Skip to main content

Posts

Har heimleys hava navn

Hetta er Modou Diagne úr Senegal, avmyndaður í matstovuni 111 by Modou í Glasgowforstaðnum, Kelvinside, fríggjakvøldið.  Átjan ára gamal kom hann úr Spania til Skotlands í 2013. Heimleysur, við tveyhundrað pundum í lummanum. Eftir tíggju dagar in the rough kom Modou í samband við eina kirkju, ið hevði tað kall, at vera um heimleys. Har fekk hann shelter og søkti arbeiði í eitt ár, men fekk einki, tí hann dugdi ikki málið. Á netinum sá hann eina lýsing frá Nico Simeone, sum hevði tørv á einum kitchen porter á matstovuni 111. Modou søkti í stundini og fekk starvið, tí eigarin var hugtikin av høga arbeiðsmoralinum, sum tó ikki bygdi á vesturlendskan kunnleika um fínari matgerð og at eta úti við knívi og gaffli.  Enn einaferð er tað sum at lesa fyrstu søguna hjá George Orwell, Down and out in Paris and London (1933), har høvundurin, sum gamaní var úr frægari korum, lýsir fátækradømi, meðan hann arbeiðir seg gjøgnum stórbýarkøkarnar.  Nico Simeone, ið er av italskari ætt, men føddur og v

Hvat sigur Javnaðarflokkurin?

Hevur landsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, Føroya so nógv best skipaða flokki - við Landsstevnu, Landsfundi, Floksleiðslu, Starvsnevnd og Floksstjórn - onga útmelding um førda javnaðarpolitikkin í høvuðsstaðnum, nú hann setur miðbýin, Mentanargøtuna og bygningarnar, sum har eru, til sølu?  Og hevur Javnaðarflokkurin eftirlit við, um allir valdir javnaðarpolitikarar halda grein tvey í landslóg fyri Javnaðarflokkin í allar verðini, sum sigur:  ”Endamál Javnaðarfloksins er at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund” -?  Nei, eg bara spyrji í stillari undran…úr Havn, um nakar skuldi ivast.

Hvør eigur miðbýin?

Eftir at hava hoyrt mín góða vin, Heðin Mortensen, greiða frá í Degi og Viku í gjárkvøldið, at nú fór hann at selja miðbýin , og mín eins góða vin, Albert Isfeld, opponera móti hesum hugskoti, sum er at selja alt undan okkum, fór eg ørkymlaður eitt rend til Klaksvíkar í morgun at stilla nervarnar.  Kanska var tað eitt tekin í tíðini, at inni í bjórsøluni hjá Einari Waag møtti eg fyrrverandi landstýriskvinnuni, Elsebeth, og kundi staðfesta, at hon var eins upptikin og eg av hesi sølu og bygging yvirhøvur, hvør skal skipa fyri og rinda, og hvussu royna summi at sleppa sær bíligast, helst fyri einki, úr stórskreytandi byggimálum. Vit tosaðu samtykkjandi um, at kommunalu myndugleikarnir her á staðnum fylla okkum útsiktina við einum risa stórum kappróðrarneysti, sum her inni á botninum skal binda býin saman, og draga øll hini í Klaksvík við sær, so vit fáa lív í ungdómstryggjaða býin. Tað hevði ikki hent í Havn. Jú, hóast allir hesir andskræmiligu kassar, ið stinga seg upp alla staðni í Kla

Lassi Klein er nýggja stjørnan á Søllerød Kro

  Lasse Klein er ikki eitt ókent navn í politisku søgu Føroya. Men átjan ára gamli Lassi Havsteinsson Klein, sum er uppkallaður eftir abbanum, og sonur prestin á Sandi, skrivaði søgu, tá hann í summar slapp í kokkalæru á Michelin matstovuni Søllerød Kro hjá kenda matstovuleiðaranum Jan Restorff í Holte norðan fyri Keypmannahavn. Nú hevur hann endaliga skrivað undir lærusáttmálan og skal byrja 31. august í ár. Lærumeistari er Brian Mark Hansen, ið er Bocuse d’or vinnari 2022, sum merkir at hann er millum heimsins bestu kokkar. Ungi Lassi er føddur í Stavanger og uppvaksin í Tansania, í Miðvági og á Sandi. Mamman er Beinta Klein. Umframt at sleppa í kokkalæru, upplivdi hann beint framman undan ta eydnu, at verða giftur við Margrethu Eilersdóttir av Argjum, sum starvast á hotellinum Brandan. - Eg var tríggjar dagar í prøvatíð í næstsíðstu viku á Kro'ini. Tað var mikudag til fríggjadag. Tað gekk super. Tá mín prøvatíð var liðug, fekk eg eitt lítið prát við høvðuskokkin, Brian Mark Hans

Uppskot til Tjóðpallin

Laia er katalanskur sjónvarpsfilmur frá 2016, sum eg sá á Netflix í gjár. Leikstjóri er Lluís Danés. Ein spanskur biograffilmur varð gjørdur úr somu søgu í 1972.  Tey, sum í hesum døgum ferðast til Barcelona, og hava áhuga fyri filmi og bókmentum sum sólarbót, hava ivaleyst varnast katalonska rithøvundan Salvador Espiru, sum doyði 71 ára gamal í 1985. Ferðast tey ikki, so kunnu tey kortini í friði og náðum seta seg heima við sjónvarpið og lata seg flyta í rúm og stað - ferðast, sum vit kalla tað transformeringina - ið tekur teg við út í heim. Í somáta er biografur og sjónvarp fremsti kappingarneyti hjá ferðafólkavinnuni. So jú, kanska skal filmsvinnan hava part í øllum teim ferðaavgjøldum á lørifti, skíggja og haga, sum politikarar og aðrir bøndir við jøvnum millumbilum billa okkum inn, so vit ikki gloyma teir og ta føroyska bóndamentan, ið var undan Feðgum á ferð . Well, við Mirandu Gas í høvuðsleiklutinum eru vit í filminum Laia í einum mytologiskum, í løtum monokromum, umhvørvi, í

Parlevliet á fjørðinum

  Um dagarnar kom eitt av smærru skipunum hjá Parlevliet & Van der Plas fram við køksvindeyganum og fór niðan gjøgnum fjørðin. Tað sæst á skorsteininum, har PP stendur skrivað.  Tað gevur mær høvi at leita aftur til greinina um niðurlendsku fyritøkuna, sum journalisturin Bart van der Pol úr Katwijk gav mær í enskari týðing at seta á bloggin í fjør heyst.  Møtti honum í Nashville í 1997, har vit vóru á Country Radio Broadcasters Seminar í Grand Ole Opry og skiftu um fløgur frá Tutl.  Síðan eg uppdagaði, hvar hann búði, havi eg ligið á kroppinum á honum um at skriva føroyingum eitt persónligt ferðabræv um at vera granni hjá Parlevliet og van der Plas familjuni.  Nú hepnaðist ein møguleiki, hóast hansara partur bara var týðingararbeiði úr niðurlendskum í enskt: Hvussu Katwijk legði høvini undir seg. Familjufyritøkan Parlevliet & Van der Plas gjørdist heimsmeistari gjøgnum lobbyarbeiði og sølu av fiskirættindum Birkblog 17. oktober 2021 Mynd av bryggjuni í Klaksvík har stropparnir

Er arbeiðarin løn sína verdur?

  Í fleiri førum verða bíbilsku orðini um, at arbeiðarin er løn sína verdur, ógyldað og tikin frá honum.  Nýggjasta dømið um hevdvunnið starv, sum ikki ber løn í sær, verður aftur almannakunngjørt á síðunum hjá Landstýrinum. Tað er ókeypis arbeiðið á bonaðu gólvunum á føroysku sendistovunum, sum tekur støði í tankanum stagiaire. At loysa ein annan av fyri einki. Tað kann vera ein ókendur kokkur í altjóða køkinum, ella ein amtørsúklari á professionellari kappsúklu í tí franska. Stagiaire. Ókeypis at loysa av.  Danska Rithøvundafelagið hevur beint nú gjørt kanning um tað sama, at arbeiða fyri einki, altso onga løn yvirhøvur, fyri tað víða og breiða samskiftisarbeiði, sum rithøvundar lata seg brúka til. Felagið hevur lýst vandamálið í 25 samrøðum millum limir. Høvundurin Knud Romer sigur í Politiken, at hann er ikki fremmandur fyri at arbeiða ókeypis, og gevur dømi um tað í blaðnum. Turrisliga sigur hann um kanningina hjá Rithøvundafelagnum, at helst er tað bara tey, ið gjørdu kanningin,

Matmarknaður í Vágsbotni

Her er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen avmynda frammanfyri reyða vogninum hjá Sólfinni Danielsen við nátúrvíni sunnudagin á nýggja plattinum í Vágsbotni, har hon samskipaði Matmarknað við hágóðskuvørum. - Her er bara føroyskur matur, sigur Sunniva, sum hevur Matkovan, og vísur á nýskapandi tebrøv við eksotiskum smakki. Matmarknaðurin er fyrsta royndin, tað eg veit, í hesum nýggja umhvørvi í krossfeltinum millum Hvonn, Tarv, Eta og Sirkus, eftir at fólkahetjan Nólsoyar Páll varð tikin niður, og nú verður settur upp aftur á einum steini ein metur ella so úr landi í sama umhvørvi. - Vit hava havt nakrar marknaðir fyrr, og ætlanin er at skipa fyri fleiri marknaðum um árið, at skapa kontinuitet, so bæði framleiðarar og keyparar vita um marknaðin, sigur Sunniva.  - Matmarknaðirnir eru bæði eitt gott høvi og ein góður staður hjá keyparum at finna staðbundnar vørur í árstíðini, vit eru í, og at stuðla framleiðarunum beinleiðis. At framleiðarar og keyparar hitta hvønn annan á marknaðinum, frem