Foto: Magnus Fröderberg/norden.org
Í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 27. apríl fer havfrøðingurin Bogi Hansen at røða um veðurlagsbroytingar á okkara leiðum.
Í 2006 fekk Bogi Hansen Norðurlendsku Umhvørvisvirðisløninan, og í 2001 fekk hann Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Havið.
Í 2011 skrivaði Bogi bókina Veðurlagsbroytingar, sum Nám gav út, eins og fyrru bókina um Havið.
Umframt Boga Hansen frá Havrannsóknarstovuni, luttaka eisini professarin Julian Dowdeswell, omanfyri, frá Scott Polar Research Institute í Cambridge í Bretlandi, og Andy Bowen, niðanfyri, frá Woods Hole Oceanographic Institute í Massachusetts í USA.
"Jólaódnirnar, og ringa veðrið higartil í 2017, hava kostað tryggingarfeløgum yvir 100 mió, og er hetta tíðanverri bert byrjanin til ógvusligar broytingar í okkara veðurlagi, sum koma at hava risa árvirkan á okkara samfelag, bæði fyri einstaklingar og vinnulív. Altjóða metereologar ógvast yvir megina í jólaódnini og vænta at vit koma at fáa fleiri slíkar og kanska við enn størri megi," siga fyrireikararnir.
Fyri at kunnað um hesar stóru veðurlagsbroytingar hjá okkum, sum nú fara fram, verður skipað fyri einum ókeypis og almennum temakvøldi í Norðurlandahúsin hóskvøldið 27 april 2017, kl 19:30.
"Umboð fyri Scott Polar Institute og Woods Hole, sum eru millum heimsins bestu á økinum, saman við okkara Boga Hansen, fara at røða um hesar broytingar, og hvat vit kunnu vænta okkum, og sjálvandi eisini teir møguleikar, sum broytingarnar kunnu viðføra," sigur Johan Mortensen vegna stigtakararnar.
"Hetta tiltak er sera viðkomandi, og vit vænta stóra undirtøku, tí hetta eru partar av Føroya framtið, sum fara at verða viðgjørdir av leiðandi serfrøðingum, og sum nemur við broytingar, ið vit øll verða noydd at taka eina støðu til, og gera okkara, fyri at bøta um," sigur Johan undan tiltakinum.
Savnandi myndin fyri temakvøldið er Sedna, ið er havsins móðir hjá inuittum. Tiltakið, sum er ókeypis, er stuðlað av Betri, Hiddenfjord, Atlantic Airways, Vinnuhúsinum og Norðurlandahúsinum.