Skip to main content

Posts

Norðurlendskur filmur hevur tað gott

Á hvørjum ári eru norðurlendskir filmsdagar í Lübeck í Týsklandi, har nýggjastu filmar verða sýndir, stuttir og langir, spælifilmar og heimildarfilmar. Í ár vóru 250 sýningar við 185 filmum. Høvuðsvirðislønin fór til íslendski filmin Hjartasteinn . Hetta er fyrsti spælifilmur í fullari longd, sum Guðmundur Arnar Guðmundsson (f.1982) hevur gjørt. Hann sæst høgrumegin á myndini omanfyri. Filmurin skrivar seg inn í eina siðvenju, sum norðurlendingar eru farnir at kalla coming-of-age-drama . Ikki bara ungdómsfilmar, men lýsingar av ungfólki, sum skulu taka tungar avgerðir um lív og lagnu í teirra egna heimstaði, ikki bara fyri sær sjálvum, men eisini millum vinfólk og foreldur. Ein sterkur filmur, ið brúkar kynsliga leitan og sannføring millum ung á bygd í Íslandi í 1990'unum sum grundstøði. Her eru vit savnað til morgunmat í Lübeck. Frá vinstru: Eero Milonoff, sum á filmi er promotarin Elis Ask og koyrir í Rambler Classic; Jarko Lahti, sum er boksarin og bakarin úr Kokkola -

Festdag

"Festdag" sigur hann á Reyða Torgin á middegi í dag, nú 75 ár eru liðin, síðan russar marsjeraðu hiðani og móti týskinum, sum var 50 km burturi hin 7. oktober í 1941. Ikki tí, hann dugir einki annað útlendskt orð, men eg síggja á kirkjusøkjandi eygunum, at hann leggur ein guddómligan fedralandstýdning í svenska orðið, sum hann tekur uppaftur. "Festdag!" So ganga vit inn um gyrðingarnar, sum hava verið um torgið allan morgun. Nú  er veruliga festdag . Fyrst varisliga, sum var alt torgið ein kirkja, men so við sangi og harmoniku framvið gomlu tanksunum. Øll vilja verða avmyndað í 75 ára gomlu krígskulissunum, sum veruliga hugtaka fólk. Frá at vera ein friðfylt hátíðarstund, er tað nú sum á ólavsøku. Tað reina sirkus verður tað, tá Stalin, Lenin og fleiri kom á torgið og veittra framman fyri handilshúsunum GUM. Ert tú nóg býttur dettur tú í Leninistisku turistfelluna, sum sæst til høgru á myndini niðanfyri. Alt fyri pengar. Myndin kostaði mær fi

Louder Than Bombs

Hesa myndina tók Ole Wich undir seinastu sýning í Filmsfelagnum. Tá greiddi Sveinur Tróndarson á Dimmalætting frá um tagnarskyldu og varskógvarar, whistleblowers. So varð nýggi filmurin hjá Oliver Stone,  Snowden,  sýndur fyri fullari høll. Sunnukvøldið 13. november kl 20 sýnir Filmsfelagið aftur ein aktuellan film. Tað er Louder than bombs , sum norski Joachim Trier fekk Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri týskvøldið. Heitið er tikið frá ein plátu hjá The Smiths í 1987, men tónaskaldið er norski Ola Fløttum. Hann hevur fyrr gjørt tónleik til kendar norðurlendskar filmar, teirra millum Force Majeure , sum Filmsfelagið sýndi í fjør. Norska og altjóða pressan hava givið filminum bestu ummæli. Tað er altíð ein góður filmur í Filmsfelagnum - og atgongumerkjasølan er byrjað. Kom við!

Til Lübeck í biograf

Lübeck beint nú. So løgið tað ljóðar, skal ein fara til Lübeck at síggja nýggjan norðurlendskan film á einum stað. Í ár er 58. ferð at Nordische Filmtage eru í gamla Hansabýnum, har 187 ymsir filmar, sum eisini eru úr Baltalondum, eru á skránni. Teirra millum eru tveir føroyskir stuttfilmar Stina Karina hjá Andrias Høgenni, sum vann Geytan í fjør, og  Dalur hjá Heiðriki á Heygum. Saman við filminum Tunnan,  sum Jónfinn Stenberg og Jóannis Lamhauge vunnu áskoðaravirðislønina fyri í fjør, verður Dalur eisini vístur í biografinum Dom Kino mitt í Moskva mánakvøldið í næstu viku. Byrjanarfilmurin í Lübeck í kvøld er spildurnýggi norski Rosemari , sum Sara Johnson hevur leikstjórnað. Óivað verður høvið at síggja nógvan nýggjan norðurlendskan film í Norðurlandahúsinum í februar í 2017.

Tórsbyrgi er fyrimyndin

Í tíðindaskrivi í dag sigur felagið Kirkjubøarvegur við John Johannesen sum formanni, at tey ætla at byggja bústaðir í Havn, sum minna um Tórsbyrgi. Bústaðirnir skulu vera tættir við smærri grundøkjum enn vanligt, og byggjast skal skynsamt og bíligt. Tíðindaskrivið frá felagnum er soljóðandi: Vit eru nakrir borgarir, sum hava savnað okkum um eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at útvega umleið 50-60 bíligar bústaðir. Sjálvsognarfelagið Kirkjubøarvegur hevur í løtuni 52 limir, ið eru pør við børnum, støk við og uttan børn, og eisini eldri pør og einstaklingar. Eisini hava vit fleiri limir úr Danmark, sum vilja flyta heim. Bústaðartrupulleikin í Tórshavnar Kommunu er ógvuliga álvarsamur, og tað er ov kostnaðarmikið at leiga og/ella keypa. Kommunalu grundøkini eru ov dýr og byggikostnaðurin ov høgur. Leigubústaðir eru ein kreppa, tí felagið Bústaðir hevur yvir 2500 fólk á bíðilista til leigubústað. Bústaðir byggir eisini dýrar bústaðir, so um man er so heppin at fáa leigub

Allahalgannamessa

Um  vikuskiftið var gastronomisk hámessa á Panorama á Hotel Hafnia har tíggju kokkar høvdu framsýning, showcooking. Umframt spiksúpan, lambshjarta og toskaskræðu úr kræklingaskel frá Jóhan Joensen, var Line Storm Hansen hin mest sermerkti kokkurin. Við toski, føroyskum urtum og rótum, gjørdi hon fiskasós, sum hon smakkaði til við skerpikjøti. Ja, fiskasós við skerpikjøti. Tað leggur støði undir eini nýggjari messu fyri Føroyum og øllum, tí sum føroyskt er. Ársins vika nummar 44 plagar at verða mín frívika við norðurlendskum filmi í Lübeck. Soleiðis er aftur í ár, har stuttfilmarnir Dalur og Stina Karina  eisini eru á skránni, sum fevnir um fleiri enn 180 norðurlendskar og baltiskar filmar. Eftir lokna filmstevnu í søguliga Hansabýnum, skipar Sendistova Føroya í Moskva fyri at sami filmur hjá Heiðriki, Dalur, og áskoðaravinnarin hjá Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge í fjør, Tunnan , verða vístir í einum stórum biografi mitt í Moskva. Men innan eg komi so langt, skal eg ti