Skip to main content

Fólkaflokkurin er menniskjansligur


Semja er um, at vit hava representativt demokrati. Í anda fólkaræðisins velja vit fjórða hvørt ár ein løgtingslim og ein býráðslim. Soleiðis er fólksliga umboðan fólksins fastsett. Men so eru tað fólkaflokkarnir, teir flokkar, sum í ymsum londum hava fólksins navn í sínum skjaldrarmerki, ikki bara hin føroyski, sum er á konstantari oyðimarkarferð í Afrika, hygg bara niðanfyri, men serliga tann í Danmark.


Har er ein og bara ein flokkur, sum hevur kannað jørðildið og funnið seg sjálvan og sínar fólksligu røtur og tí tikið patent uppá einasta fólksliga navnið har í landinum, Dansk Folkeparti. Uttan mátahald, uttan modifikatiónir. Hetta er tað. Fólksins danska partí. Nú hava tey skotið upp, at øll trý fólkini, danskarar, grønlendingar og føroyingar, skulu taka vápn og fara í kríggj, tí tey, fólksligu fólkaumboðini, sum er fólkaræðisliga vald, vilja javnseta tey trý samríkjafólkini. Spell, at uppskotið fall. Tí her var ein neisti, sum prinsipielt kundi fest í, sum á Balkan á sinni, og útint fólksins vilja. Spell, at fólksins fólkaræðilgi fólkaflokkur ikki fekk samband við fólkið á tingi. Mundi tað hjálpt, um flokkurin skifti menniskjasýni og skifti navn til Menniskjaflokkur, heldur enn Fólkaflokkur? Eg haldi tað. Tí eg kenni meg ikki í fólksligari pakt við flokkar, ið kalla seg fólkaflokk. Fólkaflokk í mun til hvat? Djóraverndarfelagið? Við hesi atkvøðugreiðslu burdi Danski Fólkaflokkurin eisini sannað, at tað er menniskjansligt at taka feil og miseydnast í politiskum arbeiði eins og øllum øðrum virksemi. Tí burdi hann hereftir kallað seg Menniskjaflokkurin, øðrum til fyrimyndar. Menniskjaflokkurin við errare sum undirheiti. Tað hevði verið tignarligt.