Sámiska tjóðardagin gjørdu Filmsfelagið og Havnar Bio avtalu við danska filmsútleigaran Bazarfilm at vísa virðislønta filmin Sameblod mikukvøldið 29. mars. Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, FIMFF, sum verður í Havn í september. Leygarkvøldið vann filmurin heimsins størstu filmsvirðisløn á árligu filmstevnuni í Göteborg, The Dragon Award, har ein millión svenskar krónur fylgja við. Omanfyri síggjast leikstjórin og systrarnar Sparrok í filminum Sameblod . Hetta er fyrsti filmur hjá Amandu Kernell, sum er í spælifilmslongd. Filmurin varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia í fjør, har hann fekk tvær virðislønir, og hevur verið sýndur í Toronto, á Sundance Film Festival og í Tokyo. Amanda Kernell er fødd í Umeå í 1986. Mamman er svensk og pápin sámi. Síðan í 2006 hevur hon gjørt virðisløntar stuttfilmar fyri Direktörn & Fabrikörn, til dømis Semestersystern , ið varð kosin besti stuttfilmur fyri børn og ung í 2009, og Att del