Skip to main content

Vársól í Nyhavn


Sólarmegin er vársól í Nyhavn í dag. Púra tátt. Tænarin á einum barr&tapas-veitingarstaði niðast í gøtuni hevur sett seg út fyri dyr at njóta bráðkomna hitan, nú kuldin hevur ligið so leingi. Hinumegin steðga ferðafólkini í hvørjum sólarglotta at taka myndir av eyðkendu húsafasadununum í Keypmannahavn.


Kalt er í middagsskugganum, men útsýnið yvir brotna ísin er gott. Kanska tað besta og mest eyðkenda í øllum Danmark, ert tú ferðafólk úr fjarskotnum londum, sum fyrstu ferð vitjar í hesum ævintýralandi við gomlum durum, ið vitna um eitt siglandi fólk og enn megna at bera ævintyranøvn sum Fyrtøjet og Havfruen.

Nú er at finna eitt parkeringspláss. Tað finna vit snøgt og rúmligt undir jørð hjá Jeudan á Sanka Annæ plássi, har Oslobátarnir komu og fóru fyrr, aftanfyri Nýggja Sjónleikarhúsið. Hinumegin frysta sundið sæst Operahúsið, og H.C.Andersen báturin hjá Dansk Kanalrundfart, sum grevur seg gjøgnum frostið. Umborð er ein syngjandi ferðaleiðari, ið ikki er mælskari enn so, enn at teir báðir hvítu svanirnir á ísinum látast ikki um vón.


Væleydnaða konseptið Papirøen verður rivið niður, tí nú skal nýtt byggjast á hesum staði. Soleiðis má alt víkja fyri býarmenning, har peningarenslið heldur enn menniskjað er í miðdeplinum. Men vón er enn. Reffen er nýggja staðið, sum letur upp einar tríggjar kilometrar ella so longur úti á Refshaleøen.


Eftir gongubrúnni fram við Nýggja Sjónleikarhúsinum sæst Operahúsið innrammað av farstøðini, har eingin bátur fer um sundið í dag.


Innan vit fara yvir um sundið, ið summi siga er ein kanal, støkka vit inn á eina av góðu matstovunum, ið borðreiða við tí, sum eisini skilir tjóðina - ábit, frokost, miðmála, lunsj, ella døgurða. Á rokningini stendur frokost seldur á middegi.


Uttanfyri matstovuna, sum er á sólsíðuni, hevur Álvur úr Skopun lagt seg á hina síðuna. Nú liggur hann við bagborðssíðu móti bryggjuni, við stevninum omaneftir. Fyrr hevur hann ligið niðaneftir. Uttaná liggur ein bátur við grindahvali sum eyðkenni á bógnum fremst fyri.


Í vársólini ber eisini til at hava matpakka við og máta leiðina frá Álvi úr Skopun til reyða fýrbátin úr Gedser. Frá Skopun til Gedser.


Eins og í suðurlondum er brúgvin um sundið, Nyhavnsbroen, avtaglað við heingilásum, ið pør hava læst, skrivað navn og dag á, og síðan blakað lykilin í havið. Eitt ferðamál sum Ponte Vecchio í Firenze. Á niðaru myndini síggjast japanskar kvinnur posera uppá skift.


Sum tú gongur runt kanalina varnast tú, at bundnu bátarnir tykjast vera lagdir eftir liti, sum var tað ein ferðafólkagimmick. Reyðir ovast, síðan brúnir og bláiir.


Gangandi á skuggasíðuni í Nyhavn, raka fyrstu sólstrálur eina reyðpolitiska og gulprikkuta valplakat um at stuðla Lista E. Tað geri eg fegin, í hvussu er heima.


Ný byrjar eitt bryggjusshow, sum eg ikki havi sæð áður. Reyð ljós og ýl fara í gongd og vaktarfólk gera okkum varug við, at nú kann hvørki gangast ella súkklast um brúnna.


Brúgvin fer ikki upp, men sundur. Sum eitt arkitektoniskt meistaraverk úr Star Wars glíður hon til viks, fer inn í hvør sín bryggjupart og gevur pláss fyri siglandi førum eina evarska lítla løtu eftir ávísum klokkutíðum.


Báðumegin hava fólk fotograferað stóru brúgvaopningina, men her kom eingin fullriggari úr einum H.C.Andersen ævintýri. Einki annað enn flati kanalbáturin við sama rithøvundanavninum, ið er best kenda danska vørumerki í Kina. - Hann hevði sloppið undir brúnna undir øllum umstøðum, sigur vakturin um bátin.


Hiðani sæst út í kalda sundið við Nýggja Sjónleikarhúsinum og parkeringsplássinum um hornið til vinstru og Operahúsinum og restini av Pappírsoynni til høgru.


So ganga vit niðan úr Nyhavn, framvið fronsku sendistovuni, har minnisdregilin við Heindriki prinsi, sála, hongur um alla framsíðuna. Meðan Huawei búmerkið sæst ovast og best yvir Kongsins Nýggja torgi, kann ein ikki annað enn undrast yvir tað mannminkandi umrøðu, sum Ekstrablaðið og danska pressan yvirhøvur hevur staðið fyri, meðan hann livdi, og so tað leflandi skammrós, ið sama vendikápupressa nú førir fram. Ein góð ímynd av sama miðlatrúfesti, sum er í sanginum um Kalla Petersen, har vit syngja: "Hun var falsk, hun var som høstens kolde vind."


Vit ganga framvið lesistovuni hjá Christian Science, har tey minna á, at Gudsnavnið er í fleirtali, eins og George Harrison syngur um í mínum yndissangi Awaiting on you all, sum tú kanska spæla her á blogginum til høgru. Men lærda lesistovan avmarkar Gudsnøvnini til sjey.


Vit ganga til næstu dyr, og bíleggja pláss til føðingardagsdøgurða í kvøld á Den Lille Fede. Hóast navnið er hitt sama sum á tiltikna rockfestivalinum í Nibe í juli, er hetta ein matstova í miðbýnum í Keypmannahavn, sum eg vil viðmæla øllum at vitja, antin tað er fimm- ella sjeyrættað matskrá við vatni ella víni. Ístaðin fyri at leggja allar kvøldmyndirnar her, so vil eg avmarkað meg til at siga, at Den Lille Fede er ein frálík matstova, har gott er at sita. Inngongd er gjøgnum Boltens Gård.


So er bara heimaferðardagurin eftir.


Umborð á Atlantsflogi eru tey farin at vísa tíðindi, spøl og filmar á netinum. Tað er bara at logga seg á og tendra telefonina ella iPaddin og seta smátalaran í oyrað. Eitt stuttligt orð, smátalari. Eins stuttligt og funkan at hyggja eftir Degi og Viku ella Manchester By The Sea, um tú keðir teg teir báðar flogtímarnar millum Vágar og Kastrup. Tað havi eg næstan ongantíð gjørt, tí flogternurnar eru so tænastusinnaðar, at her er einki eftir at ynskja. Men nú er høvið har - at hyggja eftir filmi á netinum. Og fleiri góðir filmar eru í væntu.


Heimkomin kann eg sum tað fyrsta tryggja mær, at Zarepta stendur enn, og at himmalin er bláur og einki helviti er at skoða. Í hvussu er ikki omanjarðar fyri okkara eygum.


Og hefta vit okkum við gastronomiskar upplvingar, sum eru í væntu, so eru húsini hjá Koks har Frammi við Gjónna enn sjónlig í nýfalna kavanum undir bláa himmalinum. Hvat er tað ikki lívsælt at koma heim!


Heima hevur Súsanna Sondum eina góða innleiðing til filmin í Filmsfelagnum, sum hevur heitið Ein frygtelig kvinde. Tað er fult hús í Havnar Bio og eini setningurin hjá Súsonnu fyri altjóða kvinnudagin ljóðar: "Tá tað rennur saman millum mann og kvinnu, vónar maðurin, at hon ongantíð fer at broytast - men tað ger hon - Kvinnan hinvegin vónar, at maðurin fer at taka seg fram - men tað ger hann ikki."