Portraits of the Loved Ones er felagsheitið á fimm innbjóðandi poetiskum málningum hjá Hansinu Iversen, sum hevur fingið heiðursplássið á sjónliga høvuðsvegginum í Listaskálanum á Várframsýningini, sum lat upp í dag. Eins og øll hini listaverkini, tey eru tilsamans 43, eru málningarnir hjá Hansinu til sølu.
Várframsýningin er úrvalsframsýning, sum Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur skipað fyri síðan 1990. Hetta er sostatt 28. framsýningin í røðini, sigur felagið í tíðindaskrivi undan upplatingini, har tólv listafólk sluppu við. Her er úrvalsnevndin.
Fyrstu verk við inngongdina eigur hin fryntligi Philippe Carré. Hann hevur roynt nógva spennandi tøkni og hevur ríkað føroyska mentan og list síðan Ravnating, litstrálandi klippini í fleiri tíðardimensiónum úr gomlu og nýggju Havnini og Føroyakortið sæð úr erva kring oyggjarnar. Nú brúkar Philippe blýant, tussj og vatnlitir í átta tekningum, sum allar eru úr miðbýnum í Havn og hava felagsheitið Kvøldargarður.
Nógv listafólk eru ung, sum eg als ikki kenni. Í so mata er tað bara Kim Larsen og dagsins fløga á Spotify, Øst for Vesterled, sum er júst tað sama repeterandi sum fyrr. Hon liggur á plátuspælaranum til høgru. Í Listaskálanum er tað mesta nýtt fyri mínum eygum, her er veggur, luft og rúm til allar síður. Verkini sleppa at anda og liva sítt egna lív, ið sumstaðni er so innbjóðandi, at áskoðarin verður drigin inn í verkini og brúkar tey sum interaktiv selfies.
Kim Simonsen setti Várframsýningina, sum sæst í Listaskálanum fram til 30. apríl. Setanarrøðan var leys, frí og hugfarslig at hoyra, meðan eg gekk millum blíð fólk og ókend verk. Spennandi hugleiðingar hjá Kim um tjóðskap, list og matgerð í hesum fjara landi, sum tó er mitt í verðini, vil einki og tó alt.
Úrvalsnevndin, sum aftur í ár skipar fyri og velur verkini til Várframsýningina, eru Jón Sonni Jensen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Tey hanga upp, og hava í boðum frammanundan til tey luttakandi tilskilað sær allan rætt at disponera yvir framsýningini og hvussu innsendu verkini verða sýnd fram. Tað hava tey gjørt greitt og innbjóðandi, onkustaðni strangt minimalistiskt.
Tey tólv listafólkini, sum eru sloppin við í ár, eru hesi eftir fornavni: Brandur Patursson, Birgit Kirke, Guðrið Poulsen, Gunnvør Hoydal Brimnes, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jórunn Reginsdóttir, Pernille Mejslov, Philippe Carré, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Trina Gaard og Tummas Jákup Thomsen, sum her sæst við fýra verkum við tussj á pappír. Um tvær vikur, tað er fríggjakvøldið 21. apríl kl 19:00, letur hann upp egna framsýning í Blá Kross hølunum Skjólið í Kongagøtu 8, har Sólvit Emilsson Nolsø talar vegna Bláa Kross Føroyar, Annika Olsen borgarstjóri ber fram røðu fyri Tórshavnar kommunu, Solveig Hanusardóttir Olsen fer at siga nakað um listina hjá Tummas Jákup og Kári Sverrisson fer at syngja.
Her eru tveir arkitektar, sum ávikavist lesa í Aarhus og Keypmannahavn, Trina Gaard og Jórunn Reginsdóttir. Trina sýnir fimm talgild prent á endurskyn á aluminium við felagsheitinum Endurmynd.
Jórunn sýnir fram undir heitinum Brot eina skitsubók, fýra kollasjur á vegginum og fýra stoypingar á gólvinum.
Guðrið Poulsen savnar fólk kring borðið í stóru høllini, har hon hevur gjørt instalatiónina, sum eisini ber heitið Brot.
Fólk tosa, fólk hyggja, fólk skifta orð og taka dagar ímillum. Hetta er akkurát sum ein fernisering skal vera ein fríggjadag seinrapart. Rúmlig og innbjóðandi, fyrst her í fýrkantaðu høllini og so við rundu borðini í kaféini.
Úr kalendaranum hjá Listasavninum kunnu vit nevna, at í næstu viku, tað er í viku 15, kunnu skúlar vitja í Listaskálanum og hoyra um listaverk í ein skúlatíma um pálmasunnudag og um páskavikuna.
5. mai - 23. juli er framsýning í Listaskálanum um og við Williami Heinesen, og 28. juli letur Ólavsøkuframsýningin upp. Hon er opin til 6. august.
Føroysk Myndlistafólk er felag fyri føroysk yrkismyndlistafólk. Felagið varð sett á stovn 16. september 1981 í Listaskálanum. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og at verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll myndlistafólk, sum lúka treytirnar, ið felagið hevur sett fyri upptøku. Limatalið er um 40 og umfatar flest allar myndlistaligar yrkisgreinar. Felagið hevur, síðan tað varð sett á stovn, virkað fyri at bøta um korini hjá myndlistafólkum. Felagið hevur m.a. saman við LISA (Listafólkasamband Føroya) o.ø. virkað fyri at listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanarstuðul úr Mentanargrunni Landsins, at peningur er settur av á fíggjarlógini, so listafólk kunnu søkja um ferðastuðul og at Heiðursgáva Landsins verður latin listafólki á hvørjum ári. Felagið hevur sæti í umboðsráðunum í LISA og er limur í NKF (Nordisk Kunstforbund). Umframt hetta hevur felagið eitt umboð í stýrinum fyri Listasavn Føroya. Felagið stendur á jøvnum føti við feløg fyri yrkismyndlistafólk í øðrum Norðurlondum.
Og heimkomin varnist eg, at fýra hønur og ein hani eru í garðinum. Hvør eigur veit eg ikki. Men myndavøkur eru tey, hanin og hønurnar, nú eingi lomb síggjast eitt fríggjakvøld fyri páskir.