Skip to main content

Posts

Fólkaflokkurin er menniskjansligur

Semja er um, at vit hava representativt demokrati. Í anda fólkaræðisins velja vit fjórða hvørt ár ein løgtingslim og ein býráðslim. Soleiðis er fólksliga umboðan fólksins fastsett. Men so eru tað fólkaflokkarnir, teir flokkar, sum í ymsum londum hava fólksins navn í sínum skjaldrarmerki, ikki bara hin føroyski, sum er á konstantari oyðimarkarferð í Afrika, hygg bara niðanfyri, men serliga tann í Danmark. Har er ein og bara ein flokkur, sum hevur kannað jørðildið og funnið seg sjálvan og sínar fólksligu røtur og tí tikið patent uppá einasta fólksliga navnið har í landinum, Dansk Folkeparti. Uttan mátahald, uttan modifikatiónir. Hetta er tað. Fólksins danska partí. Nú hava tey skotið upp, at øll trý fólkini, danskarar, grønlendingar og føroyingar, skulu taka vápn og fara í kríggj, tí tey, fólksligu fólkaumboðini, sum er fólkaræðisliga vald, vilja javnseta tey trý samríkjafólkini. Spell, at uppskotið fall. Tí her var ein neisti, sum prinsipielt kundi fest í, sum á Balkan á sinni

Flaggdagur við boðskapi

Í dag var flaggdagshald á Vaglinum í Havn, eins og í flestu bygdum kring landið. Í Havn helt Eydna Skaale flaggdagsrøðuna, eftir at grønir og gulir skótar og Havnar Hornorkestur høvdu marsjerað inn á Vaglið. Hetta er dagurin, tá hvørt flagg er vundið á stong, og dagurin, tá fotografar næstan fara á flog, meðan Rasmus undrast, soleiðis sum hann hevur gjørt á hvørjum ári, umgyrdur av leinkjum. Fotografarnir uppdaga millum annað, at gamli gentlemansklubbin í Havnarbýi trongir til eina vinaliga hond, ja kanska ein hollan málarasponsor, so ljótur er veggurin blivin. Einastaðni síggi eg, at hol er komið á Las Vegas-littu miðbýarfasaduna. Soleiðis fer tíðin við øllum, nú almenna  Merkið fyllir 77, hóast tað upprunaliga varð teknað í 1919. Tað er lítið í mun til Klubban, sum varð stovnaður 27. oktober í 1799. So kemur flaggdagsskrúðgongan oman eftir Niels Finsensgøtu, skótarnir fremst og síðan Hornorkestrið. Nú er at skunda sær av vegnum, hóast lítlibeiggi misti

Sakte TV í Sámalandi

Sjálvt slow TV , hava norðmenn eitt orð fyri - sakte TV , hvat tá. Eftir at hava varpað ljós, mynd og ljóð á tok, bátar, fuglalív og sálmasang uttan slit frá kirkju til kirkju, so er NRK nú farið undir eina beinleiðis maraton sending í samfullar seks dagar og nætur, har reinsdjórahald hjá sámum er evnið. Einki annað enn reinsdjóradrift, beint av vidda . Her er útgerðin hjá NRK. Umframt at vera ein avbjóðing fyri norska hyggjaran, er hetta eisini ein viðurkenning av sámiska upprunafólkinum, sum á tjóðardegnum 6. februar í ár kundi hátíðarhalda at 100 ár vóru liðin síðan sámar fyrstu ferð høvdu landsfund í Noregi. Her er eitt sámiskt atlas, sum Sámatingið hevur fíggjað og gjørt saman við finska bókaforlagnum Otava og bretska atlasforlagnum Phillips. Niðast er uppslagið, sum vísur Sámaland.

Bláur seinrapartur

Og sama dag stóð sólin soleiðis yvir somu støðum, út á køksbøin og heilt út yvir Nólsoyarfjørð, sum sæst omanfyri. Niðanfyri sæst av terrassuni inn yvir felagsøkið, sum ætlandi verður sligið fyri fyrstu ferð í ár leygardagin. Sami dagur her og á blogginum í morgun.

Monokromur morgun

Hóast flaggdagur er í morgin, og maimánaður byrjar, tá vikan er úti, so er kavi og myrkt í morgun so langt eygað sær. Ferðslan er rakt um alt landið sigur Landsverk í Útvarpinum, sum meistarliga fortelur okkum, hvat fer fram í føroyska skúlanum, longu innan klokkan átta. Har er so nógv at siga frá úr skúlanum, at man kundi havt eina heila sending, sum burturav var um skúla og skúlaviðurskifti ein tíma ella so hvørja viku. Bara ein tanki henda gráa og lítið várliga mánadagsmorgun, nú sólin kom fram úr sortanum. Hinumegin síggi eg nú grønt, sum sprettir ovast á runnunum. Birgar, sum hevur skrivað upp hvussu veðrið hevur verið í Havn í fleiri ár, sigur, at tað irriterar hann, tá fólk, ár um ár, mjarra um kava í apríl. - Taka vit veðrið seinastu 10 árini, er tað bara í 2009 og í 2014 at ongin kavi hevur verið í apríl. Í 2010 og í 2012 kavaði tað enn í maimánað. So tit, sum elska at knarra um veðrið: Tað er onki nýtt fyribrigdi at kavi legst í apríl, sigur Birgar í dag, Kanska