Kendi danski ølbryggjarin Mikkel Borg Bjergsø hevur longu sett Havnina á kortið, hóast long tíð er til hann fer at lata upp eina Mikkeler barr hjá Eiriki í Gongini, niðast í Bringsnagøtu, har Gullhornið var fyrr. Myndina tók eg, eins og hinar, úr bilinum í morgun. Orsøkin er, at nýggi danski ølkongurin, Mikkel, fyri trimum døgum síðan var í TV2, og greiddi frá um eina matstovu í Keypmannahavn og sjey nýggjar barrir, sum Mikkeler fer at lata upp úti í heimi. Framman undan hevur Mikkeler 27 barrir úti í heimi, har tað sjáldsama, unikka, er í høvuðssæti. Tær sjey nýggju barrirnar, sum nú koma, eru í Los Angeles í USA, í Stockholm í Svøríki, í Tokyo í Japan, í Berlin í Týsklandi, í Warszawa í Póllandi, í Chiang Mai í Tailandi og sum rosinan í pylsuendanum í Havn her hjá okkum. Danskir journalistar hava rímiligvís endurgivið framtíðarætlanirnar hjá alterntiva danska ølkonginum, sum er serliga spentur uppá einu barrina. - Den bedste strategi ud fra et økonomisk synspunkt ville j