Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Listasavnið

Portraits of the Loved Ones

Portraits of the Loved Ones er felagsheitið á fimm innbjóðandi poetiskum málningum hjá Hansinu Iversen, sum hevur fingið heiðursplássið á sjónliga høvuðsvegginum í Listaskálanum á Várframsýningini, sum lat upp í dag. Eins og øll hini listaverkini, tey eru tilsamans 43, eru málningarnir hjá Hansinu til sølu. Várframsýningin er úrvalsframsýning, sum Felagið Føroysk Myndlistafólk hevur skipað fyri síðan 1990. Hetta er sostatt 28. framsýningin í røðini, sigur felagið í tíðindaskrivi undan upplatingini, har tólv listafólk sluppu við. Her er úrvalsnevndin. Fyrstu verk við inngongdina eigur hin fryntligi Philippe Carré. Hann hevur roynt nógva spennandi tøkni og hevur ríkað føroyska mentan og list síðan  Ravnating,  litstrálandi klippini í fleiri tíðardimensiónum úr gomlu og nýggju Havnini og Føroyakortið sæð úr erva kring oyggjarnar. Nú brúkar Philippe blýant, tussj og vatnlitir í átta tekningum, sum allar eru úr miðbýnum í Havn og hava felagsheitið  Kvøldargarður . Nógv l

At sleppa sær sjálvum

Fríggjadagin bjóðaði Listasavn Føroya til framsýningina SPOR hjá 29 ára gamla Jóhan Martin Christiansen. Hann er úr Havn og hevur nomið sær útbúgving í Malmö. Skráin byrjaði við at savnsstjórin, Nils Ohrt, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um listamannin og framsýningina, og hvussu framsýningarrúmið broyttist, og sannførdi tey, ið høvdu medvirkað at seta framsýningina upp, um júst  sporini, ein framsýning setur sær fyri at vísa, og tey spor, hon setur á áskoðaran, sum letur seg nema og spormerkja. Síðan setti leikstjórin Christoffer Berdal framsýningina við eini persónligari røðu, og Andreas Tykjær Restorff og Torleik Mortensen spældu tónleik, sum fylti rúmið, onkuntíð friðsamt og harmoniskt og onkuntíð skurrandi øvugt og ófrættakent, sum var okkurt tekniskt sett skeivt saman. Ein sjáldsom uppliving, at eingir konformir stólar eru at sita í, og einki klassiskt ljóðføri verður brúkt, meðan øll sita upp og niður í stívari flippu, og bara bíða til hesin torturur heldur

Filmur og myndlist

Teldutala Alda Joensen, sum starvast í Mentamálaráðnum, tók samrøðumyndina í Nýggjustovu hóskvøldið. Við rót í Námi eru vit fleiri, sum hesa vikuna hava rakt við virkin listafólk í høvuðsstaðnum. Hóskvøldið var Nám við í Móðurmálsdegnum, sum nú er vorðin afturvendandi tiltak. Í ár hevði Málráðið skotið upp, at ung og filmur skuldu verða evnið á Móðurmálsdegnum og skeiðnum, sum byrjar á Háskúlanum í heyst. Hóskvøldið bjóðaði Eirikur Lindenskov innar í hugnaligu Nýggjustovu, har Hammershaimb livdi, og matstovan Ræst nú fer at halda til í Føroya fremsta gastronomiska vakstrarøki. Formaðurin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen, beyð vælkomin og Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, setti tiltakið. Síðan hugleiddi Pætur M. Dahl um film og arbeiðið hjá Klippfisk, Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen sungu, og Hans Pauli Tórgarð spældi gittar. Síðan slapp eg sjálvur at práta við tey bæði Marjuna Syderbø Kjelnæs, rithøvunda, og Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, ið samstarva um

Føroyskur mosaikkur í Listaskálanum

Soleiðis var heitið, føroyskur mosaikkur, tá fjálga, litríka og retrospektiva framsýningin hjá Zachariasi Heinesen lat upp í Listaskálanum í dag. Omanfyri sæst hin einasti religiøsi og kanska mest stórsligni, Náttverði, (Frítt eftir Leonardo da Vinci) frá 1991, sum Eimskip í Reykjavík eigur. Á retrospektivu framsýningini eru tilsamans 45 verk frá 1956 til 2015, oljumálningar og brotamyndir úr viði, har landslagið er afturvendandi evnið. Mosaikkur í liti, mosaikkur í substansi, sum Nils Ohrt segði í eini forvitnisligari talu, ið væluppløgd fór runt framsýningina og listarliga lívið hjá høvuðspersóninum, sum eftir 60 árum enn er virkin. Hin 19. mai verður hann 80. Innast í horninum, Útsýni úr glugga listamansins , stóð at myndin var til sølu. Júst hetta evnið, Útsýni úr glugga listamansins , var heitið á teim trimum málningunum á høvuðsvegginum, aftanfyri mikrofonina, har dótturin, Elisa Heinesen, setti framsýninga við søgum um babba , og hvussu tey floytaðu sínamillum, tá døgurðin v