Kringvarpið hevur í sjónvarpspartinum roynt seg við einum nýggjum leisti, sum ber heitið Kendir føroyingar. Kórleiðarin Hans Jákup Højgaard (1904-1992), sum eisini var lærari, er fyrsta evnið, eg havi varnast.
Í dag er sjónvarpsbrúkið soleiðis, at tú ofta sjálvur velur tær ta sending, tú vilt síggja og nær. Tað er serliga galdandi fyri hóskvøld, tá eg oftast geri okkurt annað.
Tá vit síggja fyrsta mannin, eg havi varnast, í nýggju sjónvarpsrøðini, skilja vit, at hetta er ein tunguhvassur og rámligur maður, í orða- og tónalagi so meinlíkur Sigurði Joensen í útvarpssendingum, sum vórðu endursendar herfyri. Rámligur og kensluleysur, og so beint øvugt í næstu løtu. Ein so samansett persónsmenska er spennandi evni at leggja á blik í einum miðili.
Hans Jákup Højgaard er harumframt eitt gott val at byrja við, tí á ólavsøku savnast vit øll at syngja hansara løg og útsetingar. Uttan at gáa um tað, er hann í okkara arvastreingi, tá vit standa lið um lið á Vaglinum á ólavsøku, og hava hann prentaðan í tjóðskaparligu mønuna.
Í sendingini situr ein núlivandi kórleiðari, Ólavur Hátún, so spill livandi og fortelur við eyðkendu handarørslunum og avkubbaðu setningunum um sjálvt evnið í sendingini. Samanlagt giti eg meg lættliga til, hvat Ólavur sigur, ella ætlar sær at siga, tí hann brúkar eisini villa eygnabráði, tá hann kubbar setningarnar av og ongan fullførir.
Kanska hava kórleiðarar og dirigentar eitt stikni til ótonala samskiftisformin at tala, og tí fullføra teir aldri ein einasta setning. Interessant mótvekt til tað smidliga samskiftið, sum er at syngja, helst í felagsskapi av tjóðskaparbyggjandi slagi.
Hans Jákup og Ólavur eru persónar, ið skilliga liva og doyggja fyri at syngja. Hugtakandi. Og kulissan, sum Ólavur situr í, er týðuliga eitt framsýningarhøli hjá konuni Ásu, hóast tað ikki verður sagt ella skrivað. Og hvar sita tey, sum siga frá inni á Toftum? Haldi, tað hevði tikið hábærsliga og stundum uppgjørda bráddin av sendingini, um tað varð skrivað inn í myndina, at hetta átti Ása, og nú vóru vit í eini ávísari stovu á Toftum, ella hvar tað var. Ein blunkandi grafittimerkt innskrift kundi víðkað um fatanina og givið meining hjá uttanfyristandandi, og verið ein góð mótvekti til orðalagið hjá Ólavi, sum er so lítið gerandisligur, at hann sigur fimmtifimm, tí hann er so forferdiliga langt frá fjøldini.
Umframt privatar smalfilmsupptøkur, eru útlendskar kórferðir og frásagnir í bløðunum heima og í vertslondunum, fremstu myndakeldur til sendingina. Hesar seinnu eru eitt sindur tungar keldur, men tá poppmentanin tekur við í 1960’unum, kemur ferð á heimildirnar og søgurnar, serliga tær tragisku, sum nú taka dik á seg, og gera søguna um henda illbrýnta og bondska, men eisini kensluborna fremmandamann, so ítøkiligan og nærverandi. Vit verða nomin, og mitt í Havn fáa vit hug at verja hann fyri lívsins stormum.
Tað er gott sjónvarp og góð miðling, tá vit umframt at verða borgarliga upplýst, eisini verða menniskjansliga nomin.
Og teir frásagnarlutir, sum sendingin byggir á, minna okkum á tann ovurstóra týdning, tað almenna hevur at goyma tilfar, so tað er atkomuligt til tíðardokument sum hetta. Frálíkt avrik, Ivan og øll tit, sum settu saman, okkum og komandi tíðum til fragd og upplýsing.
Eftir hesa sending man sangurin verða, um Gud vil, enn meira nærverandi hjá mongum føroyingi á ólavsøku í ár.
---
PS! Eri gjørdur varugur við, at tvær sendingar hava verið sendar fyrr í hesi røð. Tær hava verið um Hermann Jacobsen og Ova Joensen.