Her er einasta kort, ið vísur allar tær níggju leitiboringar, sum hava verið í føroyskum øki. Ole Wich teknaði fyri Nám, sum í 2014 gav út Atlas til heim og skúla . Boringarnar eru teknaðar sum biljardkúlur, so tær lættliga síggjast og kunnu merkjast við tí navni tær høvdu. Seinasta boringin higartil er merkt ætlað . Heldur ikki hon gav nakað úrslit, mett í rakstrarverdum virði. Mest áhugavert hjá skúlanæmingin er at síggja, hvussu nær boringarnar vóru við Føroyar. Tær báðar Brugdu-boringarnar vóru bara hundrað kilometrar úr landi. Á síðu 29 í Atlasinum hjá Námi verður landgrunnurin vístur, so sum Martin Heinesen teknaði og navngav hann yvirfyri Sameindu Tjóðum. Mest áhugaverdi partur av hesum korti er sonevnda gullhornið , sum er samankomingin millum føroyskt og bretskt øki. Bretsku megin finna tey nógva olju, meðan tað enn ikki hevur hepnast okkum at finna olju í rakstrarverdum nøgdum norðanfyri markið. Tey, sum hava sæð filmin There will be blood (Paul Thomas Anderson 2007