Skip to main content

Posts

Cinema romance í Flógvanum

Eir í Ólavsstovu hevur gjørt ein frálíkan dokumentarfilm Havið - kærleiki umborð (42 min) um útróðrarparið Sonna av Eiði og Jenny úr Vík. Fyrst ein rættuliga vanligur útróðrarfilmur av close-up portrettslagnum við varisligum aldum á Norðhavinum í baksýni, og av handahógvi merktum tónleiki afturvið, í so nógvum tónleiki, og so ljóðupptøkum, ið eru eitt sindur illa stýrdar, tí tað mesta er so impromptu og púra óvæntað á parlagsdekkinum. Hetta er  cinema útróður romance  og so vanliga skiftið til bindiklubban harheima. Yviri í Gjógv sita tær allar, flestu úr Vík, inni í gomlu húsunum hjá Ova, giti eg, eftir útsiktini móti bygdini at døma. Men so skiftur konventionelli útróðrarfilmurin spor og fær luft undir veingirnar. Fyrst fara vit við teimum at fiska síl suðuri á Vatni við ommu- og abbabørnum í kampingvogni, og so aftur til Eiðis at tosa um samfelagsliga kreppu í 89, bátin hjá eldra beiggjanum Trygva, og síðan svára lívskreppu á persónliga planinum, brennivín og heila molevittið

Gunvør og Osvald kanna lesiførleikan

Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum fyrr hava gjørt hópin av Súlutilfari til byrjunarundirvísing í fólkaskúlanum, hava nú eisini gjørt Eftirmetingartilfar til fyrstu lesi- og stavimenningina . Tilfarið varð lagt fram á samkomu, sum Mentamálaráðið skipaði fyri í Námi týsdagin. Talan er um spildurnýtt føroyskt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum í 1. og 2. flokki at meta um lesi- og staviførleikan hjá smæstu næmingunum. Endamálið er at fáa skilgreinað júst hvørjum stigi næmingurin er á, fyri betur at fáa hjálpt honum víðari í undirvísingini. - Hetta hevur verið eitt stórt, drúgt og umfatandi arbeiði, og vit fegnast um, at tað nú er borið á mál. Eftirmetingartilfarið skal síggjast sum ein hjálp og eitt nyttugt arbeiðsamboð hjá lærarum í innskúlingini, sum við hesum lættari kunnu tryggja einstaka næminginum bestu undirvísingina, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Mentamálaráðnum. Nýggja, føroyska eftirmetingartilfarið er grundað á altjóða gransking, og harti

Hjartaslátturin í Pressuni ein fríggjamorgun

Einki er so óstuttligt sum endursent skemt. Tað var mín fyrsta landkenning á vesinum meðan morgunútvarpið gekk. Men so spæla tær báðar, hon við hofreportararøddini og hon við steiningarlagnum, Stjørnurnar blinka við Maluni Thomsen og einzweidrei eri eg í jólalag. Keypi morgunbreyð frá enn eini kvinnu í Morgunmylnuni, sum hvørki er við Myllutjørn ella Klingurstjørn, og verið myntur á jólini, tí har hava tey kalendarar uppá tilboð, ein til bý ein til bygd. Jólini eru komin fyri fátøk og rík. Øssur, einasti free lancari sum ikki ger bíligar tónleikasendingar fyri Kringvarpið, er farin út um Stóragarð og Ringvegin, hevur slept høvuðsstaðnum við Kringvarpsbastiónini og er farin heilt inn á Skálafjørðin at hitta privatmiðilin R7, sum heldur til í Saltangará, tá hann ikki sendur úr Skiparaborgini sunnanfyri ringin har suðuri í Havn. Og á nýggja Føroyakortinum, sum vit enn ikki hava loyvi til at prenta á føroyskum í okkara egnu bókum í okkara egnu skúlum, kunnu vit sígga, hvar tað er

Ísrael á breddan

Aftur í ár hevur Ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn útvegað tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum. Ísraelsku filmsdagarnir, sum eru almennir og ikki krevja nakran limaskap, verða í Havnar Bio í døgunum 12. - 14. november. Kendastur er filmurin Foxtrot (Samuel Maoz 2017), sum verður sýndur mikudagin 14. november kl 20. Í Tel Aviv eru hjúnini Michael og Dafna í døpurhuga eftir at hernaðarmyndugleikarnir hava borið teimum boðini um, at sonurin, Jonathan, er deyður í krígnum. Akkurát hvussu hann er fallin og hvar líkið av soninum er, fáa foreldrini ikki at vita. Mamman fær straks okkurt sissandi, meðan pápin verður í øðini og fer at leita í fortíðini og sambandinum við mammuna. Í altjóða høpi er Foxtrot einasti filmur úr Ísrael, ið hevur fingið so nógva umrøðu og rósandi ummæli, at hann at enda varð skotin upp at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur í fjør. Foxtrot vann dómsnevndarvirðislønina í Venezia í fjør, har leikstjórin fekk fyrstu

Puigdemont í Føroyum

- Tað eru nógv ár síðani eg fekk áhuga fyri Føroyum, og eg vil fegin vitja tykkara vakra land, segði 55 ára gamli Carles Puigdemont úr Girona í Katalonia, tá Magni Arge hitti hann í januar í ár. Og nú er hann komin, ikki úr Katalonia, men úr Belgia, har han býr í útlegd. Umframt at vera politikari, hevur Puidgemont eisini verið journalistur. Hann var borgarstjóri í Girona frá 2007 til 2016 og forseti í Katalonia frá januar í 2016 til oktober í 2017, tá spanska stjórnin í Madrid koyrdi hann frá, tí hann lýsti  declaració d'independència de Catalunya , katalonsku frælsisyvirlýsingina. Við fimm ráðharrum úr katalonsku ríkisstjórnini flýddi hann til Belgia. Myndina av Carles Puigdemont tók eg í dag í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir at hann hevði fingið sær kaffi og miðmála frá Smakka.   Magni Arge, Fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, var sjáldsama fermur orðstýrari, tá fyrrverandi forsetin, Carles Puigdemont, umboðaði Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarr