Skip to main content

Posts

Hvar fer framtíðar skúlin?

Her er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Jórun Simonsen, fyrrverandi lærara í Venjingarskúlanum og á Føroya Læraraskúla, har hon ikki bara hevði fimleik, men eisini leik . Tær møttust í Høllini í Norðurlandahúsnum mikudagin, har Nám og Mentamálaráðið skipaðu fyri ráðstevnuni Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum fyri lærarum og leiðarum í fólkaskúlanum. Árni Øregaard hevði gjørt ein fínan lítlan film , har fólk úr øllum landinum, í ymsum aldri og av báðum kynum søgdu frá bestu minnum um skúla, læring og lærarar. Rigmor hevði ein playlista, sum hon tendraði, tá ráðstevnan byrjaði í Høllini. Listan hevði hon goymt sum Jórun . Heitið sipaði til besta læraran, sum við soninum, Erlendi, var komin niðan í Norðurlandahúsið. Jórun býr heima, úti í Grønlandi, tey rópa. Umframt í Høllini vóru fyrilestrar í øllum Norðurlandahúsinum, sum lærarar skuldu velja ímillum og tekna seg til eina viku undan tiltakinum.  Skúlin og framtíðar førleikar var yvirskrifti

Sjarmørurin er besti norðurlendski filmur

Meðan finski filmurin Little Wing (Selma Vilhunen) vann stóru norðurlendsku virðislønina í Helsinki, varð danski filmurin Charmøren, sum er um ein iranskan flótta í Danmark, kosin hin besti á 59. norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, har føroyskur filmur eisini varð umboðaður. Omanfyri er danski leikstjórin, Milad Alami, avmyndaður á tokstøðini, eftir at hann leygarkvøldið fekk NDR Filmpreis fyri fyrsta filmin í spælifilmslongd. Ardlan Esmaili spældi iranski flóttin. Hin stóri vinnarin á filmstevnuni í Lübeck var norska Iram Haq, sum vann tvær virðislønir fyri Hva vil folk si?  Onnur var áskoðaravirðisløn frá avísini Lübecker Nachrichten. Iram Haq fekk eisini virðisløn í Lübeck fyri fyrra filmin Jeg er din  (2013), sum Norðurlandahúsið vísti tað árið. Her er norski leikstjórin, sum eins og kvinnuligi høvuðsleikarin í virðislønta filminum er av pakistanskari ætt, avmyndað í samrøðu við sjónvarpið hjá NDR í gongini í sjónleikahúsinum í Lübeck, har virðislønarhandanin fór fram.