Skip to main content

Posts

Tvílemba

Hesa tvílembu sá eg úti á Krossinum, har teir riðu um kapp á rossi á ólavsøku fyri hálvari øld síðan. Í dag er tað uttan fyri Nomatek og ídnaðarøkið, har sum Velbastaðvegur krøkir í Kirkjubøarveg og ein smalur vegur fer oman til Sandá. Krossgarður stendur í dag á lítla húsinum, sum plagdi at vera málstrikan hjá reiðmonnum í fyrndini í Havn. Her eru hvítu lombini í lágu sólini. Jógvan er komin heim at vitja á páskum og sær lítla Olaf fyri fyrstu ferð. Vit koyra ein túr til Kirkjubøar og síggja taraseyð í fjøruni, men einki lamb á túrinum. Á veg til Syðradals eru gæs, likkur og seyður á bønum bæði niðanfyri og omanfyri vegin. Men heldur einki lamb er at síggja. Í staðin avmynda vit eina ær við Miðvági í kámum baksýni. Niðri í Syðradali er ein so sjáldsama beinur uppdyrkingarvegur, sum higanifrá sær út, sum um hann fer hann beint út í havið. Pálmasunnudagur er og heystlambið úr Kollinum á Eiði verður improviserað páskalamb, ið er so vælsmakkandi, at tað sum

Sálmur asnans, pálmasunnudag

Í fløgusavninum, sum eg næstan ikki nerti, tí eg bara brúki Spotify, er David Olney eitt av heiðursnøvnunum. Sunnudagin fyri páskir er hann góður at nema, tí hann er so taktilur, at hann tekur kendar søgur, og vendur teimum á høvdið við at flyta sjórnarhorn. Til dømis tá hann í sanginum Titanic letur ísfjallið rópa út í kalda Norðuratlantiska myrkrið: Kom í mín favn, kom og verð mítt Titanic . Ella í sanginum Jerusalem Tomorrow har hann møtir einum sølumanni í oyðimørkini, og at enda sigur "We're headed for Jerusalem Tomorrow". Á sama hátt letur Olney ein asna, "A Poor Beast of Burden", bera fram eina rímu um ein kong í  Hymn of Brays , sum asnin júst henda sunnudag ber á bakinum inn í býin, meðan fólkið leggur pálmar á vegin og syngur Hosanna. Við sálmaorðunum hjá asna Olney's biði eg góðan pálmasunnudag: None is more proud than the stallion None is more feared than the lion None is more free than the eagle But who is more blessed than I am? I

Reyvpulararæðsla

Einki er sum føroyskt og at gera nýggj orð, helst við bókstavarími tá tú liggur við krími. Afturvið Kringvarpinum kom orðið reypulararæðsla  í fingrarnar í morgun, leyp niður á knappaborðið og blinkstraði á skerminum. Reyvpulararæðsla (kv) . Situr væl, hatta orðið, og sigur akkurát tað, sum eg hugsi, hóast orðið ikki var til í áðni. Reyvpulararæðsla. Innihaldsríkari og kjøtiligari enn tað stovureina homofobi , sum nú hevur mist glansin, tí tað hevur staðið so leingi. Innansunds rekur so hart á kíkin, at vit mugu hava nýggj óslitin orð, ið støðugt standa mát við innihaldið og ikki missa stirðilin. Reyvpulararæðsla er í dag tað rættasta orðið at lýsa teir politikarar, sum sita á tingi og brúka okkara tíð at siga endaleysar røður móti øllum, sum í stórbýnum ikki sampakkar við teirra heimatrúgv, og ber brá av at bøta um borgarlig rættindi hjá teimum, ið ikki er sum fólk flest. Í hvussu er í teirra bygd. Stinga vit ein fepurstokk í reyvarholið á førdum føroyskum politikki beint nú, so er

Portraits of the Loved Ones

Portraits of the Loved Ones er felagsheitið á fimm innbjóðandi poetiskum málningum hjá Hansinu Iversen, sum hevur fingið heiðursplássið á sjónliga høvuðsvegginum í Listaskálanum á Várframsýningini, sum lat upp í dag. Eins og øll hini listaverkini, tey eru tilsamans 43, eru málningarnir hjá Hansinu til sølu. Várframsýningin er úrvalsframsýning, sum Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur skipað fyri síðan 1990. Hetta er sostatt 28. framsýningin í røðini, sigur felagið í tíðindaskrivi undan upplatingini, har tólv listafólk sluppu við. Her er úrvalsnevndin. Fyrstu verk við inngongdina eigur hin fryntligi Philippe Carré. Hann hevur roynt nógva spennandi tøkni og hevur ríkað føroyska mentan og list síðan  Ravnating,  litstrálandi klippini í fleiri tíðardimensiónum úr gomlu og nýggju Havnini og Føroyakortið sæð úr erva kring oyggjarnar. Nú brúkar Philippe blýant, tussj og vatnlitir í átta tekningum, sum allar eru úr miðbýnum í Havn og hava felagsheitið  Kvøldargarður . Nógv l

Rasisma í Jerúsalem og ein lívstíðarfangi í USA

Heimildarfilmur hevur aldri staðið sterkari enn í dag. Biografar, public service rásir og stroymingartænastur sum Netflix varpa aktuellan og avbjóðandi heimildarfilm inn í hvørja stovu, sum er opin og íbundin.  Her eru tvey páskauppskot um nýggjan góðan heimildarfilm, Forever Pure og The Fear of 13, sum bretska filmsfelagið Dogwoof umboðar. Fyrstu ferð eg rendi meg í Dogwoof var, tá Filmsfelagið fyrrárið vísti amerikanska  Leviathan í Havnar Bio við Fiskimannafelagnum sum stuðli. Afturvið Sluppøli og skipskeks vístu vit henda ultraløga heimildarfilm frá einum norðuratlantiskum fiskitúri, har manningin varð útgjørd við við go-pro myndatólum á hvørjum liði. Giti, at øll, sum vóru til staðar, minnast fiskitúrin úti í myrkrinum og fiskasúpanina omaná. Ovast á listanum hjá Dogwoof beint nú er ein filmur um Norðurírska fótbóltsspælaran George Best (1946-2005). Men Dogwoof hevur tveir aðrar nýggjar heimildarfilmar, sum eg vil viðmæla, tí eg sá teir á donsku sjónvarpsrásini DR2, með

Henda myndin fær meg til at vilja lívið!

Høgni Rasmussen eigur yvirskriftina. Orsøkin er, at í gjárkvøldið vísti Filmsfelagið nýggja franska filmin Frantz hjá 49 ára gamla François Ozon. Hann er produktivur sum týski Fassbinder. Bara síðan aldarskiftið hevur franski Ozon gjørt fjúrtan filmar. Ein lítil sekvensur, sum vísur, hvussu effektivt hann brúkar filmsmiðilin, er tá kvinnuligi høvuðspersónurin, Anna, sum er týsk, koyrir í toki í Fraklandi eftir krígslok í 1918, at leita eftir mannliga høvuðsleikaranum, Adrien, sum kendi deyða Frantz, ið gevur filminum heiti. Í eini evarska lítlari løtu speglast krígsrakta fremmandalandið upp á tokrútin, har hon situr. Púra natúrligt, men effektivt glíðandi inn í svørt-hvítu søguna, sum í løtum verður í litum. At hundrað er eru síðan fyrra veraldarbardaga og at Evropa enn er í kríggi, tí hatursblindaðir fedrar keypa vápn og send synir í kríggj, er ikki úr afturlætnu søgubókunum, men ein ævinligur sannleiki. Tí kveikti tað meg, at Høgni Rasmussen, sum ein av trúføstu biogra

Tríggir filmar í mai

Filmsfelagið vísur tríggjar spennandi og summarsligar filmar í mai í ár. Isabelle Huppert man vera kendasta franska kvinna á filmsløriftinum. Hon hevur høvuðsleiklutin í dramatisku nøtrisøgun Elle, sum hon fekk altjóða Golden Globe virðislønina fyri. Í Fraklandi vann  Elle  César virðislønina sum besti filmur við besta kvinnuliga høvuðsleikara. Elle er nýggjasti filmur hjá niðurlendska Paul Verhoeven, sum áður hevur gjørt erotisku søguna Basic Instinct við Sharon Stone, og science fiction-klassikaran RoboCop . Siri Sørensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu , fer at introdusera Elle í Filmsfelagnum mikudagin 3. mai kl 20:00 Í filminum Elle fylgja vit sterku handilskvinnuni Michéle (Isabelle Huppert), sum er fyri innbroti, verður bukað og neyðtikin. Alt fer fram í hennara egna heimi. Hon meldar ikki hendingina, men fer sjálv at leita brotsmannin upp. Hon er sannførd um, at hann er ein, ið hon kennur. Michéle og brotsmaðurin verða drigin inn í ein ófrættakendan leik, sum hvør