Skip to main content

Posts

Fínasta franska í Fútastovu

Petur Kristinn Vang serverar franska høvuðsrættin í Fútastovu í kvøld. Tað er Bavette , flank steak, við soppakremi og leskiliga broysknum fronskum eplum, við Chateneuf du Pape, Chapoutier, reyðvíni afturvið. Perfekt til høvið og merveilleux , sum nýggja franska orðabókin hjá Rólandi í Skorini sigur. Hvørki meir ella minni. Til vinstru í myndini omanfyri hómast John Mikkelsen, ið stendur fyri matstovunum hjá Gist & Vist Heima í Havn. Her er hann mitt fyri, sum er rætta plásið. Fútastova hevur fingið nýggjan køk, vesi og barrdisk, og í kvøld er mest sum alt franskt, bæði matur og drekka, men í føroyskum karmi. Við borðið skifta vit orð um stílskapandi franska kokkin Paul Bocuse, sum júst er deyður, 91 ára gamal. So kemur føroyski kokkurin til borðið. Teitur Christensen av Tvøroyri er nýggi kokkurin í fronsku Fútastovu. Hann hevur verið høvuðskokkur í Áarstovu farna árið, hevur fyrr verið souschefur hjá donsku Cofoco og starvast hjá Nose2tail í Keypamannahavn. - Vit gera

Vársól í Nyhavn

Sólarmegin er vársól í Nyhavn í dag. Púra tátt. Tænarin á einum barr&tapas-veitingarstaði niðast í gøtuni hevur sett seg út fyri dyr at njóta bráðkomna hitan, nú kuldin hevur ligið so leingi. Hinumegin steðga ferðafólkini í hvørjum sólarglotta at taka myndir av eyðkendu húsafasadununum í Keypmannahavn. Kalt er í middagsskugganum, men útsýnið yvir brotna ísin er gott. Kanska tað besta og mest eyðkenda í øllum Danmark, ert tú ferðafólk úr fjarskotnum londum, sum fyrstu ferð vitjar í hesum ævintýralandi við gomlum durum, ið vitna um eitt siglandi fólk og enn megna at bera ævintyranøvn sum Fyrtøjet og Havfruen . Nú er at finna eitt parkeringspláss. Tað finna vit snøgt og rúmligt undir jørð hjá Jeudan  á Sanka Annæ plássi, har Oslobátarnir komu og fóru fyrr, aftanfyri Nýggja Sjónleikarhúsið. Hinumegin frysta sundið sæst Operahúsið, og H.C.Andersen báturin hjá Dansk Kanalrundfart, sum grevur seg gjøgnum frostið. Umborð er ein syngjandi ferðaleiðari, ið ikki er mælskari e