Skip to main content

Posts

Finna vit olju?

Her er einasta kort, ið vísur allar tær níggju leitiboringar, sum hava verið í føroyskum øki. Ole Wich teknaði fyri Nám, sum í 2014 gav út Atlas til heim og skúla . Boringarnar eru teknaðar sum biljardkúlur, so tær lættliga síggjast og kunnu merkjast við tí navni tær høvdu. Seinasta boringin higartil er merkt ætlað . Heldur ikki hon gav nakað úrslit, mett í rakstrarverdum virði. Mest áhugavert hjá skúlanæmingin er at síggja, hvussu nær boringarnar vóru við Føroyar. Tær báðar Brugdu-boringarnar vóru bara hundrað kilometrar úr landi. Á síðu 29 í Atlasinum  hjá Námi verður landgrunnurin vístur, so sum Martin Heinesen teknaði og navngav hann yvirfyri Sameindu Tjóðum. Mest áhugaverdi partur av hesum korti er sonevnda gullhornið , sum er samankomingin millum føroyskt og bretskt øki. Bretsku megin finna tey nógva olju, meðan tað enn ikki hevur hepnast okkum at finna olju í rakstrarverdum nøgdum norðanfyri markið. Tey, sum hava sæð filmin There will be blood (Paul Thomas Anderson 2007

Ólavsøku í Algeria

Nú eru vit komin í HM endaspælið í hondbólti fyri U21 lið, sum sipar til ungar menn, ið eru føddir í 1996 ella 1997, og hava vunnið teirra bólk. Myndina tók Álvur Haraldsen. Tað eru longu fleiri, ið boða frá, hvar tey ætla at halda ólavsøku. Tað verður hesumegin Atlasfjøll í størsta landinum í Afrika, Algeria. Har verður endaspælið í døgunum 17.-30. juli í ár. Um vaksnamannafótbóltslandsliðið náddi somu hæddum á hesum tølandi Miðjarðarhavsleiðum, hevði helst verið skipað fyri all included charterferðum beint til Algeria. Í algerska høvuðsstaðnum Alger verður spælt í  La Coupole , har 15.000 kunnu sita, og í  Salle Hacène Harcha , har pláss er fyri 8.000. Í Oran verður spælt í  Palais des Sports  við 5.000 sessum. Spælt verður á einum fjórða hondbóltsvølli afturat, siga fyrireikararnir. Einki er so stuttligt, sum at sita heima við atlasinum og ferðast til onnur lond í huganum. Lond, har tú aldri hevur verið, og tí einki persónligt og ítøkiligt veit um. TripAdvisor veit

Opnar fotoroyndir

Her er opið. Fór seinrapartin út á Vestaru Bryggju at fotografera nýkomna uppisjóvarskipið hjá Thor, Hoyvík . Men tað var so ringt sýni og regnaði so illa, at eg broytti meining. Sendi Lennon ein vinarligan tanka, tá hann á Double Fantasy sang um, at lívið er tað, sum hendir meðan tú leggur aðrar ætlanir. Opna sjálvtøkukioskin er altíð eitt gott myndaevni, ikki minst tá tú skalt royna eitt nýtt Canon 5D Mark IV. Myndin omanfyri er tikin klokkan 17:10 við eini 35mm 1,4 Sigma linsu innan úr kioskini, sum er ómannað. Har er bara ein sjálvtøka og so ansingartól, so eigarin altíð sær, hvat tú gjørt har inni. Hent hjá lesandi at vita, nú Fróðskparsetrið eftir øllum at døma fer at flyta inn í grannabygningarnar hjá Tórshavnar Havn. Niðanfyri er ein Canon 70-200mm 2,8 zoom linsa brúkt meðan tað enn var ljóst, og klokkan var 16:21, siga talgildu upplýsingarnir. Her er sama myndaevni sum ovast, tikið innan úr kioskini klokkan 16:27. Ístaðin fyri Sigma 35mm linsuna, er Canon zoomlinsan b

Sindur hvassari

Sindur hvassari enn fyrr er sýnið, tá eg uttan hóvasták takið eina mynd út á fjørðin, uttan stativ ella nakra avanseraða stilling. Bara eitt snap shot , eina skundmynd. Her er tað norski Torbas, sum siglur til Fuglafjørð, har hann skal koma á skipalistan í staðin fyri Høgaberg. Klokkan eitt fer Fuglafjarðar Hornorkestur at spæla Tá ið teir sóu landið og aðrar klassikarar fyri nýkomna uppisjóvarskipinum. Góða eydnu, eisini reyði Hoyvík, sum fyrr í dag kom á Havnina!

Kendir føroyingar

Kringvarpið hevur í sjónvarpspartinum roynt seg við einum nýggjum leisti, sum ber heitið Kendir føroyingar . Kórleiðarin Hans Jákup Højgaard (1904-1992), sum eisini var lærari, er fyrsta evnið, eg havi varnast. Í dag er sjónvarpsbrúkið soleiðis, at tú ofta sjálvur velur tær ta sending, tú vilt síggja og nær. Tað er serliga galdandi fyri hóskvøld, tá eg oftast geri okkurt annað. Tá vit síggja fyrsta mannin, eg havi varnast, í nýggju sjónvarpsrøðini, skilja vit, at hetta er ein tunguhvassur og rámligur maður, í orða- og tónalagi so meinlíkur Sigurði Joensen í útvarpssendingum, sum vórðu endursendar herfyri. Rámligur og kensluleysur, og so beint øvugt í næstu løtu. Ein so samansett persónsmenska er spennandi evni at leggja á blik í einum miðili. Hans Jákup Højgaard er harumframt eitt gott val at byrja við, tí á ólavsøku savnast vit øll at syngja hansara løg og útsetingar. Uttan at gáa um tað, er hann í okkara arvastreingi, tá vit standa lið um lið á Vaglinum á ólavsøku, og hava h

Spennandi filmar

Við ársbyrjan leggur Havnar Bio út við fleiri spennandi filmum. Fyrst er at nevna kenda mótamannin, Tom Ford (f.1961), sum umframt egna parfumu, eisini er filmsleikstjóri. Fyrsti filmurin A Single Man (2009) varð í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina. Annar og nýggjasti filmurin hjá móta ikoninum Tom Ford, Nocturnal Animals (2016), verður sýndur í Havnar Bio í annaðkvøld. Filmurin vann dómsnevndarvirðislønina í Venezia í fjør, og hevur fingið serstakliga góð ummæli. Hósdagin 12. januar verður aftur eitt móta-ikon at síggja - Jackie , sum er um amerikansku forsetafrúuna, ið gjørdist griksk reiðarafrúa. Pablo Larrain (f.1976) er spennandi kilenski leikstjórin, sum tey, ið ganga í Filmsfelagnum, sóu í fjør, tá óunnuligi filmurin El Club (2015), varð vístur. Hann var um prestar, sum vóru burturvístir til eina fjarskotna bygd at vera. Millum mest spennandi amerikansku leikstjórararnar er 74 ára gamli Martin Scorsese. Hann er aktuellur við jesuitta filminum Silence , ið er um

Nýtt ár við nýggjum kamera

Forvitnar gæs og ein illbrýntur vaktarveðrur, sum komu fyri linsuna á eini trøð úti í Havnardali, um ársskiftið. Í nýggja árinum havi eg fingið mær nýtt kamera. Tað er aftur eitt Canon við eini originalari 70-200 zoom linsu og eini 35mm Sigma linsu, báðar hampuliga ljóssterkar. Niðanfyri eru nøkur myndaevni, tikin eftir lítlari løtu í støðugt skiftandi ljósi um ársskiftið í Suðurstreymi. Fyrst tvey í kámum Turner pastell litum tikin við zoomi vestureftir av Kirkjubøarvegnum, eitt við 35mm linsu av sama staði í næsta minutti, og at enda er sama linsa brúkt oman fyri Havnina. Eina løtu av Vaglinum, og tú ert í foto paradísi!

Jólagáva

Jólagávan frá Jógvani og Anne var ein rundferð í Operahúsinum í Keypmannahavn. Tað húsið er í sjálvum sær eisini ein jólagáva, ið Mærsk Mc-Kinney Møller (1913-2012), formaður, hevur  opført og foræret til nationen , sum tað so vakurt stendur skrivað í forhøllini. Henning Larsen (1925-2013) hevur teknað Operahúsið. Útgrevsturin byrjaði í august í 2001 og húsið varð handað forsætisráðharranum og Kongaliga leikhúsinum at reka í oktober í 2004. Jólini vórðu akkurát av, tá drotningin tók Operahúsið í brúk í januar í 2005. Undirhaldandi ferðaleiðarin, harra Bo, visti nógvar søgur um tvørrandi samstarvið millum arkitektin og byggiharran. Teir báðir aldrandi originalarnir møttust aldri í húsinum, meðan tað var í gerð. Sagt varð, at byggiharrin vildi ikki vita av fløtu glasframsíðuni, sum arkitekturin teknaði. Loysnin varð fatað sum ein skipsbrúgv, ið reiðarin, pengamaðurin, listastuðlarin og vælgerðarmaðurin Mærsk góðkendi. Bygningurin er leikandi stuttligur. Hiðani tykist frams

Journalistiskar avbjóðingar

Nýggjar tíðir, nýggjar avbjóðingar. Omanfyri hevur amerikanski teknarin, Matt Wuerker, sum í 2012 fekk Pulitzer heiðurin fyri editorial cartooning , teknað eina symbolska journalistiska hóttafalls- og støðumynd í nýggjastu Politico , sum er avís, tíðarrit og heimasíða, ið fyrstu ferð kom út í Washington fyri tíggju árum síðan. Óhefta Politico, sum hevur 300 reportarar í Vesturheiminum, lýsir redaktionella virksemið soleiðis: to help sustain and vastly expand nonpartisan political and policy journalism. We all believe informing readers and holding leaders accountable is and will forever be essential to smart governance, regardless of shifts in technology and consumption habits. Fotomyndina niðanfyri tók eg í 2011 av Hoover Dam, sum er søguliga byrgingin, ið er merkt Journalism í tekningini hjá Wuerker omanfyri. Sum útsýnið á fotomyndini av brúnni vísur, so hava tey nú bygt eina nýggja brúgv, ið er farleið fyri allari ferðslu. Skjótt og effektivt. Gamla flotta byrgingin frá