Skip to main content

Posts

Áarstova er eitt greitt konsept

- Tá ið tað snýr seg um at branda og marknaðarføra eina matstovu, er tað sera umráðandi, at matstovan hevur eitt greitt og týðiligt konsept, sigur Ann Krista í Dali, til vinstru við gluggan í Áarstovu. Hinir eru verturin og matstovuleiðarin, John Mikkelsen, og samskiparin og íverksetarin, Johan Mortensen, sum báðir hava umsitið Gastronomiska Kalendaran Heima í Havn síðan 2011. - Tað skal ikki vera nakar ivi um, hvat fyri slag av matstovu, talan er um. Tá er tað bæði stuttligari og lættari at marknaðarføra hana, sigur Ann Krista, ið nýliga er byrjað sum Digital Marketing Manager hjá samtakinum Gist & Vist, ið eigur fleiri matstovur og hotell, fyrst og fremst í Havn. Av matstovugestum, koma teir allarflestu í Áarstovu, sum leingi hevur verið ovast á listanum hjá Tripadvisor yvir matstovur í høvuðsstaðnum. Vit eru møtt í Áarstovu, har Jógvan Winther Poulsen, kokkanæmingur, Svein Krogh Johansen, kokkur, John Mikkelsen, vertur, og Ann Krista í Dali, talgildur marknaðarleið

Siga tit Klæni og Kubbi ella Gøg og Gokke?

Ofta verða altjóða filmar og bøkur umrødd herheima við danska heitinum. Til dømis De Ti Bud ella Gøgereden , sum kunnu verða nokkso stuttlig heiti at brúka í føroyskum teksti, skal ein ikki gera seg sekan í sitatfuski, tá fakfólk tosa um film og bøkur. Nú eru tað Gøg og Gokke ella Klæni og Kubbi . Hvussu siga tit? Fyri fyrstu fer í allari søguni um film er lívið hjá klæna bretanum Stan Laurel (1890-1965) og tjúkka amerikanaranum Oliver Hardy (1892-1957) gjørt til spælifilm. Upprunaheitið á nýggja filminum er fornøvnini á teim um báðum Stan & Ollie . Teir vóru frammi í slapstick sjangruni frá 1927 til 1955, og eru helst kendasta par á filmi í allari søguni, fyri ikki um at tala í føðingardøgum, tá super 8 filmar vóru í mongum heimum kring landið, tí páparnir sum sigldu úti, keyptu apparatini og filmarnar til mikla fragd fyri heimafólkið. Smalu filmarnir vóru uttan ljóð, bara larmurin frá filmsapparatinum hoyrdist. Okkara æt Fuji og var av slagnum single 8. Sum so mangt er

Filmsfepur í februar

Hetta er filmurin eg fyrst og fremst vil viðmæla filmshugaðum fólki at síggja í februar, svenski Korparna , sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum á middegi, klokkan tólv, týsdagin hin 26. februar. Nýggi filmurin, sum byggir á samnevndu skaldsøguna hjá Thomas Bannerhed frá 2011, fer fram á einum svenskum bóndagarði í sjeytiárunum. Óstortligi pápin vil hava sonin at taka við garðinum, men áhugamálini hjá soninum sampakka illa við pápans. Ein kørg, men serstakliga sterk søga, sum longu frá byrjan ber boð um, at leikstjórin er pressufotografur og hevur serliga gott eyga at lýsa tjúkka akurin og lendið, sum hóast vakurt, er merkt av duldum maktum, ið ikki á nakran hátt koma at tana bóndans søk. Í berari ómegd ger hin gamli skaða á seg sjálvan í eini patetiskari roynd at sleppa at vera á garðinum. Ein visuelt hugtakandi søga. Aldri áður havi eg sæð so langa filmskrá í stytsta mánaði, februar. Tað gongur slag í slag. Mikudagin trettanda februar vísur Filmsfelagið hin Oscartilnevnda l

Gráa gullið er gott!

Brilljanta sangarinnan, sum var at hoyra í hvørjum bygdabili í sjeyti- og áttatiárunum, Linda Ronstadt, er enn frammi og reiðiliga tað. Gamaní ikki sum sangarinnan, men 72 ára gomul, parkinsonrakt í mong ár, og  ikki sungið alment í tíggju ár, kundi hon í sunnudagsmorgunsjónvarpi hjá CBS siga frá um eitt virkið lív, sum enn ikki er brent út ella brent av. Og lagnum bilar einki. Í samrøðuni við sunnudagsvertin sigur Linda Ronstadt, at hon syngur innantanna: "I sing in my brain all the time. It’s not quite the same as doing it physically. There’s a physical feeling in singing that’s just like skiing down a hill. Except better, because I’m not a very good skier.” Nú fer hon aftur til 1980 og gevur út eina konsert frá Hollywood, sum HBO tók upp hetta árið, tá hon var uppá tað allar besta. Klikk á myndina omanfyri, ella á nýlanseraðu Spotifyplátuna til høgru á blogginum - og mest av øllum gleð teg til eitt lív við gráum gulli!

Er tað ein dygd at verða síðst?

Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi. Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngera tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað og funnin ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi. Hvørki kl 17 í landsfíggjaða lisens- og public service útvarpinum, ella kl 19 í eins almentfíggjaðu Degi og Viku fingu lisensgjaldarar sum tað fyrsta at vita um prekeru støðuna, sum privatu miðlarnir høvdu snoddað seg fram til fyrr um dagin. Til dømis við at byggja á hesi ikki sørt hevdvunnu dagstíðindi, eins og mangan verður bygt á útlendska DR, sum nokkso fast er almenna føroyska eygað út í heim, um also Ekstrablaðið ikki er t

Olaf finnur ein penn, sum lýsir

Hann lýsir heilt út í tún! Olaf hevur funnið ein penn, sum lýsir í myrkrinum og út í kavan, tá tú koyrir hurðina upp út á terrassuna í Tórsbyrgi. Tað var í gjárkvøldið at Olaf, Marjun og Hanus vóru til døgurða, tí nú er nógv at ráðleggja sum dagarnir koma. Í dag fyllir Olaf tvey ár og er størri og vaksnari enn nakrantíð fyrr. Einki er sum at fáa ein abbason. Á, denn náði. Til lukku við honum, tit bæði. Og annars vit øll! Her er Olaf farin uppá loftið at kanna fløgur og bond hjá abbanum. Fløgur eftir bókstavaraðnum og háteknologisk dat bond, sum eingin brúkar longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Lukkutíð kemur hon aftur, tíðin. Til dømis við einum abbasoni. Álvarsligur er hann, eisini tá hann fer niðurundiraftur og setur seg við sofaborðið við Pinocchio-figurunum. So er tað, at Olaf fer í brandgulu Lübecktaskuna hjá abba eftir telduni, sum altíð plagar at vera har. Men nei, har er eingin telda í dag. Hvar er hon? Hvar er teldan, hon við øllum teim føroysku sa

Listin er ikki til sølu

Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd. Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum gongur savn av savni at ummæla modernaða list fyri fremstu miðlar, til hann rennir seg í so fløktar samansvørjingar, at hann má endurskoða bæði tilveru og leiklut sum ummælari. Til ovseint er hjá mest sum øllum. Ein ókendur málari, Vetril Dease, er deyður og verður av tilvild funnin. Hóast hin deyði hevur sagt, at einki skal seljast, er freistingin ov stór, og hann verður heitasta navn hjá kuratorum

Falstíðindi hótta fólkaræði

38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku. - We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London, har hon hevur sett falstíðindi og keldukritikk á skrá fyri skúlafólki og undirvísarum, eisini úr Føroyum. Falstíðindi er fremsta evni hjá fleiri stevnumyndarum, policy makers , sum eru á Bett Show í London í ár. Falstíðindi er ikki bara eitt journalistiskt fyribrigdi í tíðindafloyminum, sum vit vaksnu kunnu tendra og sløkkja fyri, men eisini eitt vandamál hjá børnum og teirra vælveru,