11.12.14

Silje úr Tróndheimi vitjar


Norska Silje Engeness er innbodni dómsnevndarlimurin í ár, sum saman við Sif Gunnarsdóttir, Jan Berg Jørgensen, Marjun Niclasen og mær sjálvum, skal taka dagar í millum, hvør av teim tíggju stuttfilmunum, ið kappast um Geytan, er hin besti.


Silje, sum hevur lisið dramaturgi í Aarhus, varð í januar í ár sett í starv at leiða altjóða filmsstevnuna Kosmorama í triðstørsta norska býnum, Tróndheimi, ið er vinabýur við Klaksvík. Norska filmstevnan, sum er á hvørjum ári í mars, hevur í ár tíggju ár á baki. - Her búgva 170.000 fólk, og vit hava selt tilsamans 18.000 atgongumerki teir seks dagarnar, filmsstevnan var í ár, sigur Silje, sum fegin vil hava samstarv við føroyingar innan film og grafikk. - Setningurin hevur verið at gera ein spælifilm í hesum øki og tað hevur eydnast eftir tíggju árum. Mín egni setningur verður nú, at klára at gera ein nýggjan spælifilm, sum kann verða frumsýndur til filmstevnuna fimta hvørt ár! Umframt norskan film, leggur filmstevnan Kosmorama seg eftir at vísa listarliga áhugaverdan spælifilm úr allari verðini.


Silje vitjaði í Havnar Bio, har Jákup Eli Jacobsen vísti fram einastu biografhøli í býnum, har Hobbin, eins og í øllum øðrum stórbýum, gongur í tvey- og trívídd í hesum døgum. Serliga fegin varð Silje um at Havnar Bio fer at vísa svenska filmin Force Majeure (Ruben Östlund 2014) mikukvøldið 18. februar. Tað var í júst hesum hølum, at Filmslistafelagið varð stovnað 7. oktober í 1962 og fyrsta síða í talmerktu gerðabókini varð skrivað.


Aftaná biografvitjanina í miðbýnum vitjaðu vit í Steinprenti á Skálatrøð, har Svend-Allan Sørensen (f. 1975) arbeiðir við grafiskum prentum. Í mai í ár fekk Svend-Allan H.M. Dronning Sonjas kunstnerstipend, sum er 400.000 norskar krónur og helst er størsta listavirðisløn á okkara leiðum. Virðislønin verður latin pappírslist annaðhvørt ár. Virðisløntu prentini hjá Svend-Allan eru gjørd í Steinprenti, har Jan Andersson og konan Fríða Matras Brekku eru leiðarar og fegin vísa ferðafólki runt.


Silje vitjaði eisini í Mentamálaráðnum, har hon hitti Poul Geert Hansen, aðalstjóra, sum fyri mongum árum síðani ummælti skaldsøguna Tað heita summarið (Høgni av Heiði 1987), og sum eg sjálvur helt var hin mest filmiska av øllum føroyskum skaldsøgum, skal tað koma ann uppá tað. Livst so spyrst. Men annars greiddi Silje frá um fleiri møguleikar fyri mentanarligum samstarvi millum Tróndheim og Føroyar, tá umræður allar tættir í filmsgerð, serliga í fábygdum øki.


Og so bjóðaði starvsfelagin Sigfríður turra grind, fisk, spik og epli. Nú er bara eftira at avdúka hvør vinnur ársins Geyta og hvussu grundgivið verður. Tað verður aftaná klokkan sjey í kvøld.