Skip to main content

Posts

Mentanardagar í Sunda kommunu

Í morgin, hósdagin 14. september, byrja sjáldsama fjølbroyttir mentanardagar í Sunda kommunu í Eydnuni á Oyrarbakka, har ársins mentanaravrik verður handað, og framløga verður um leguhúsið í Nesvík. Síðani heldur skráin fram í øllum bygdunum við framsýningum, mati, kelvarenning, vinnulívstiltøkum, aftankvirru, sangi og tónleiki, heilt til Staksdagur verður í Tjørnuvík við uppboðssølu av veðrum úr Stakkinum, næsta leygardag 23. september. Sum sæst er Listasambandið við, og fleiri stuttlig heiti eru á mentanarskránni, til dømis ljóðinstallatión hjá Heðini Ziska Davidsen í Tjørnuvík, sum hann kallar Konstant In Opel . Ja, soleiðis er spælandi heitið, Konstant In Opel, har sum reyði krossurin er settur á panoramamyndina omanfyri. - Í ár hava vit valt, at list skal seta dám á dagarnar. Soleiðis sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í skránni, nú Mentanardagar verða hildnir í øllum økinum. Myndin er frá temafundi, sum leiðslan í Sunda kommunu helt við Gjógv í m

Sjónleikur beint í gronina

Leygarkvøldið var frumsýning fyri fullum húsum á Tjóðpallinum av nýskrivaða leikinum ÓMEGD eftir Kristinu Sundar Hansen. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Kristina S. Ougaard og Hans Tórgarð. Hetta er ein remediering, tað er ein endurnýtsla av innihaldi, sum er tikið úr einum miðli og flutt í ein annan, í hesum føri úr eini bók og einum blaði, sum aftur byggir á samrøður úr veruliga lívinum. Tað var í 2013 at Súsanna O. Skaale savnaði fimm frásagnir í Kvinnuhúsinum, sum komu út í bók  Um bara hann sló meg.  Tvær av hesum frásagnunum eru tiknar við, og søgan, sum maðurin í leikinum ÓMEGD sigur frá, byggir á grein í íslendska blaðnum  Stundin  frá desember í 2015. Hetta er leikverk nummar 43 á tjóðpallinum, grafiski plakatstílurin er svartur og hvítur, og pallmyndin, sum Hansina Iversen hevur staðið fyri, er eins strong og stringent - seks hvítir krakkar, og eitt teppi eftir miðgólvinum, sum fer upp eftir endavegginum, íð verður lørift, sum kastar tað aftur, ið verður lýst á tað.

Girl Unbound er besti filmur!

"Virðislønin fyri besta film á fyrstu føroysku Minnilutafilmstevnu, FIMFF 2017 Jury Award Best Feature Film , fer til eina sjáldsama heimildarsøgu um ein djarvan persón, sum gerst fyrimynd í heimlandinum. Hóast løgd undir trýst av sterkum átrúnaðarligum og afturhaldssinnaðum kreftum, eydnast henni at stýra gjøgnum lívið og at náa úrslitum, ið eingin hevði droymt um. Vit síggja hvussu húskið ikki bara eggjar henni, men eisini verjir hana, tá hon at enda kemur til sættis við seg sjálva. Við at góðtaka seg sjálva, so sum hon er, røkkur hon hægsta máli, so bæði umhvørvið og allur heimurin eisini fær nakað burturúr. Virðirslønin fyri besta film fer til Girl Unbound  (Erin Heidenreich 2016)." Soleiðis grundgav dómsnevndin fyri at velja júst henda filmin at fáa fyrstu viðirsløn í Havn leygarkvøldið. Nógvir filmar vóru í feature film kappingini, spælifilmar og heimildarfilmar. Millum teir mest áhugaverdu helt eg vera hin litríka og næstan reklamusprelska  Signature

At lasta tey gomlu í ferðsluni

Dagsins teknologiski samferðsluspurningur: Vildi tú við 80 km ferð møtt einum bilførara, sum á sama vegi eisini koyrdi 80, men ikki dugdi at bíleggja pláss við Strandferðsluni? Bebbaræddur hevði eg svarað nei. So illa skúlaðir bilførarar eiga ikki at sleppa út á alfaraveg at koyra. Og tað hava vit nógvar skipanir at forða fyri. Ella hin vegin: Vit hava nógvar skipanir, ið kunnu uppgradera og læra bilførarar, eisini teir eldru, sum nú sigast vera ein forðing á Skopunarkai. Sæð í positivistiska ljósinum av aldargamla tankanum um lívlanga læring, er hetta at niðurgera eldri fólk, ið enn vilja koyra bil og ferðast um sund, ja kanska út í heim eisini. Hví skal ein, sum vit tiltrúgva førleikan at seta seg við rattið á einum bili - ein potentiell dreparamaskina, men eisini eitt skrásett frælsisamboð at fara hagar tú vilt - ikki kunna klára at bíleggja sær pláss við einum strandferðslubáti? Nei, eg bara spyrji, nú eg sjálvur fari at nærkast eftirlønaraldri, og skal gera meg út til

Gott nýtt mitt í Havn!

FIMFF dómsnevndin til arbeiðis á Hotel Tórshavn á middegi í dag. Í kvøld verður avdúkað í Perluni, hvør filmur fær virðisløn á Føroya fyrstu minnilutafilmsstevnu, Faroe Islands International Minority Film Festival. Tað er keramiski verkstaðurin No.10 Leirlist , sum hevur gjørt virðislønina, ið ímyndar filmsrullur av tí gamla kenda slagnum, sum Geytin gekk við frá bygd til bygd. Frá vinstru á myndini omanfyri síggjast Chris Belloni, dokumentaristur og filmsstevnufyriskipari í Amsterdam, Gizem Bayiksel, filmfotografur, dómsnevndarlimur á Berlinale og fyriskipari av fyrstu og einastu samkyndu filmstevnu í Turkalandi, Birgir Kruse formaður í Geytadómsnevndini, Filmsfelagnum og bloggari, og Vanja Ødegård, sum hevur lisið film í Tróndheimi og stjórnar filmstevnuni Oslo/Fusion. Klokkan 20:30 í kvøld verður hin litríki amerikanski filmurin Signature Move (Jennifer Reeder 2017), sum eisini er við í kappingini, vístur. Aftaná er veitsla í Sirkus, sum er ókeypis, um tú hevur atgongumerki f

Tom of Finland og Handmaiden mitt í Havn!

Altjóða minniluta filmsstevnan FIMFF, Faroe Islands International Minority Film Festival, byrjaði í Perluni í gjárkvøldi við svensk-amerikanska dokumentarfilminum KIKI (2016). Aftaná var Q&A við altjóða gestum, sum Nadia Abraham stýrdi við fermari hond fyri fullum húsum. Eitt frálíkt tiltak. Til stevuna er prentað hin flottasta skrá sum nakrantíð er gjørd til eitt tílíkt tiltak her á landi. Altjóða filmsstevnan heldur fram m.a. við TOM OF FINLAND (Dome Karukoski 2017) í kvøld klokkan 21:00. Helst er hetta einasti møguleiki at síggja spildurnýggja finska filmin um ikoniska TOM OF FINLAND uttanfyri upprunalandið. Leygarkvøldið kl 18:30 verður hin Teddy-virðislønti filmurin THE STORIES OF OUR LIVES úr Kenja sýndur. Hann varar ein tíma. Sunnukvøldið kl 20:30 verður hin víðagitni koreanski filmurin THE HANDMAIDEN (2016) sýndur í Perluni. Filmsfelagið er boðið við at stuðla Føroya fyrstu minniluta filmsstevnu. Tað ger felagið fegið. Væl møtt til frágerða filmar mitt í býn

Størsta frambrot í føroyskari filmsgerð

Dreymar við havið er eitt búgvið og poetiskt coming-of-age-drama uttan beiskleika. Eitt ungdómsdrama, ið letur seg upp, sum Ester sigur, og støðugt verður borið av einglum, fyri at vera í terminologiini hjá handritahøvundinum, Marjun Syderbø Kjelnæs. Hon eigur tekstgrundarlagið, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað eftir og bygt á saman við leikarunum. Undanfrumsýning fyri stuðlar, leikarar og medvirkandi annars var týskvøldið í Norðurlandahúsinum. Tá untist mær at sita saman við foreldrunum hjá Sakarisi. Útselt er fyri rúmari tíð síðan til frumsýningina, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Havnar Bio í gjárkvøldið. Sýningar halda fram so leingi áhugi er, og nú er eisini kunngjørt at fyrstu skúlasýningar verða 13. september og so leingi áhugi er. Og nú vit tosa um skúla frøddi tað meg, at Pauli Nielsen var millum áskoðararnar. Hann og Michael Rasmussen úr Silkeborg vóru medvirkandi til at Filmsfelagið varð endurstovnað í 1984, tá eg gekk á Læraraskúla. Millum áskoðarar

Gamalt og nýtt í Tórsbyrgi

Fyri fyrstu ferð í einogfjøruti ár eydnaðist mær at avmynda hendan úr erva, nú hann lá niðri. Ikki tí, einaferð var hann til sandblásingar á Skipasmiðjuni, og eina aðru ferð til umvælingar, men tá hevði eg ikki myndatól. Dagsins sjón hevði eisini borið til úr dronu, ella av tekjuni á ætlaðu kirkjuni á Glyvrum. Tí gamli skorsteinurin í Tórsbyrgi, sum nú liggur niðri, er 20 metrar høgur og vigar 2,7 tons. Nýggi skorsteinurin er bara tólv metrar høgur, har hann stendur í baksýni við hitamiðstøðina, og vigar hálvtannað tons. Teir báðir gomlu ketlarnir fyltu alla hitamiðstøðina. Nýggi ketilin er so lítil, at hann stendur í einum rúmi aftanfyri. Plássið, sum teir tóku, er nú felagshús hjá 36 húsum í Tórsbyrgi. Liturnýtslan, sum nú er umleið 60000, var fyrstu tíðina væl hægri. Men vit hava bjálvað meir, og nýggja fýringin er effektivari enn tær báðar gomlu. Gamli skorsteinurin, sum nú liggur í túninum, verður skorin í fýra og sendur til endurnýtslu sum gamalt jarn. Tað var í tøkum tím

Dreymar við havið

Í dag møttust vit í Smyrjibreyðsbúðini í Steinatúni í Havn, at gera klárt til Q&A í Filmsfelagnum mikukvøldið, tá nýggi filmurin Dreymar við havið  verður frumsýndur í Havnar Bio. Frá vinstru á myndini síggjast leikstjórin Sakaris Stórá, síðan høvuðsleikararnir Helena Heðinsdóttir, ið er Ragna, og Juliett Nattestad, sum er Ester í nýggja filminum, sum byggir á søgu hjá Marjun Syderbø Kjelnæs. Útselt er til frumsýningina í Filmsfelagnum, men fleiri sýningar verða næstu dagarnar. Eisini er ætlanin at hava skúlasýningar í Havnar Bio. Stuttfilmarnir hjá Sakaris Stórá,  Passasjeren (2009), Summarnátt (2012) og Vetrarmorgun (2013), kunnu síggjast á undirvísingarportalinum Snar. Gleðið tykkum til ein spennandi, viðkomandi og spildurnýggjan føroyskan biograffilm Dreymar við havið (Sakaris Stórá Føroyar 2017 80 min).

Geytin verður aftur í 2018

Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at Geytin verður aftur leygardagin 24. februar í 2018. Tá verður Áskoðarvirðislønin, sum Tórshavnar kommuna higartil hevur latið, eisini latin. Tiltakið Geytin varð fyrstu ferð hildið í 2012. Í tíðindaskrivinum í dag verður sagt, at nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda nýggjar filmar inn til ársins filmstiltak, Geytan. - Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Geytan er tann 5. desember í 2017. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 5. januar í 2018, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um s