Skip to main content

Hjartaslátturin í Pressuni ein fríggjamorgun


Einki er so óstuttligt sum endursent skemt. Tað var mín fyrsta landkenning á vesinum meðan morgunútvarpið gekk. Men so spæla tær báðar, hon við hofreportararøddini og hon við steiningarlagnum, Stjørnurnar blinka við Maluni Thomsen og einzweidrei eri eg í jólalag. Keypi morgunbreyð frá enn eini kvinnu í Morgunmylnuni, sum hvørki er við Myllutjørn ella Klingurstjørn, og verið myntur á jólini, tí har hava tey kalendarar uppá tilboð, ein til bý ein til bygd. Jólini eru komin fyri fátøk og rík.


Øssur, einasti free lancari sum ikki ger bíligar tónleikasendingar fyri Kringvarpið, er farin út um Stóragarð og Ringvegin, hevur slept høvuðsstaðnum við Kringvarpsbastiónini og er farin heilt inn á Skálafjørðin at hitta privatmiðilin R7, sum heldur til í Saltangará, tá hann ikki sendur úr Skiparaborgini sunnanfyri ringin har suðuri í Havn. Og á nýggja Føroyakortinum, sum vit enn ikki hava loyvi til at prenta á føroyskum í okkara egnu bókum í okkara egnu skúlum, kunnu vit sígga, hvar tað er í endaleysu røðini av smánøvnum á eystara armi á bíbilska vinnulívsarminum, og á Sprotanum síggja, hvussu bendingarsniðini eru í fleirtali í óbundnum hvørjumfalli. Í nýkonformu victoriansku Eftirlitsføroyum er fantastiskt at kunna trína út í dagin, knappa brúnjakkan og sanna, at fleiri navna- og bendingaformar eru loyvdir og hava sama virði, bara ikki Irdi. Men ikki eitt orð um hana á hesum sinni. Tí nú sigur landstýriskvinnan í ljóðringari telefon við Pressuna, at hon vil eisini hava talufrælsi, eins og Óli, men tað heldur blaðstjórin á Dimmu ikki. Jón Brian, sum journalistiskt er breiður og upplýstur, sigur at Fjølmiðlanevndin verður mett sum ein reinur viðfáningur, so stórur, at R7 sigur seg ikki tíma at brúka hann, viðfáningin. Tá er hon tóm og nyttuleys, Fjølmiðlanevndin. Eivind roynir at tala teirra søk har inni í Eysturoynni, smámannasøkina sum í Olsen Banden, men illa gongst. Petur stjóri er eisini við fimmmannaborðið í Saltangará og konstaterar, at Óli er Óli, og at mest sum allar sendingar eru laiv. Greitt er at áðurnevndi sendingavertur, Óli, er gulleggið hjá R7 at fáa lurtarar og lýsarar, og ikki, als ikki, at víðka um føroyska talufrælsið, sigur hann við Øssur, sum í dag er innboðin vertur, næstan í Heiðunum. - At kæra hvønn annan er syrgiligt og symptom uppá ein ov ójavnan miðlaheim, sigur Jón Brian, sum avgjørt var mest áhugaverdur í KvF-R7 dystinum av Skálafjørðinum í dag.

Beinleiðis sending er deiliga óforútsigilig, men ikki minni óforútsigilig enn tær beinleiðis sendingar, sum eru úr bestu studiofasilitetum suðuri í Sortudíki, tí har henda eins nógv óvæntaði inntriv, fyri ikki at siga mistøk, sum í dagsin beinleiðis sending. Tað er líkasum náttúran og dýnamikkurin í laiv sendingum. Avbjóðingin er altíð at minka mest møguligt um slíkar ónollur, men hetta er beinleiðis útvarp. Tað er enn landsins fremsti miðil, beinleiðis útvarp, við livandi kjaki, sum úr útryðjuni víðkar um vitan, talufrælsi og fólkaræði. Allur heiður hiðani til útvarp, beinleiðis livandi útvarp. Bravo!

Við nøkrum, ið kallast Ketu-matur, varð nomið við vísundaliga grundaða vitan, og - kanska óvæntað - gjørdist hetta krúnan á verkinum í telefonpráti við formannin í Fólkaheilsuráðnum, Magna Mohr, sum vann eina miðlaheiðursløn herfyri. Hann ynskti, at journalistar menna eitt filtur, sum dregur tað populistiska og peningaliga frá tí vísindaliga grundaða tilfarinum. Men tað er ikki uttan mótspurningar frá vertinum, Øssur, og reflekterandi viðmerkingum frá Jón Brian. Eg meini so við - seta filtur á journalistar, sum eru í luftini og tað beinleiðis uttan himpr? Nei tú, tað gongur ikki. Og tað skal tað heldur ikki. Tí tað er eisini hjartaslátturin í journalistikki av útvarpsslagnum. Frálíkur táttur í frálíkari sending. Aftur bravo!

Annað er, at smáir miðlar siga seg ikki hava ráð til serfrøðingar og teirra háttalag. Men um Keto-matur varð skiftur um við fisk, so hevði fokus kanska verið okkurt annað. Soleiðis skilti eg Jón Brian í fartinum. Og hann forsikraði okkum um, at hansara telefonir eru ikki kynsstýrdar, nú fjøllini verða gingin og eingin fast at úttala seg í heystferiuni. Tað kann so standa til trúgvandi, sum norðmaðurin segði. Trúvirði er altíð ein samráðingarspurningur. Eingin dystur er betri enn hin seinasti. Soleiðis skal tað vera.

At enda verða Petur og Eivind takkaðir fyri góðan vertskap. Endamyndina av føroyska journalistanestor tók eg uttan loyvi síðsta fríggjadag í Norðurlandahúsinum. Vónandi er tað í lagi, nú eg takki fyri frálíka livandi útvarp og eina góða sending - og ynski gott vikuskifti!