Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Skúlabókagrunnurin

Frá rullu til geyma

Sakaris Stórá við gamlari filmsrullu, Per á Hædd instruerar til myndatøku og niðast sæst Sakaris við geymanum, ið goymir dagsin film (Myndir: Birgir Kruse og Dorit Hansen) Filmur eri ikki tað, ið hann hevur verið. Soleiðis verður sagt um so mangt, kanska serliga um dagsins miðlar. Meðan summir eru tíðarleysir, eru aðrir tíðarbundnir og óloysiliga knýttir at dagsins tøkni, skulu teir brúkast. Meðan klassiska stuttfilmstøddin var 16mm, eru dagsins stuttfilmar talgildir. Og meðan teir gomlu lívfrøðiligu, framkallaðu filmarnir vóru á rullu, eru dagsins talgildu filmar á einum geyma, klárir at seta í telduna. Soleiðis broytast lívsins mongu ýti, eisini á tøkniliga økinum. Ein greiður fyrimunur er møguleikin at flyta film úr einum stað í annan eftir ongari tíð, eisini um internetið. Á mydunum sæst Sakaris Stóra úr Skopun við eini gamlar 16mm filmsrullu frá Statens Filmcentral á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð á Hoyvíksvegnum í Havn, og niðast við einum evarska lítlum geyma, ið ka

Meðan vit bíða eftir Godot

Karina Toftegaard er gestaummælari og skrivar um, tá hon og vinkonan sóu 'Meðan vit bíða eftir Godot' í gjárkvøldið. Dagliga arbeiða vit saman á Skúlabókagrunninum (Myndir: Frá leikinum og Birgir Kruse) Ummæli Karina Toftegaard Eg og ein vinkona gjørdu av at fara til leikin, uttan at vita stórvegis um hann. Jú, hugtakið “at bíða eftir Godot” er ikki soleiðis at koma uttanum, men ikki stórt annað. Vit settu okkum væl til rættis, á fremstu røð. Vit bíðaðu ikki leingi, fyrr enn ljósið varð dempað, og salurin fyltist við ljómandi tónum. “Tíðin rennur sum streymur í á” dundi úr hátalaranum. Hetta vakra og vælkenda lagið. - Fyrsta ørindi. Vakra dreingjarøddin endaði við orðunum ”áraleysur at kalla” og so møttu vit Vladimir og Estragon á fyrsta sinni. Tveir sjarmerandi og - i den grad - menniskjaligir menn, sum stinkaðu av ávikavist tærnagassi og hvítleyki. Eg kundi ikki annað, enn elska teir beinanvegin. Leikarnir vóru sannførandi og hugvekjandi at lurta og hyggja at. Hans T

Heimurin hjá Harper Collins

Kathryn Kelly, Keith Moore og Anne Mahon hjá Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse) Í dag hittu vit teir tríggjar kortstjórarnar hjá Harper Collins, sum vit skulu samstarva við. Tey eru Kathryn Kelly, custom mapping manager, Keith Moore, kreativur tænastuleiðari, tá umræður evropa- og heimsatlas, og Anne Mahon, leiðandi ritstjóri, tá umræður atlas til skúlabrúks. Tey starvast á geografideildini hjá bókaforlagnum Harper Collins í Bishopsbridge, uttanfyri Glasgow, har fleiri bókadeildir eru, umframt goymsla og avskipingardeild. Kathryn er ættað úr Southampton, Keith úr Newcastle og Anne úr Larne í Norðurírlandi. Inngongdin til bókaforlagið Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse) Kortstjórarnir hava fyrr hildið til hjá Collins inni í Glasgow býi og hjá Bartholomew í Edinburgh, har Keith býr. Nú er runnið saman millum forløgini, sum gera kort, ið verða teknaði og givin út hiðani í Bishopsbridge. Kendasta atlas er The Times Atlas of the World, sigur Keith Moore og tekur fram tey truplastu atla

Í Gøtu ein...annan dag

Suffía við Stein við arbeiðsborðið hjá Estra í Gøtu. Síðani børn, sum spæla á sandinum í Syðrugøtu og at enda rabarbugreytur í Klaksvík (Myndir: Birgir Kruse) Eins og í Havn skein sólin oman og niðan í Gøtu í dag, tá vit skuldu velja myndir til tvær nýggjar handilsskúlabøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni. Suffía við Stein, grafikari, hevur tikið myndirnar og gjørt grafiska sniðið í báðum bókunum. Hvør kapitul hevur eitt tal, sum sæst aftur á eini avmyndaðari ferðslutalvu, húsaveggi ella navnbretti á báti. Reyða 2-talið er til dømis tikið av Strúkijarninum úti á Reyni í Havn. 11-talið er tikið í túninum í næsta grannahúsið hjá Estra í Syðrugøtu. Eftir lokna uppgávu vóru stundir til ein túr á sandinum, har børnini spældu, og at enda fingu vit, Hallstein og eg, ein tallerk av rabarbugreyti frá Elsu Højgaard Sigurðsson í Klaksvík.

Sámiskt atlas, sum Sámatingið rindar

Nýggja sámiska atlasið saman við íslendska, grønlendska og føroyska atlasinum. Niðri undir síggjast tvey uppsløg úr sámiska atlasinum. Fyrst risastóra økið, har sámar búgva og síðani Norðurlond, har Føroyar eru mitt fyri (Myndir: Birgir Kruse) Í postinum í dag kom eitt spildurnýtt sámiskt atlas. Teknað av fyritøkuni Philips í London og umsett í Sámalandið. Finska bókaforlagið Otava hevur havt prentumsitingina um hendi og Sámatingið hevur fíggjað. Spennandi at síggja, hvussu mong atlas verða gjørd og prentaði, serliga á smámálum. Meðan vit búgva í einum landi, búgva sámar, ið eru eins nógvir og vit, í fýra londum og tosa og skriva heilt ymisk sámisk mál, úr norðri í suður. Heitið á sámiska atlasinum er Skuvlla Kártagirji , sum eg velji at umseta til Skúla Kortagerð. Onkran slektskap má mann lesa inn í okkara grannamál, tá vit ikki skilja, men kunnu gera eitt kvalifiserað git.

Skúlaútvarp

Karina Toftegaard við miksipultin og eg sjálvur í upptøkurúminum (Myndir: Karina Toftegaard og Birgir Kruse) Inni hjá Mentamálaráðnum, uppi á Hoyvíksvegnum, húsast Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð. Her er eitt fullfíggjað ljóðstudio, sum er klárt til útvarp. Men tað verður mest brúkt til ljóðbøkur, tað vil siga at lesa útgivnar bøkur, sum so kunnu lánast á ymsu søvnunum. Karina, sum er ein starvsfelagi á Skúlabókagrunninum, arbeiðir við nýggjum kristnitilfari. Henda dag vildi hon hava meg at lesa jólaevangeliið, sum skal brúkast til eitt telduspæl, ið er knýtt at útgávuni.

Nýtt føroyskt heimsatlas

Frá almenna fundinum í Miðlahúsinum um nýtt føroyskt heimsatlas, sum Føroya Skúlabókagrunnur skipaði fyri (Myndir: Birgir Kruse) Føroya Skúlabókagrunnur hevur sett sær fyri at gera nýtt føroyskt heimsatlas. Seytjan ár eru liðin síðani fyrsta og higartil einasta atlas kom út í landinum. Skúlabókagrunnurin, sum eisini gav tað atlasið út, vil hoyra almenningin, innan farið verður í gongd við nýggja atlasinum. Undan hesum fundi eru lærarar hoyrdir, bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Fyrsta atlasið er selt í 11.000 eintøkum, sum gevur eina ábending um at fólk hava tikið tað til sín og at málbólkurin eisini er uttan fyri skúlagátt. Meiningarnar eru nógvar, serliga tá umræður mál og hvørji heiti skulu brúkast. Skal gamla orðið hálvoyggj takast fram aftur, ella skal tað framhaldandi eita nes? Og hóast heimsins stóru mál brúka heitið Peninsula, Halbinseln og halvø, so er rættuliga margháttligt at tosa um eina oyggj, sum er hálv. Og Langanes er eitt kent navn, so hví ikki lata hetta snøgga

Kuba á floti í cyberspace

Í Dimmu, sum í dag kemur í hvørt hús, sigur ein lærari, at sonurin, sum gongur í 3. g, finnur einki tilfar um Kuba, tí landið stavast við K og ikki C. Eftir ein minutt, og uttan at flyta okkum av stólinum, funnu bæði eg sjálvur og ein starvsfelagi, vit eru báðir lærarar, fram til hópin av Kubanøvnum í cyberspace. Her eru Kubanøvnini og í parantes er nevnt, úr hvørjum málum, nøvnini eru: Ciuba (Scots Gaelic), Ciwba (Welsh), Cuba (Aragonese, Aromanian, Asturian, Danish, Dutch, Franco-Provençal, French, Italian, Latin, Norwegian, Portuguese, Spanish), Cu-ba (Vietnamese), Gǔbā - 古巴 (Mandarin Chinese), Khiub ā - คิวบา (Thai), Koúva - Κούβα (Greek), Kuba (Acehnese, Afrikaans, Albanian, Breton, Croatian, Czech, Faroese, German, Hungarian, Indonesian, Latvian, Lithuanian, Maltese, Polish, Slovak, Slovene, Swedish), Kūbā - كوبا (Arabic), Kuba - Կուբա (Armenian), Kuba - Куба (Belarusian, Bulgarian, Russian, Serbian, Ukrainian), Kuba - קובה (Hebrew), Kuba / K'uba - 쿠바 (Ko

Eitt er kort at lesa...

Eitt upp-og-niður kort, avmyndað á redaksjónini hjá sjónvarpsøðini NTV í Russlandi í dag og eitt kort frá 1675, sum vísir vegin til Páradis í Edens gamla hava, á Garðavegi, millum eystur og vestur (Mynd: Birgir Kruse og frá Wikipedia) Eftir at fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas hevur verið á marknaðinum í seytjan ár og er selt í 11.000 eintøkum, er gjørt av at gera nýtt atlas. So er at taka rætt 'bestikk', sum sjómenn plaga at siga. Og tá er stuttligt at síggja, hvussu onnur síggja okkum og verðina annars. Púra á høvdinum. Í Russlandi uppdagaði eg eitt upside-down kort, sum vísir allan heimin. Tað var inni á redaksjónini hjá NTV sjónvarpinum í Sankta Pætursborg. Sama varnaðist eg í Kalifornia, har tú kanst koyra eftir høvuðsvegi 1 (101), upp og niður, og fylgja við í kortinum, bæði fyri norður- og suðurgangandi. So slepst undan at standa á høvdinum, í hvussu er annan vegin, í bilinum. So vita vit tað. Og forniska kortið frá 1675 avdúkar, at nærlagdi korttekn

Ein dag í Gøtu

Sonja á Líðarenda við spatieringsarki fyri Føroya Løgting, Signar í Homrum við Strandferðslubúmerkinum í blýggi og niðast búmerkið hjá Tórshavnar býráð í søguligu skuffuni í køkinum hjá Estra (Myndir: Birgir Kruse) Var í Gøtu og vitjaði Estra og Vasti í dag. Har arbeiða fjúrtan fólk við besta útsýni yvir sandin og Gøtuvík. Í erva eru ljós og snøgg móttøka, skrivstovuhøli og køkur. Inn móti bygdini, yvir ímóti húsunum hjá Martinusi, er plattur omaná prentsmiðjuni, sum er í kjallaranum. Á plattinum hevur løgreglan hildið til, tá G! Festivalur hevur verið. Her kundi eg hugsað mær at bílagt pláss beinanvegin. Sonja Gregersen, gift á Líðarenda, er stjóri. Hon greiðir frá um tá hon byrjaði í læru hjá Estra í 1975 og hvussu prenttøknin er broytt síðan tá. Lutirnir, hon tekur fram úr einari skuffu í køkinum, siga teirra greiðu søgu. Her er blýggj, reinteknaði skelti frá Føroya størstu listamonnum, fyrstu litprent og frágreiðingar um spatiering millum bókstavir. Og so nøkur lesarabrøv og við