Her er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Jórun Simonsen, fyrrverandi lærara í Venjingarskúlanum og á Føroya Læraraskúla, har hon ikki bara hevði fimleik, men eisini leik. Tær møttust í Høllini í Norðurlandahúsnum mikudagin, har Nám og Mentamálaráðið skipaðu fyri ráðstevnuni Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum fyri lærarum og leiðarum í fólkaskúlanum.
Árni Øregaard hevði gjørt ein fínan lítlan film, har fólk úr øllum landinum, í ymsum aldri og av báðum kynum søgdu frá bestu minnum um skúla, læring og lærarar. Rigmor hevði ein playlista, sum hon tendraði, tá ráðstevnan byrjaði í Høllini. Listan hevði hon goymt sum Jórun. Heitið sipaði til besta læraran, sum við soninum, Erlendi, var komin niðan í Norðurlandahúsið. Jórun býr heima, úti í Grønlandi, tey rópa.
Umframt í Høllini vóru fyrilestrar í øllum Norðurlandahúsinum, sum lærarar skuldu velja ímillum og tekna seg til eina viku undan tiltakinum.
Skúlin og framtíðar førleikar var yvirskriftin, sum Ólavur Ellefsen hevði fingið. Hann er íverkseti og hevur í fyritøkuni Tökni burturav arbeitt við virknari og spælgrundaðari læring. Ólavur er formaður í Javnstøðunevndini og stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya.
Um fyrilesturin segði Ólavur Ellefsen, at í hesum árum broytir tøkniliga menningin, hvussu vitan verður savnað, sílað og útbreidd, eisini í skúlanum sum propagandaapparati, og hvussu vit virka sum fólkaræði.
Ólavur sigur, at teldurnar taka yvir alt meiri av einstáttaðum arbeiði, og framtíðin spyr eftir nýhugsandi og skapandi fólki. Kanningar benda á, at størsti tørvur verður á røktarstarvsfólki, og færri og færri fara at fiska og fáast við landbúnað. Hvussu kann skúlin fóta sær á hesum nýggja pallinum og menna kritiskar, dugnaligar og glaðar samfelagsborgarar í eini netverksøld?
Mentamálaráðið hevði boðsent Anne Skare Nielsen, framtíðargranskara og Future Navigator, sum ferðast við undirhaldandi fyrilestrinum Fra pedeller til rebeller. Hon sigur, at tað er 100 prosent gott, um tú dugir at lesa, skriva og rokna í framtíðini - men tað er einki ”must have”. Anne Skare Nielsen nevndi fimm sløg av drívmegi, sum tú kanst vera 99,9 prosent vísur í fara at broyta heimin - og tíggju førleikar, sum framtíðar børn tí ikki kunnu liva fyri uttan. Kann framtíðar fólkaskúlin læra tey tað?
Undir yvirskriftini Tað góða arbeiðsplássið helt sálarfrøðingurin Kristian Eli Andersen ein væl fokuseraðan fyrilestur um at betra um arbeiðsgleðina, at sleppa undan strongd og at avrika betur.
Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology og stud. cand psyk. og Ann-Britt Fríðheim Mortensen, sosialráðgevi, mediator og Master of Positive Psychology høvdu eina felags framløgu við støði í komandi bókini PERMA, sum Nám fer at geva út.
Yvirskriftin hjá Gitte og Ann-Britt var Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki. Tær siga, at nógv verður tosað um sálarheilsu og trivnað, men hvussu arbeiða vit við hesum í verki? Í fyrilestrinum lýstu tær trivnaðarástøðið PERMA og koma við dømum um, hvussu til ber saman at menna sálarligan treystleika.
At enda var samanfatandi og perspektiverandi aktualitetsskemt og tónleikur úr lívsins skúla við sjónleikarunum Mariann Hansen og Gunnvá Zachariasen, og ad hoc tónleikabólkinum við Magnusi Johannesen á klaver, Hans Tórgarð á bass og Hans Paula W. Tórgarð á gittar.
Tveir frálíkir dagar, har allir fólkaskúlalærarar fingu høvið at møtast í ein dag, uttan at verða trektir í løn og við øllum útreiðslum goldnum. Sjálvt maturin var so mobilur, at tú kundi ganga við honum í hondini, og seta teg har tú vildi í rúmliga Norðurlandahúsinum.
Tað at møta starvsfeløgum í konsentreraðum fakligum høpi er framúr. At fyrilestrarnir eru góðir og viðkomandi, ger baksýnið ikki verri. Allarstørst er sannkenningin av, at vit eiga fyrilestrarhaldarar, sum á móðurmálinum og úr heimligum jørðildi kunnu leggja fram faklig virði fyri so stórari mannfjøld sum øllum teim føroyskum fólkaskúlalærarum. Tað er fleirfalt frálíkt.