Skip to main content

Posts

Føroyingum so líkt

Í allarbestu kringvarpstíð, fyri klokkan átta í morgun, tá øll tjóðin lurtar, varð sagt, at føroyingum so líkt vóru bara fá handrit komin inn til hoyrispælskappingina hjá Útvarpinum. Lagt varð afturat, at føroyingum so líkt fóru helst fleiri handrit at koma í postkassan í annaðkvøld, tá frestin var úti. Ein útvarpsmaður og ein útvarpskvinna í bestu senditíð til tjóðina innan dagsins verk. Hvat munnu tey meina við, tá tey siga føroyingum so líkt? Munnu tey telja seg sjálvan uppí, ella hugsa tey sum danskarar, ið ikki eru føroyingar, og tí hava eitt serliga guddómligt sjónarhorn at meta um og gera av - í passandi frástøðu? Nei, eg bara meini so við, at nú hava tvey útvarpsfólk, sum til gerandis gera sær ómak at byggja eina Kringvarpstjóð í Útnorðuri, fingið Móðurmálsvirðisløn. Fyri tjóðarbygging í gerð og tanka. Fyrimyndarligt. Men eins skjótt kann lagast niður. Sum tá útvarpsmaðurin og útvarpskvinnan við ein munn siga "Sum føroyingum so líkt." Har fór 60 ára tjó

Arktiskar og føroyskar veðurlagsbroytingar

Foto: Magnus Fröderberg/norden.org Í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 27. apríl fer havfrøðingurin Bogi Hansen at røða um veðurlagsbroytingar á okkara leiðum. Í 2006 fekk Bogi Hansen Norðurlendsku Umhvørvisvirðisløninan, og í 2001 fekk hann Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Havið . Í 2011 skrivaði Bogi bókina Veðurlagsbroytingar , sum Nám gav út, eins og fyrru bókina um Havið . Umframt Boga Hansen frá Havrannsóknarstovuni, luttaka eisini professarin Julian Dowdeswell, omanfyri, frá Scott Polar Research Institute í Cambridge í Bretlandi, og Andy Bowen, niðanfyri, frá Woods Hole Oceanographic Institute í Massachusetts í USA. Undan tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi, at vit føroyingar kenna longu sviðan av veðurlagsbroytingum, sum eru íkomnar av globala co2 útlátinum orsakað av fossilum brennievnum. "Jólaódnirnar, og ringa veðrið higartil í 2017, hava kostað tryggingarfeløgum yvir 100 mió, og er hetta tíðanve

Í treysti til sín sjálvs

Atlantic Review 2/2017 Matstovan Koks er nýggja kreativa stjørnan í Føroyum. Tað varð greitt á samkomu í Stockholm, har Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, Karin Visth, víntænari, og Johannes Jensen, stjóri, tóku ímóti Føroya fyrstu Michelinstjørnu. - Hetta er ein stórur heiður fyri okkum, og nakað heilt serligt, at vera fyrsta matstovan í Føroyum við einari Michelinstjørnu, segði Poul Andrias við pressuna, tá Michael Ellis handaði virðislønina. Michelinstjørnan, sum nú er komin til Føroya, hevur søgu, ið røkkur heilt aftur til 1900, tá franska dekkfabrikkin hjá André Michelin fór at geva út Guide Michelin til kræsnar sjafførar. Ein jakki við stjørnu Hvussu fekst tú boðini, Poul Andrias? - Gjøgnum telefon fingu vit at vita frá Michelin, at vit skuldu møta til hátíðarhaldið, sum var í Stockholm. Vit fingu ikki at vita, hvat fór at henda, so vit vistu púra einki fyrr enn fimm minuttir áðrenn, tá tey komu út við jakkunum við stjørnuni. Tástani vistu vit, hvat fór at hend

Leygardagur reyði

Í gjár, langa fríggjadag, fóru vit um summarmála. Kalendarin sigur, at nú er hægsta sátíð, at lundin kemur, og at nú byrjar summarhálvan. Tað er ikki bara leygardagur, men leygardagur reyði . Úti í heimi hevur hesin dagur mong nøvn, tí hetta er seinasti dagur í stilluviku. Men tað hoyri eg ikki ortodoksar føroyingar siga so nógv um, kanska tí at páskirnar byrja ikki fyrr enn í morgin, og vara bert í tveir dagar. Aðrastaðni hevur dagurin so ymisk nøvn sum leygardagur svarti og ljósins leygardagur . So alt velst um grundsjónarmið og sjónarhorn. Tí fór eg í býin í dag at fanga bjartar litir í dagsins ljósi henda leygardag í leysum lofti. Fyrsta fotostopp var úti við Strond, har gamla Bukkevald var. Har er ruddiligt, og tað sum ikki er lagt undir asfalt, er koyrt í konteynarar, ein grønan og ein bláan. Aftanfyri bláa konteynaran hómast vitin á Hoyvíkshólmi. Í fjørðuni brýtur brimið og tunga aldan vindur alt upp í skúm, hóast veðrið er av tí besta. Gamlir rustaðir kong

Skírisdagur úr Tórsbyrgi

Allar útferðir byrja við einum góðum matpakka. Her er tað Unn, sum sker skerpikjøt til gongutúrin skírisdag, sum Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava skipað fyri fjúrtan ferðir. Í ár møttust vit við skúlan í Hvalvík klokkan 10 og skuldu ganga til Leynavatn, sum strikað við reyðum á kortinum niðanfyri. Tað er ivasamt veður, skíggjað og kalt, tá vit møtast í Hvalvík. Hvítt er í tindunum, men sólin hevur hug at kaga fram. Tá er ljósspælið best. Vit ganga niðan frá bygdini. Í ár eru vit 23 í ferðalagnum. Komin nakað niðaná síggja vit regnið standa sum eina gardinu oman gjøgnum Saksunardal og yvir Hvalvík. Akkurát sum eg minnist sýnið úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har eg gekk í realskúla. Tá regnaði á sama hátt yviri á Streymoyarlandinum. Ongantíð Eysturoyarmegin, sum eg minnist. Men minnið kann verða svikaligt, serliga tá tað umræður veður fyrr og nú. So slítir í og sólin treingir fram úr sortanum, sum var tað úr einum ljómandi Kingosálmi. Ælabogin er f