Skip to main content

Posts

Páskatoskur og páskablómur

Toskanakki, codneck , sigur matskráin. Beint av Føroyabanka, varisliga bakaður í Barbara Fish House og síðan borðreiddur við ramsleyki og persillusós av kræklingasoði. Tað er Leygardagur reyði og páskaaftan. Fjøruti ára gamli Magnus Heinason er kom av enn eini yvirlitstroling á Føroyabanka, ið gav so mikið, at fiskamatstovan aftur kann bjóða feskan várfong. Eisini bankatosk, hvítur og fastur. Við fullsettu borðini skifta vit orð um lívrøðiligu viðurskiftini á Føroyabanka, har aldrandi rannsóknarskipið hevur gjørt kanningar síðan 1983. - Toskurin á Føroyabanka er framvegis ikki komin fyri seg aftur, við tað at nøgdin av toski í vekt lá á sama lága støði, sum hevur verið vanligt síðan 2006, skrivar Petur Steingrund, kanningarleiðari, eftir túrin. Havfrøðingurin, Bogi Hansen, hevur fyrr upplýst, at ikki færri en tvær milliónir kubikkmetrar fara gjøgnum Bankarennuna um sekundið. Tjúgu kilometrar breið og 850 metrar djúp, skilir hon Føroyabanka frá Landgrunninum og er ein sjálvstøðug vi

Zacharias - nýggjur føroyskur filmur

Filmurin “ZACHARIAS”, sum Teitur Árnason hevur leikstjórnað, verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikukvøldið 11. apríl kl 20:00. Í hesum sambandi hevur Teitur skrivað hesar hugleiðingar um høvuðspersónin, Zacharias í Uttarstovu: Tær fáu ferðirnar eg hitti Zacharias, eftir tað árið ið lítla filmslið okkara var í Fugloy og gjørdi upptøkur til mín fyrsta film ”burturhugur-faroese observations”, spurdi hann meg altíð ein spurning. Hvørja ferð við sínum eyðkenda, góðsliga og spælandi eygnabrá. Hvar upptøkurnar úr Særisurð vóru blivnar av? Eg varnaðist í eygum hansara, at hann visti, at hann rakti okkurt innan í mær: Ta ævigu tvístøðuna ímillum at velja og vraka, tá ið tú fæst við at skapa okkurt. Tað,  sum altíð er so torført. Tá ið eg fekk deyðsboðini av Zachariasi 21. juli 2016, fór eg beint at leita eftir øllum upptøkunum, ið vit høvdu gjørt av honum úti á hesum fjarskotna plássi tá - stívliga 16 ár frammanundan. Striltið gekst at finna alt hetta gamla tilfarið, og tað

Kompaktur tónleikasjónleikur

Leygarkvøldið varð Dagbókin hjá Leporello framførd á Tjóðpallinum í Havn. Nýtýdda verkið byggir á eina nýtulking av Don Giovanni, Don Juan, hjá Mozart frá 1787. 220 ár seinni skrivaði týski Fabian Dobler, sum í hesum døgum eisini er kapellmeistari í Havn, Leporellos Tagebücher . Uppaftur 10 ár seinni er føroyska týðingin veruleiki. Nú syngur yvirstættin italskt og hini føroyskt. Ein spennandi snaring. Hetta er intimteatur í hálvanannan tíma í skapi av kamaroperu við seks tónleikarum, seks sjónleikarum og seks mansrøddum. Tveir útlendingar, áðurnevndi týskari Fabian Dobler og amerikanarin Douglas Yates, hava verið sangvenjarar, saman við Ernst Sondum Dalsgarð. Søgugongdin er samanskrivað og broytt til hetta høvið. Í hølunum á stjóranum , sum forførarin Don Giovanni verður róptur, gongur reiðiligi tænarin Leporello, ið førir dagbók, og á føroyskum leiðir okkum gjøgnum hendingarnar. - Hann er sum ein trúfastur hundur, ið meir enn so tekur sær okkurt beinið frá stjóranum,

Konni Kass á pall í Roskilde

Roskildefestivalurin, ið er millum teir størstu í Evropa, kunngerð, at Konni Kass verður á norðurlendsku skránni, sum er á Countdown og Rising pallunum. Konni Kass avmyndaði eg á G Festivalinum í fjør. Roskildefestivalurin upplýsir, at festivalurin verður í døgunum 30. juni til 7. juli í 2018, og at endaliga skráin verður kunngjørd 5. apríl. Føroysk nøvn, sum fyrr hava verð á plakatini í Roskilde, eru Teitur og Orka.  Hin 24. januar í ár slapp eg at avmynda Konni Kass í Miðvági, tá hon fekk  virðisløn til Ung listafólk . Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri at geva henni virðislønina fyri árið 2017: Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hevur Konni Kass longu eyðmerkt seg sum eitt evnaríkt, tilvitað og roynt listafólk í mun til sín unga aldur. Konni hevur fingið tónleikin í vøggugávu, og hennara evni eru eyðsýnd. Tó røkkur hetta bert til eitt vist, tí miðvíst arbeiði skal eisini til, um røkkast skal á mál. Listaliga virkið hjá Konni prógvar júst, hvussu týðandi ta

Navnið spillir alt

Seinastu dagarnar havi eg javnan hoyrt um JAVNA í miðlunum. Í gjár og aftur í morgun hugsaði eg, at hetta var nýggja navnið hjá Meginfelag teirra brekaðu. Visti, at felagsskapurin, MBF, hevði skift navn og samleika. Men afturvið kaffinum út á dagin, rendi eg meg í eitt runt, klipt veggjamerki, ið stóð eftir sum MEGD. Fyrsta eg hugsaði var #metoo rørslan, ME AND GOD, og síðan at lata nýggja navnið spæla upp móti mótsætta týdninginum, ÓMEGD. Seinastu mongu árini eru heilt nógv, ið hava skift navn og samleika. Eg haldi avgjørt ikki at boðskapurin er tíðarrættari og kemur BETRI ígjøgnum blinkstrandi larmin á øllum nýggjum pallum. Tí hvat er mótsetningurin í øllum teim nýskaptu nøvnunum? Tola øll nøvn teirra mótsetning, tá vit lofta við bólti upp eftir vegginum? Sjálvur eri eg so konservativur, at eg sakni tey góðu gomlu búmerkini hjá Janusi Kamban og øðrum fyri hálvari øld síðan og meir. Tá var ein fólkslig framdrift í føroyskum búmerkjum Jú, navnið kann spilla alt, um vit bara

Eldsálir í ferðavinnuni

Her er ársins eldsál í føroysku ferðavinnuni. Tað er John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn, har føroyingar flest og Tripadvisor siga, at bestu matstovur í landinum eru. Myndin er tikin í Fútastovu farna vikuskifti. Skuldi nakar ivast í sanneikanum og trúvirðinum í uppáhaldinum, so varð tað staðfest á Ferðavinnustevnu í gjár. Tá fekk John heiðursbræv sum Ársins eldsál í føroysku ferðavinnuni. Fýra persónlig heiðursbrøv vórðu handað fólki, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin. Her er John avmyndaður sum gestur á The Tarv fyri jól, tá nýggja matstovan læt upp. Við hesum orðum var John Mikkelsen kosin Ársins Eldsál : “Hann er tænastusinnaður fram um alt. Hann er ein úrmælingur innan sítt yrki, og hansara yrkisdugnaskapur gjøgnumsúrgar alt virksemi hansara. Hann borgar fyri góðsku og er ein fongur fyri yrkisgreinina. Hann setur dám á sítt umhvørvið og hevur verið við til at lyft matstovuv

Reyðgløðandi ummæli

Best dámar mær, tá ummæli fara beint eftir málinum og tí, ið øsir ummælaran, sum verður drivin av eini eygleiðing, ið er uttan óneyðug fyrilit, sum í roynd og veru púrt einki hava við ummælið at gera. Tá faklig vitan og djúp indignatión tørna saman í einum reyðgløðandi ummæli. Tað er laaangt síðan at eg havi lisið eitt fyndugt ummæli í einum føroyskum miðili, sum er soleiðis háttað og andliga borið. Men í dag hendi tað. Dimma hevur eitt tílíkt á prenti. Tað er Høgni í Jákupsstovu, ið hevur drúgvar framleiðsluroyndir úr miðlaverðini, sum í dag ummælir Faroese Music Awards (FMA), ið miðla- og mentamastodontarnir báðir, grannahúsini Kringvarpið og Norðurlandahúsið, skipaðu fyri saman við Miðlahúsinum. Gjørdu vertirnir sítt besta, so gjørdu tónleikararnir sítt allarbesta. Tað undirstrikar ummælarin eisini, altso at tónleikararnir gjørdu sítt allarbesta. Men onkuntíð er tað ikki nóg mikið. Og her eri eg so rørandi samdur við ummælaranum. Sum sending, produkt, framleiðsla, var het

Dømikraft, dømikraft, dømikraft

Í einum miðili í intelektuella fedralandinum er ein sjónvarpssending um at duga á at skyna hús og býli og alt í hesum sambandi, tá familjur har í landinum eru boligsøgende . Við fyrimynd í hesum danska teveprogrammi, Beliggendhed beligghenhed beliggenhed , velji eg í dag yvirskriftina dømikraft, dømikraft, dømikraft. Tann visuelt sjónligi sjónvarpsjournalistur, sum traðkar inn í hvørja føroyska stovu, eigur at hava so mikið av dømikraft, at hann ikki fer í ein militerjakka beint av tjetenska frontinum, at tosa við russarar, sum fyri fyrstu ferð eru komnir ta longu leið til Føroya at halda forsetaval fyri Putin og teir á Kremli. Óansæð hvat merki militerjakkin er, er hetta manglandi dømikraft. Ikki bara hjá klædnaberanum, men eisini hjá fotografi, redaktøri og tíðindaleiðara. Har vóru fýra fyrisitingarligir jouranlistiskir instansir, ið ikki vístu dømikraft, tá teir komu inn í mína stovu. Dømikraft, dømikraft, dømikraft, dømikraft. Hinvegin kann eg ikki bara mær fyri at lata

Týskur stjørnukokkur dystast í KOKS

Í góðveðrinum fríggjadagin hin 18. august í fjør vitjaði týski sjónvarpskokkurin Tim Mälzer (f.1971) í køkinum hjá Koks í Kirkjubø. Ørindini vóru at dystast við einastu føroysku Michelinstjørnuna, Poul Andrias Ziska (f.1990). Við í ferðalagnum hevði Tim Mälzer eitt sjónvarpslið, sum gjørdi upptøkur til VOX sendingina Kitchen Impossible , sum í fjør vann Týsku Sjónvarpsvirðislønina, Der Deutsche Fernsehpreis 2017 . Føroyski parturin í røðini varð sendur í Týsklandi í kvøld.  Karmurin í sendingunum Kitchen Impossible er ein avbjóðing, har týski stjørnukokkurin verður sendur at vitja eitt fremmant land við eini matmentan, hann ikki hevur sæð ella smakkað fyrr, finnur eina góða staðbundna matskrá hjá einum virdum kokki, ger eftir henni við teim rávørum, honum eydnast at finna, og fær endaligan dóm frá einum paneli við smakkdómarum á staðnum. Heimafturkomin skifta Tim Mälzer og Johannes King (f.1963), sum eisini er týskur stjørnukokkur, orð um matin og úrslitið