirðislønin fór til íslendski filmin Hjartasteinn. Hetta er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982) hevur gjørt. Hann sæst høgrumegin á myndini omanfyri. Filmurin skrivar seg inn í eina siðvenju, sum norðurlendingar eru farnir at kalla coming-of-age-drama. Ikki bara ungdómsfilmar, men lýsingar av ungfólki, sum skulu taka tungar avgerðir um lív og lagnu í teirra egna heimstaði, ikki bara fyri sær sjálvum, men eisini millum vinfólk og foreldur. Ein sterkur filmur, ið brúkar kynsliga leitan og sannføring millum ung á bygd í Íslandi í 1990'unum sum grundstøði.
Her eru vit savnað til morgunmat í Lübeck. Frá vinstru: Eero Milonoff, sum á filmi er promotarin Elis Ask og koyrir í Rambler Classic; Jarko Lahti, sum er boksarin og bakarin úr Kokkola - Olli Mäki - og aftanfyri er Oona Airola, sum er konan Raija Mäki. Søgan, sum veruliga fór fram í 1962, verður sýnd í Norðurlandahúsinum í februar í 2017. Heitið er "Eydnuríkasti dagur í lívinum hjá Olli Mäki" (Juho Kuosmanen Finnland 2016). Hesin svart hvíti boksarafilmurin úr Finnlandi í 62 er ársins romansa - trúgv mær. Um ikki, so kom í Norðurlandahúsið í februar.
Liv Berhoft Osa innleidi sýningina við Pyroman, sum er nýggjasti filmur hjá norska meistarnum Erik Skjoldbjærg (f.1964), sum fyrr hevur gjørt filmarnar Pionér og Nokas, oftast við monnum í avgerandi leiklutum sum hetjur ella ránsmenn. Í hesum føri, Pyroman, bygdi filmurin á veruligar hendingar í Suðurnoregi í 1970'unum, tá ein pyromanur gjørdi um seg. Liv (f.1957) er ørkymlaða mamman at pyromaninum, sum er ein klókur drongur, ið klárar seg framúr væl í skúlanum. Pápin er eingin annar enn brandmeistarin í heimbygdini. Hann legst í songina, tá hann varnast samanhangin, meðan mamman tekur óttan til sín, og at enda avdúkar sonin, ið skal taka við sum brandmeistari eftir pápan. Eitt skakandi action drama, har eydnufylt skúlagongd verður hildin upp móti sálarligari órógv, sum livir sítt fríska lív á heimrustini í egnum húsum á bygd í Noregi.
Í dómsnevndini, ið læt fremstu filmsvirðislønina, NDR Film Prize, sótu millum onnur Inger Nilsson, sum einaferð var Pippi á filmi, og Helene Grass, dóttir Gunter Grass. Omanfyri sæst Inger Nilsson, sum í dag er 57 ár.
Eftir tær mongu norðurlendsku filmsýningarnar, sum í fleiri førum høvdu kynsligan samleika sum motiv, vóru stundir at vitja marsipanhúsið Niederegger, og Christian á barrini Seepferdchen mitt í gamla Hansabýnum.