Skip to main content

Skúlaútvarp


Karina Toftegaard við miksipultin og eg sjálvur í upptøkurúminum (Myndir: Karina Toftegaard og Birgir Kruse)

Inni hjá Mentamálaráðnum, uppi á Hoyvíksvegnum, húsast Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð. Her er eitt fullfíggjað ljóðstudio, sum er klárt til útvarp. Men tað verður mest brúkt til ljóðbøkur, tað vil siga at lesa útgivnar bøkur, sum so kunnu lánast á ymsu søvnunum. Karina, sum er ein starvsfelagi á Skúlabókagrunninum, arbeiðir við nýggjum kristnitilfari. Henda dag vildi hon hava meg at lesa jólaevangeliið, sum skal brúkast til eitt telduspæl, ið er knýtt at útgávuni.

Comments

Anonymous said…
Ein Ramsa pultur fyri 2000 og ein Neumann mikrofon fyri 20000.

Einki er sterkari, enn tað veikasta liðið.
Hví ikki bara brúka eina mikrofon fyri 1000 við hasum pultinum?

Eg bara spyrji.
Anonymous said…
...og við gullmembran. Mest avgerandi er, at onkur situr við mikrofonina og okkurt kemur út...tað er helst allar veikasti liðurin.
Jasa Seo said…
This comment has been removed by a blog administrator.