Skip to main content

Country og koncept


Svend-Allan Sørensen (f. 1975), sum er útbúgvin á Det Fynske Kunstakademi í 2002, arbeiðir í hesum døgum í Steinprenti í Havn. Undir heitinum Country og koncept verða lidnu listaverkini sýnd fram á Asger Jorn savninum í Silkeborg frá 16. juni til 15. september 2013. Afturvið tosi um felliknívar, byrsur og veiði, fingu vit ein bita saman við Bárði Jákupsson.


Næsta árið aftur, á vári í 2014, verða hundrað ár síðani Asger Jorn (1914-1973) varð føddur. Tá vera tvær framsýningar við hansara verkum, ein monografisk retrospektiv á Statens Museum for Kunst og ein dialogisk framsýning á Museum Jorn. Niðanfyri havi eg avmyndað Mogens Kjær í gongini á Århus Statsgymnasium, har Asger Jorn gjørdi Det Store Relief og Den Lange rejse í 1959. - Her fari eg, tá inspiratiónin manglar, sigur Mogens.



Hjalte Rubenkamp, omanfyri, er í starvsvenjing í Steinprenti. Hann er av Eysturbrúgv og grafiskur næmingur á Tekniska skúlanum í Keypmannahavn. Nú býr hann á Skúlaheiminum í Marknagili og er fegin um at vera sloppin í starvsvenjing her. Hjalte verður útbúgvin grafikari um tvey ár. Niðanfyri sæst Svend-Allan Sørensen til arbeiðis í Steinprenti saman við Jan Andersson, Fríðu Brekku og Hjalte Rubenkamp. 






Til egnu framsýningina, Country og koncept, ger Svend-Allan Sørensen eina røð av litografiskum verkum saman við Jan Andersson í Steinprenti. Framman undan hevur hann gjørt eina mappu við 16 linoliumsskurðum saman við Søren Ellitsgaard í litografiska verkstaðnum Hostrup-Pedersen í Valby og eina mappu við 25 koparprentum saman við Michael Schäfer í Schäfer Grafisk Værksted í Keypmannahavn. - Verkini taka øll støði í mínum uppvøkstri á einum bóndagarði Miðjútlandi og tí veruleika, at eg eri so hugtikin av Henry David Thoreau, tá hann búði við vatnið Walden Pond í Massachusetts árini 1847-49, sigur Svend-Allan.


- Einastaðni har millum garðin og vatnið eri eg í løtuni. Fyri at koma eitt sindur nærri, so leiti eg við hesi framsýning eftir farleiðini millum mín føðistað og Walden Pond, sum GoogleMaps sigur ikki er til. Hetta lop millum Jútlandi og Massachusetts haldi eg vera júst tað spennið, sum er millum orðini country og koncept, sum eitt elastikk, ið fevnir um fatan og landafrøði.

- Koparprentini, Twenty five notes on birds, eru gjørd við inspiratión úr koparprentum við heimsins mongu fuglum í 1700-1800 talinum, men í staðin fyri at vera ímyndandi, verða tey ein framsøgn í teksti. Hesar framsetingar eru meir ella minni googlaðar og funnar av tilvild, og tí ikki í tráð við ein fuglafrøðiligan veruleika, hóast setningarnir eru sannir, tí teir eru tað teir eru. Tað vil siga ein framseting, sum uttan gransking og kontekst bara er tekstur. Ikki fyrr enn tú lesur, koma fuglarnir. Í tekstinum eru bara orð.


- Mappan, Total Animal Soup of Time, við linoliumsskurðum fevnir um 16 savnaði og ógvuliga ymisk boð uppá dýr, veiði og náttúru. Hetta er ein súpan av staklutum, gjørdir á sama hátt, tað vil siga linoleumsplátur, sum eru 50 x 50 cm skornar við fríari hond. Pappírsstøddin er hin sama. Tað elvir til ein neyvleika, sum bindir prentini. Tilsamans er hetta ein hurlivasi av framsetingum. Ein súpan. Heitið sipar til langyrkingina Ýl hjá Allen Ginsberg.


- Eg taki eisini við ein part av mínum egna grafikksavni frá endanum á 1700-talinum og fram til árini beint fyri at eg varð føddur í 1975. Til dømis hondmálað koparprent av krákufuglum, landslagsmyndum hjá Carl Bloch og Achton Friis, ein træskurð hjá Søren Hjorth-Nielsen fra 1970, sum upprunaliga verð gjørdur til donsku útgávuna av Brot und Wein hjá Hölderlin, men ikki kom við, og myndir av hjørtum hjá Joseph Hecht og Axel Salto. Hesi gomlu grafisku verk eru á ein ella annan hátt tað støðið og sjónarhorn, sum eg arbeiði úr í dag.


- Eg ætli, at mín egni partur av framsýningini verður eini 100 nýggj verk, sum ikki hava verið sýnd fram áður. Eg arbeiði á einum øki, sum er millum náttúru og mentan, eitt stað millum skandinaviska náttúru og politikk. Eg havi áhuga í viðurskiftunum á bygd og í náttúru, og í tí absurda, paradoksala og skemtiliga, sum ofta hongur uppivið. Gjøgnum verkini royni eg at kanna mína egnu fatan av júst náttúru og mentan. Mín uppvøkstur á bygd, veiðimaðurin, sjálv veiðan og tað, ið veitt verður, eru persónlig ørindi og á henda hátt snýr mest sum alt, eg fáist við, um náttúru og mín leiklut sum bæði veiðimaður og myndlistamaður í náttúruni.


- Det er væsentligt for mig at tage fat på og forholde mig til det pløre jeg nu engang kommer fra, sigur danski myndlistamaðurin Svend-Allan Sørensen í Steinprenti. Um stutta tíð fer hann til USA og 16. juni letur hann upp framsýningina Country og koncept á Asger Jorn savninum í Silkeborg.