Skip to main content

Posts

Glæsiligt hátíðarhald í Janusargøtu

Heimskendi arkitekturin, Bjarke Ingels, 43, kundi sóla sær inni í atriumhjarnanum í Janusargøtu í Marknagili í dag, tá størsta verkætlan í føroyskari skúlasøgu, arkitektoniska meldurhvirlan Glasir  varð handað Føroya fólki, umboðað av Rigmor Dam, landstýriskvinnu við mentamálum. Talt varð við dyrnar og tilsamans 3500 fólk vitjaðu skúlan meðan opið var, tó ikki meir enn 1900 í senn. Kringvarpið stroymaði frá tiltakinum og landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro, stóð fyri handanini. - Seks ár eru nú liðin, síðani vit høvdu lisitatión til hesa framúr spennandi verkætlan, sum vit eru sera errin av at hava fingið upp at standa. Hetta er eisini uttan iva tann mest kompliseraða verkætlan, sum er gjørd her á landi, tá vit hugsa um serstaka sniðið, stórslidna arkitekturin og støddina á bygninginum, segði Ewald Kjølbro. Hann upplýsti, at kostnaðurin fyri bygningin, ið er umleið 19.500 fermetrar til støddar, er settur at vera 636,5 milliónir krónur. Hetta svarar til 32.600 krónur, tá