Skip to main content

Dreymar við havið


Í dag møttust vit í Smyrjibreyðsbúðini í Steinatúni í Havn, at gera klárt til Q&A í Filmsfelagnum mikukvøldið, tá nýggi filmurin Dreymar við havið verður frumsýndur í Havnar Bio.

Frá vinstru á myndini síggjast leikstjórin Sakaris Stórá, síðan høvuðsleikararnir Helena Heðinsdóttir, ið er Ragna, og Juliett Nattestad, sum er Ester í nýggja filminum, sum byggir á søgu hjá Marjun Syderbø Kjelnæs.

Útselt er til frumsýningina í Filmsfelagnum, men fleiri sýningar verða næstu dagarnar. Eisini er ætlanin at hava skúlasýningar í Havnar Bio.

Stuttfilmarnir hjá Sakaris Stórá, Passasjeren (2009), Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013), kunnu síggjast á undirvísingarportalinum Snar.

Gleðið tykkum til ein spennandi, viðkomandi og spildurnýggjan føroyskan biograffilm Dreymar við havið (Sakaris Stórá Føroyar 2017 80 min).