Skip to main content

Ungur nemur, gamal fremur!


The British Educational Training and Technology Show, ella bara The Bett Show, er ein árlig sølustevna í London, har nýggjasta kunningartøkni hevur verðið sýnd fram fyri skúlum og undirvísarum síðan 1985.

Tað var Elinborg hjá Atlantsflogi, ið førdi okkum til Keypmannahavnar, har Norwegian fleyg okkum víðari til Gatwick í London á Bett Show týsdagin.


Fyrsta eyðkenni eftir lending á bretskari jørð eru gulu strípurnar og eins gulu stavirnir á tokstøðini um at ansa sær fyri gapinum, to mind the gap, millum tokið og jarnbreytarpallin.


Fyrstu ferð eg var við á Bett sølustevnuni varð hon hildin í National and Grand Halls í Olympia. Ein intens sølustevna í tveimum hæddum og í elligomlum karmum, sum høvdu eina avgjørda viktorianska sjarmu. Men í 2013 flutti The Bett Show til nýbygda býarpartin í hinum endanum á London, The Docklands, har ExCeL Centre, sum Abu Dhabi National Exhibitions Company eigur, nú er karmurin. Ikki bert til hesa framsýning, men framsýningar alt árið í kring. Útvið 40 túsund fólk úr fleiri enn 110 londum plaga at vera á Bett Show mikudag til leygardag. Mikumorgunin var toka, tá vit fóru um GMT og Greenwich linjuna, og síðan um Thamesánna. Men sum sæst á niðastu myndini varð sýnið betur um kvøldið.


Framman fyri stevnuhølunum ExCel er standmyndin Landed, sum Les Johnson gjørdi úr bronsu í 2009 til minnis um lossingarmenninar, sum arbeiddu á hesum leiðum í Docklands, frá Canary Wharf til London City Airport árini 1855 til 1983.


Við inngongdina til fyrilestrarhøllina, The Bett Arena, er ein hvítur veggur, sum hvønn stevnudag fyllist við undirvísingarligum lyftum.


Fyrsta skelti eg síggi á einum bási ytst í høllini er hetta, sum leitar til handverksfakini og snarar destruktiva og seinni prógvaða innihaldsleysa uppáhaldið hjá amerikansku forsetunum til tað positivt kreativa - her eru weapons of mass creation. 


Á næsta eins lítið prangandi bási ytst í røðini varnist eg eina fryntliga kvinnu í íslendskari troyggju. Tað er bretska Louise Barnes frá Icespiration, sum skipar fyri ógloymandi skúlaferðum til Íslands við høvuðsdenti á jarðfrøði, fuglalív og burðardygd.


Vit eru í ytstu røð av básum, har áhugafelagsarbeiði tykist vera størsta drívmegin. Her er tað fyrst skriving og blaðgerð á básinum hjá First News, har tey vilja hava næmingar at tosa meir, og síðan filmsfólkini BAFTA, sum vilja hava næmingarnar at spæla og forrita.


Eg havi krossað mær tríggjar básar av, sum brúka blogg í skriviundirvísingini. Á básinum hjá Pobble er Henry Smith, sum fegin sigur mær frá um teirra skipan og royndir. Men heldur enn at lata næmingarnar skriva beint í ein blogg, sum tey sjálvi skapa, vil Henry avmynda eina síðu úr skriviheftinum hjá næminginum, og so leggja myndina á ein servara. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg undrist yvir, um tey villast í tøkni og gloyma handverkið at skriva. Soleiðis kunnu meiningarnar vera so ymiskar.


Á næsta bloggbási hjá The Night Zookeeper møti eg kreativu Oliviu Minoprio, sum brennur fyri at skriva, óansæð hvør tekniski karmurin er at goyma og taka fram.


Á einum veggi vísur Crestron einfaldu møguleikarnar fyri fjarlesturi, og á næsta bási savnast arabiskar gentur við turriklæði framman fyri samvirknu talvuni hjá kinesiska Molyboard. Kanska var hetta besta myndin eg lukkaðist at taka við iPhonini í London.


Fyri 2495 pund sterling kunnu vit fáa hesa uppvørpu til undirvísing frá Sense Micro. Hon er meinlík henni, sum Hans Fróði Jensen gjørdi í skúlanum á Argjahamri við kamera, teldu og ljóskanón yvir einum samvirknum sandkassa.


Lego og líknandi leiku síggjast á longum básum, sum geva boð uppá undirvísing í náttúru og tøkni. Her er tað týska fyritøkan Fischer Technik.


Smílandi Josefin og Anna frá Kaltura vilja geva mær besta boð uppá at brúka video í undirvísingini í øllum heiminum. Men tað krevur hald og servarapláss í teirra skipan.


Trívíddarupplivingar eru á hvørjum horni á Bett Show í ár. Her hava tveir lærarar, sum eisini eru sølumenn, tikið støði í einum brævi, sum skaldið John Keats skrivaði av skotsku heiðini til beiggjan í 1819: "Nothing ever becomes real till it is experienced - Even a proverb is no proverb to you till your Life has illustrated it."


Her eru tað Intel og HP, sum bjóða mær at ganga á Hoover Dam við 3D brillum og einum stavi, sum kann teleportera meg á ymisk støð í amerikansku oyðimørkini dygst við Las Vegas. Tilfarið er tikið úr kapitilinum River Basin Management í eini amerikanskari landalærubók.


Her hevur Gundur sett seg við borðið hjá Samsung, sum hava monterað eina fartelefon á 3D brillurnar. Grafikkurin er so sannførandi, at tú mást halda tær í borðkantinum. Kanska er ein framtíð við 3D í skúlastovuni, til dømis at síga í bjørgunum.


3D prentarar eru eisini eitt heitt søluevni, sum mennist hvørt ár. Her hyggja vit eftir nýggjasta prentaranum frá Ultimaker og eini beinagrind av skøltinum á einum dinosauri, sum er úr sama prentara.


Góðu gomlu talvurnar, sum skrivast kundi á við kriti, eru ikki heilt horvnar. Her er tað Haier úr Asia, sum sýnir fram eina samvirkna talvu, sum eisini er av gamla svarta slagnum. Sum sæst niðast, kundi Haier fyritøkan eisini fáa mína hondskift upp á samvirknu talvuna. Jan P. Jacobsen tók fyrstu myndina niðanfyri. Hann er sølumaður hjá Nema, og var eins og Ruben Haraldsen frá Formula við í okkara góða ferðalagi í London.


Í øllum meldrinum verða eisini bilar brúktir sum framsýningarhøli at skapa sjónligheit. Her er tað ein blankur campingvognur, eitt fólkavognsrugbreyð, ein gulur skúlabussur og ein vøruvognur við hópin av multimedialum upplivingum innanborða.


Norðmenn høvdu samskipað teirra luttøku á einum bási undir heitinum The Norwegian Classroom, har tey millum mangt forvitnisligt eisini sýndu fram Kahoot!, sum eg ikki visti av var norskt.


Eingi ørindi í Bretlandi uttan at møta einum umboði fyri heimsins størsta bókaforlag, Collins. Her er tað Tim Jolly úr Oxford, sum er director of business development hjá forlagnum. Hann er giftur við musicalstjørnuni Lisa Stokke úr Trømsø í Norðurnoregi.


Og nú vit nema við Noreg og sangleikir, so fortaldi starvsfelagin Gundur okkum um norska Bjørn Eidsvåg og leikin Etterlyst: Jesus, sum hevur verið framførdur á Det Norske Teatret í fjørheyst og síðan ferðast um alt landið við bestu ummælum og fullum húsum.


Norski rockpresturin Eidsvåg hevur sagt, at tað var amerikanski sangleikurin The Book of Mormon, sum var inspiratiónin, tá hann og konan vóru í London. Tann leikin skuldu vit eisini síggja, ikki minst tí, at menninir aftanfyri South Park hava skrivað religiøsu satiruna. Eidsvåg, sum tvær ferðir hevur vitjað í Føroyum, skrivar á Facebook: "Kva for ein Jesus treng vi i dag? Da jeg vaks opp i Sauda, var Jesus den store helten. Han var god, snill og rettferdig. Ein superhelt tøffare enn Tarzan!" Her er okkara atgongumerkið til sangleikin í London.


Tey, ið marknaðarføra nýggja norska Jesusleikin hjá Eidsvåg siga, at ”Vesle Bjørn var sikker på at Jesus alltid ville passe på han. Men i ungdomstida blei Jesus mykje strengare. Ikkje likte han langt hår, ikkje rytmisk musikk og heller ikkje at kvinner blei prestar. I studietida endra Jesus seg ytterlegare, og Bjørn Eidsvåg kunne konstatere at Jesus var annleis i Oslo enn på heimplassen. Her var han ein slags kul hippietype som forkynte peace and love. Seinare blei han presentert for ein sosialistisk Jesus og ein som inspirerte folk til å gjere godt, som ein Gandhi eller Nelson Mandela. Men òg ein som inspirerte dei som grunnla Ku Klux Klan. Jesus var i sanning allsidig. Og han endra seg frå stad til stad og med tida. Bjørn Eidsvåg har med framsyninga Etterlyst: Jesus prøvd å finne ut kven Jesus eigentleg er. Er det mogleg å finne ut? Og kva er det ved denne figuren som gjer at han påverkar oss menneske så sterkt? Saman med Svein Tindberg og det faste bandet sitt vil Bjørn Eidsvåg prøve å finne ut om vi treng ein Jesus i dag. I så fall kva for ein Jesus? Med både nytt og gammalt songmateriale, mykje humor og tidvis i god bedehusstil vil dei leite i kulturhistoria - og i eiga oppveksthistorie - for å teikne eit bilde av den Jesus som både dei og kanskje publikum ønskjer seg i dag.” Eg sigi bara amen. Kom til Føroya aftur, kæri rockprestur Bjørn Eidsvåg! Ímeðan er her ein mynd frá Londonleikinum The Book of Mormon.


Fyrsti fyrilestrahaldari, sum varð kunngjørdur til Bett-stevnuna í ár, og harvið varpaði ljós á tiltakið, var Sir Ken Robinson. Robinson var eisini tann, ið slap at taka saman um og enda talgildu sølustevnuna, sum týðuliga vil møta heimsins undirvísingarverki. Hann er uttan iva mest kveikjandi fortalari fyri góða skúlanum við ella uttan flatari talvutøkni, PISA, fyri og eftir at politikarar hava fingið fatur á kanningunum, og fríkorterum sum eru stytri enn útgonguloyvi hjá fangum, ið hava fingið lívlangt fongsul. Lurtið eftir fyrilestrinum, sum eru á YouTube í tveimum pørtum. Tú verður ikki so lítið klókari um at halda skúla í okkara heimi á okkara døgum.


Millum fyrilestrarhaldararnar var kreativa sangarinnan Imogen Heap, sum hevur gjørt MiMu handskarnar, ið skapa ljóð, hvørja ferð hon knýtir nevna, slær og peikar. So verða signalini úr handskanum send í eina ljóðmaskinu meðan hon syngur í mikrofonina og greiður frá um The Story of a Song.


So eru stundir at taka sær av løttum og hyggja eftir býarlívinum, kanska mest handilslívinum, í miðbýnum í London. Fyrst er at halda seg til Left, then you are right, sum gamla søgan í Come Along til 3. real lærdi okkum í fyrndini.


Her eru klassik handilshús við flottum merkivørum, sum Lord í einari trongari passasju.


Næsta handilshús er ikki minni klassiskt og sær út sum eitt tempul hjá býarbúgvum. Innkomin síggi eg, at hetta er høvuðshandilin hjá amerikansku Apple fyritøkuni í London. Bøkur liggja frammi og lýsa listina, sum er á vegginum, sum var hetta eitt rætt listasavn. Fólk tosa, ganga og hyggja varisliga. Hetta er akkurát sum á einum listasavni, og als ikki einum telduhandili. Myndin av gamla og unga manninum ovast er eisini tikin í hesum sama tempulhandili hjá Apple í London.


Hinumegin vegin er leikutoyshandilin Hamleys í fimm hæddum. Av øllum støðum í øllum heiminum møti eg einum næmingi, sum hevur lisið læring og IT, og nú starvast hjá danska Alinea forlagnum og tí eisini er á Bett Show. Her er tað, sum er mest spennandi á hillunu. Ein gamal Spitfire frá Airfix at seta saman og líma.


Mótaverðin, sum er farin í svart á Picadilly Circus, vil partú hava okkum at ganga við berum skinnabeini. Men tað verður ikki.


Ein lítið heilsugóð drykkjustovumáltið stendur á loftsborðinum í The Bear & Staff í miðbýnum. London er vandamikil fyri tey, sum ikki kenna sær magamát.


Aftaná er kongaligt te í Criterion.


So er at gera burtur av sær í ítróttarhandlinum Lillywhites, har tey hava eina heila boksideild á ovastu hæddini. Kanska burdu øll arbeiðspláss unhugsað at havt bóksiútgerð í kantinuni ella á vesinum.


So fara vit á hotellið fyri seinastu ferð og varnast eina sjáldsama lýsing, sum fyllur alla metrostøðina í báðum síðum. Gitið nú hvør eigur hesa lýsing og hvat hon byggir á.


Ikki færri enn 139 trapputrin eru av gøtuni og niður til undirjarðiska tokið á Jubilee Line.


Vit gistu við Baker Street, har 130 ára gamli Sherlock Holmes hevur havt reality adressu í 221B síðan Sir Arthur Conan Doyle gav út fyrstu søguna A Study in Scarlet í 1887.