Fyrsti Faroe Islands' Minority Film Festivalur verður í Perluni í mentanargøtuni í miðbýnum í Havn 7. - 10. september í 2017.
- Vit vilja skapa eitt betri samfelag og heiðra ymiskleikanum umvegis film og list. Málið er at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka sína vitan og sítt sjónarhorn umvegis film og list, og at skapa kjak og gevandi samskifti um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar í Føroyum og kring heimin, sigur Nadia Barbara Abrahamsen, sum er hálvur føroyingur og hálvur palestini.
Nadia, sum eg hitti til ein kaffimunn í Baresso í SMS, hevur sjálv stovnað Faroe Islands' Minority Film Festival og er stjóri.
Í tíðindaskrivi í morgun siga fyrireikararnir, at hetta er ein nýggjur pallur, ið hevur til endamáls at skapa kjak og samfelagsbroytingar umvegis film og list.
- Festivalurin fer at leggja dent á minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar við støði í fjølbroytni og evnum, ið viðkoma hesum bólkum. Tað kunnu vera evni sum xenofobi, homofobi, islamofobi, transfobi, rasismu, átrúnaðarligt fjølbroytni, brek og queer, trans, people of color (QTPOC) persónar. Vit hava góðar vónir um, at hesin filmfestivalurin fer at gera ein mun í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Sunnukvøldið 19. februar kl 19:30 fer FIMFF at vísa stuttfilmin Balcony og dokumentarfilmin I am Gay and Muslim á TÓFF í Norðurlandahúsinum.
FIMFF samstarvar við Filmsfelagið og fer saman við teimum at vísa nýggja virðislønta filmin Sameblod í Havnar Bio mikudagin 29. mars kl 20:00. Sýningarnar eru almennar og atgongumerkjasølan er byrjað.