Skip to main content

Posts

Skálafjørðurin vil hava Setrið

Nú siga tríggir politikarar av bygd, at almennir skattfíggjaðir stovnar skulu rekast út úr fjølbygdum øki, og sendast út um landið at virka, helst har, sum eingin trívist og færri búgva. Bygdamenning kallaði man einaferð henda nevrotiska skriviborðstanka, sum nú aftur er komin upp at blása á tingi. Tó, einasti ítøkiligi stovnur, sum politikarin nevndi í samrøðuni við Útvarpið í kvøld, er Fróðskaparsetrið. - Tað trýstur Havnina, sigur hann um Setrið. - Far út um Havnin við Setrinum, so fært tú parkeringspláss og fyrstaklassa skrivstovur her inni á Skálafjørðinum. Samstundis hoyra vit um el og telefonsamband, sum slitnar og strandferðslubátar, ið ikki kunnu sigla og leggja at, tí veðrið er so ringt, og ikki er hugsingur um at lækni, lærari ella prestur kunnu koma í oynna, tíansheldur at hava renovatión og handil við gerandisvørum. Skal føroyska vælferðarsamfelagið haldast í hevd, er tí einki annað at gera, enn at steingja smápláss og útoyggjar um veturin. Hetta til tess at v

Filmfestivalur í Norðurlandahúsinum

TÓFF, Tórshavnar filmsfestivalur,  byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.   - Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl 14:00. Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja. - Vit fara at vísa stuttfilmarnar Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan , og Vitello gravar eitt hol . Flestu filmarnir eru ætlaðir minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir. So hetta kann verða ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna, og tiltakið er ókeypis, siga fyrireikararnir.

Nýggjur føroyskur filmfestivalur

Fyrsti Faroe Islands' Minority Film Festivalur verður í Perluni í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn 7. - 10. september í 2017. - Vit vilja skapa eitt betri samfelag og heiðra ymiskleikanum umvegis film og list. Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar í Føroyum og kring heimin, sigur Nadia Barbara Abrahamsen, sum er hálvur føroyingur og hálvur palestini. Nadia, sum eg hitti til ein kaffimunn í Baresso í SMS, hevur sjálv stovnað Faroe Islands' Minority Film Festival  og er stjóri. Í tíðindaskrivi í morgun siga fyrireikararnir, at hetta er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamáls at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list. - Festivalurin fer at leggja dent á minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar við støði í fjølbroytni og evnum, ið viðkoma hesum bólkum. Tað kunnu vera evni sum xeno

Sámablóð

Sámiska tjóðardagin gjørdu Filmsfelagið og Havnar Bio avtalu við danska filmsútleigaran Bazarfilm at vísa virðislønta filmin Sameblod mikukvøldið 29. mars. Sýningin er samskipað við Faroe Islands International Minority Film Festival, FIMFF, sum verður í Havn í september. Leygarkvøldið vann filmurin heimsins størstu filmsvirðisløn á árligu filmstevnuni í Göteborg, The Dragon Award, har ein millión svenskar krónur fylgja við. Omanfyri síggjast leikstjórin og systrarnar Sparrok í filminum  Sameblod . Hetta er fyrsti filmur hjá Amandu Kernell, sum er í spælifilmslongd. Filmurin varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia í fjør, har hann fekk tvær virðislønir, og hevur verið sýndur í Toronto, á Sundance Film Festival og í Tokyo. Amanda Kernell er fødd í Umeå í 1986. Mamman er svensk og pápin sámi. Síðan í 2006 hevur hon gjørt virðisløntar stuttfilmar fyri Direktörn & Fabrikörn, til dømis Semestersystern , ið varð kosin besti stuttfilmur fyri børn og ung í 2009, og Att del

Í Havn og ikki Hollywood

Kendi danski ølbryggjarin Mikkel Borg Bjergsø hevur longu sett Havnina á kortið, hóast long tíð er til hann fer at lata upp eina Mikkeler barr hjá Eiriki í Gongini, niðast í Bringsnagøtu, har Gullhornið var fyrr. Myndina tók eg, eins og hinar, úr bilinum í morgun. Orsøkin er, at nýggi danski ølkongurin, Mikkel, fyri trimum døgum síðan var í TV2, og greiddi frá um eina matstovu í Keypmannahavn og sjey nýggjar barrir, sum Mikkeler fer at lata upp úti í heimi. Framman undan hevur Mikkeler 27 barrir úti í heimi, har tað sjáldsama, unikka, er í høvuðssæti. Tær sjey nýggju barrirnar, sum nú koma, eru í Los Angeles í USA, í Stockholm í Svøríki, í Tokyo í Japan, í Berlin í Týsklandi, í Warszawa í Póllandi, í Chiang Mai í Tailandi og sum rosinan í pylsuendanum í Havn her hjá okkum. Danskir journalistar hava rímiligvís endurgivið framtíðarætlanirnar hjá alterntiva danska ølkonginum, sum er serliga spentur uppá einu barrina. - Den bedste strategi ud fra et økonomisk synspunkt ville j

Sameblod eina millión í virðisløn

Svenski filmurin Sameblod (Amanda Kernell 2016) hevur í kvøld vunnið Dragon Award á filmstevnuni í Göteborg sum besti filmur í ár. Umframt virðislønina fær filmurin eina millión svenskar krónur, sum er størsta peningaliga filmsvirðisløn í heiminum. Filmurin er um 14 ára gomlu sámisku Elle Marja, sum veksur upp í Svøríki í 1930'unum. Her er svenska grundgevingin sum dómsnevndin kunngjørdi í kvøld: Sameblod berättar historien om den samiska tonårsflickan Elle Marja (Lene Cecilia Sparrok) som bestämmer sig för att ge upp sin samiska identitet och söka ett nytt liv i Uppsala. Motiveringen lyder: Priset tilldelas en film med ett universellt tema som kommuniceras genom en smärtsam aktuell porträttering av en minoritetskamp. Huvudkaraktärens resa, de svåra valen och uppoffringarna hon måste göra är inte bara väldigt väl dramatiskt grundade, men lyckas också med att berätta en gripande historia om identitet i en hård historisk kontext. En imponerande debutfilm med ett kraftfull

Tá listin verður markleys

Hóskvøldið gjørdi MoMA, Museum of Modern Art í New York, eina lítla men týdningarmikla og ikki sørt djarva broyting í føstu framsýningina á fimtu hædd. Sjey verk, teirra millum Picasso og Matisse, vóru tikin av vegginum. Í teirra stað vórðu sjey verk úr muslimskum londum tikin úr savnsgoymslunum, við hesi frásøgn, sum gjørdi allan munin: This work is by an artist from a nation whose citizens are being denied entry into the United States, according to a presidential executive order issued on Jan. 27, 2017. This is one of several such artworks from the Museum’s collection installed throughout the fifth-floor galleries to affirm the ideals of welcome and freedom as vital to this Museum as they are to the United States. Eg havi onga mynd av aktuellu framsýningini, sum New York Times skrivar um , men almenna gerðin og mentanarsterka inntrivið, minnir meg á norska plátuforlagið Kirkelig Kulturverksted, sum gjørdi nakað tað sama við útgávuni Lullabies from The Axis of Evil í 2004.

Tvey bløð úr Hundraðlandinum á Blásiusmessu

Í dag verða donsk viðurskifti og danskt mál viðgjørd í báðum fríggjadagsbløðunum. 100% dekningur. Sosialurin sigur við løgfrøðinginum Bárði Larsen sum keldu, at vit kopiera ov nógv, og eru ikki tilvitað um okkara avmarkingar og enn minni førleikar. Tí halda vit bara, at alt skal vera sum í Danmark og kopiera við høvdinum undir arminum. Kopiera úr Hundraðlandinum sum eg plagi at siga, tí har er alt hundrað ferðir størri og sterkari enn her í Uttangarðslandinum hjá okkum. Tí er tað sjálvsagt, at vit í einum og øllum leita til Hundraðlandið, sum eisini er á evropeiska meginlandinum við góðum veðri og øllum. Sama letur dagsins Dimma okkara innastu tjóðskaparmønu, felagsskapin Heim og Skúla, gera. Eisini tey leita til Hundraðlandið at hoyra, hvussu spælireglurnar eru, og hvør man vera á hvørjum vallarparti, vit ella hini. Tey hava hidkalt en sagkundig at siga okkum tað. Tað er sjón fyri søgn, ella skuldi eg í hesum føri sagt sókn. Sjón fyri Føroya sókn. Eg gerist meir og meir sannførdur

Ungur nemur, gamal fremur!

The British Educational Training and Technology Show, ella bara The Bett Show , er ein árlig sølustevna í London, har nýggjasta kunningartøkni hevur verðið sýnd fram fyri skúlum og undirvísarum síðan 1985. Tað var Elinborg hjá Atlantsflogi, ið førdi okkum til Keypmannahavnar, har Norwegian fleyg okkum víðari til Gatwick í London á Bett Show týsdagin. Fyrsta eyðkenni eftir lending á bretskari jørð eru gulu strípurnar og eins gulu stavirnir á tokstøðini um at ansa sær fyri gapinum , to mind the gap, millum tokið og jarnbreytarpallin. Fyrstu ferð eg var við á Bett sølustevnuni varð hon hildin í National and Grand Halls í Olympia. Ein intens sølustevna í tveimum hæddum og í elligomlum karmum, sum høvdu eina avgjørda viktorianska sjarmu. Men í 2013 flutti The Bett Show til nýbygda býarpartin í hinum endanum á London, The Docklands, har ExCeL Centre, sum Abu Dhabi National Exhibitions Company eigur, nú er karmurin. Ikki bert til hesa framsýning, men framsýningar alt árið í k