Í góðveðrinum fríggjadagin hin 18. august í fjør vitjaði týski sjónvarpskokkurin Tim Mälzer (f.1971) í køkinum hjá Koks í Kirkjubø. Ørindini vóru at dystast við einastu føroysku Michelinstjørnuna, Poul Andrias Ziska (f.1990).
Við í ferðalagnum hevði Tim Mälzer eitt sjónvarpslið, sum gjørdi upptøkur til VOX sendingina Kitchen Impossible, sum í fjør vann Týsku Sjónvarpsvirðislønina, Der Deutsche Fernsehpreis 2017. Føroyski parturin í røðini varð sendur í Týsklandi í kvøld.
Karmurin í sendingunum Kitchen Impossible er ein avbjóðing, har týski stjørnukokkurin verður sendur at vitja eitt fremmant land við eini matmentan, hann ikki hevur sæð ella smakkað fyrr, finnur eina góða staðbundna matskrá hjá einum virdum kokki, ger eftir henni við teim rávørum, honum eydnast at finna, og fær endaligan dóm frá einum paneli við smakkdómarum á staðnum.
Tim muss fermentierten Fisch verarbeiten
Tim Mälzer landet bei seinem "Kitchen Impossible"-Duell im Restaurant "KOKS" auf den Färöer Inseln. Das Lokal ist weit über die Grenzen der Inselgruppe hinaus für seine traditionell nordischen Zutaten bekannt. Und eine große Tradition ist fermentierter Fisch. Damit hat Tim Mälzer aber so seine Probleme. Der riecht und schmeckt so gar nicht gut. Und dann kommt Tim auch noch ein wenig aus dem Konzept.
Á Facebooksíðuni hjá sendingini sæst eisini, at onkrir týskarar ikki vilja hyggja, tí í Føroyum drepa tey grind.
Fyrsta sending í røðini Kitchen Impossible varð send á jólum í 2014 og síggjaratølini eru eins og í øllum hansara sendingum met høg. Tim Mälzer hevur fyrr gjørt fleiri aðrar matsendingar í sjónvarpi, undirvíst og givið út bøkur um listarliga matgerð.
Mälzer er útbúgvin kokkur í Hamburg, har hann stovnaði matstovuna Bullerei í 2009. Longu í 2003 fór hann undur serstakliga undirhaldandi og upplýsandi sjónvarpssendingar, har matur og matgerð var í miðdeplinum. Eitt skifti arbeiddi hann á hotellinum Ritz og matstovuni Neal Street í London, har hann møtti Jamie Oliver, sum tá var ókendur kokkur.
Her síggjast nøkur av teim tólv, sum góðveðursdagin í august í fjør sótu í smakkdómarapanelinum í Kirkjubø.
Týska upptøkuliðið gjørdi fleiri samrøður við tey, sum sótu í gastronomiska smakkdómarapanelinum, m.a. um føroyska mentan, vinnu og tónleik.
Týska heimasíðan VOX sigur soleiðis um gastronomisku sjónvarpssendingina Kitchen Impossible, sum varð send í Týsklandi í kvøld:
Tim Mälzer muss sich großen Traditionen stellen
Die Färöer stehen für unberührte Natur und moderne nordische Küche. Daher freut sich Tim Mälzer auf seine erste Station bei seinem Duell gegen Johannes King. Aber ein Genuss wird das nicht. Er muss in dem einzigartigen Sternerestaurant KOKS von Poul Andrias Ziska kochen. Dieser interpretiert in seinem Edelrestaurant die jahrtausendealten kulinarischen Traditionen seines Landes. Ob sich der Spirit der Wikinger auch auf Tim überträgt?
Framleiðslufelagið VOX sigur, at innan føroysku matsendingina var Mälzer í USA, og í næstu sending fer hann til Fraklands at taka við enn eini gastronomiskari avbjóðing.
Og so eru stundir at klippa og koyra aftur til Havnar, meðan angin av nýslignum grasi kitlar í næsunum.