Hetta er Modou Diagne úr Senegal, avmyndaður í matstovuni 111 by Modou í Glasgowforstaðnum, Kelvinside, fríggjakvøldið.
Átjan ára gamal kom hann úr Spania til Skotlands í 2013. Heimleysur, við tveyhundrað pundum í lummanum. Eftir tíggju dagar in the rough kom Modou í samband við eina kirkju, ið hevði tað kall, at vera um heimleys. Har fekk hann shelter og søkti arbeiði í eitt ár, men fekk einki, tí hann dugdi ikki málið. Á netinum sá hann eina lýsing frá Nico Simeone, sum hevði tørv á einum kitchen porter á matstovuni 111. Modou søkti í stundini og fekk starvið, tí eigarin var hugtikin av høga arbeiðsmoralinum, sum tó ikki bygdi á vesturlendskan kunnleika um fínari matgerð og at eta úti við knívi og gaffli.
Enn einaferð er tað sum at lesa fyrstu søguna hjá George Orwell, Down and out in Paris and London (1933), har høvundurin, sum gamaní var úr frægari korum, lýsir fátækradømi, meðan hann arbeiðir seg gjøgnum stórbýarkøkarnar.
Nico Simeone, ið er av italskari ætt, men føddur og virkin í Glasgow, setur Modou í starv á eksperimenterandi matstovuni 111 by Nico, sum er fyrsta perla í núverandi samtakinum Six by Nico. Tá franchise virksemið eftir seks árum hevur breitt seg til býir sum London og Dublin, og sjeynda matstovan skal læta upp, velur Nico hvørki meir ella minni enn at geva, forera, heimleysa flóttanum, Modou, upprunamatstovuna í Kelvinside - fyri einki.
Har sat eg fríggjakvøldið og kundi sanna, at hvørt kvøld er fulsett og at virðislønir eru komnar í hús.
Ikki er tað sørt, at gerandisligi poppynskidreymurin hjá U2 um tær navnleysu gøturnar frá 1987, helst í Belfast, men kanska í einum hugsaðum Nirvanahimmali, hjá írsku profetunum ringja í oyrunum sum ein anthem, tá eg havi sett meg við bílagda borðið í 111 by Modou. Navnið er eftir gøtunummarinum í Kelvinside í vestaru útryðjuni á skotska stórbýnum, Glasgow, sum einaferð var hin næststørsti í Sameinda kongsríkinum.
Forstaðurin og áin eru kallað eftir Lord Kelvin, sum eins og gøtusangurin hjá írsku U2 varð føddur í Belfast, fyri útvíð 200 árum síðan, men hevði sítt granskingarvirksemi eins og riðilin av øðrum uppfinnarum og merkisverdum undangongufólki, her í Glasgow.
Í hesum sethúsaforstaði er alt so fjart og friðarligt, at her fert tú ikki uttan ørindi.
- Ja, tað eru dreingirnir, the boys, sigur Modou, lítillátin úr køkinum, tá eg fríggjakvøldið rósi honum fyri fiskin og annars alla matskránna og vínið, sum av einslistum er parað afturvið. Vit hava avtalað eitt prát og at taka myndir við telefonini.
Byrjað varð við ceviche úr makreli og royktari knæsbót av svíni, sum í báðum førum vóru so vælsmakkandi, at eg ikki varnaðist vælskonkta vínið, ið gleið niður afturvið. So kom eitt glas av varisligum pinot noir á borðið saman við mánadúgvu, alberiño parað við hummara í ravioli, sjóáburru afturvið italskum gavi, hjartartjógv við dosset og spiced lamb belly við rugara víni úr sama landi. Omaná var jogurt parfait, kaffi og eitt glas av Bunnahabhain.
- Eg eri fegin um, at tú læs um meg í bløðunum, sigur ein varisliga fryntligur Moudou, sum úr ongum hevur skapt sær eitt navn her í bynum.
Hjá mær er tað ein góð kensla at fara hiðani. Serliga tá hýruvognsførarin spyr, hvussu eg hoyrdi um henda stað í tí fjara.