Dagsins teknologiski samferðsluspurningur: Vildi tú við 80 km ferð møtt einum bilførara, sum á sama vegi eisini koyrdi 80, men ikki dugdi at bíleggja pláss við Strandferðsluni? Bebbaræddur hevði eg svarað nei. So illa skúlaðir bilførarar eiga ikki at sleppa út á alfaraveg at koyra. Og tað hava vit nógvar skipanir at forða fyri. Ella hin vegin: Vit hava nógvar skipanir, ið kunnu uppgradera og læra bilførarar, eisini teir eldru, sum nú sigast vera ein forðing á Skopunarkai. Sæð í positivistiska ljósinum av aldargamla tankanum um lívlanga læring, er hetta at niðurgera eldri fólk, ið enn vilja koyra bil og ferðast um sund, ja kanska út í heim eisini. Hví skal ein, sum vit tiltrúgva førleikan at seta seg við rattið á einum bili - ein potentiell dreparamaskina, men eisini eitt skrásett frælsisamboð at fara hagar tú vilt - ikki kunna klára at bíleggja sær pláss við einum strandferðslubáti? Nei, eg bara spyrji, nú eg sjálvur fari at nærkast eftirlønaraldri, og skal gera meg út til