Suffía við Stein við arbeiðsborðið hjá Estra í Gøtu. Síðani børn, sum spæla á sandinum í Syðrugøtu og at enda rabarbugreytur í Klaksvík (Myndir: Birgir Kruse)
Eins og í Havn skein sólin oman og niðan í Gøtu í dag, tá vit skuldu velja myndir til tvær nýggjar handilsskúlabøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni. Suffía við Stein, grafikari, hevur tikið myndirnar og gjørt grafiska sniðið í báðum bókunum. Hvør kapitul hevur eitt tal, sum sæst aftur á eini avmyndaðari ferðslutalvu, húsaveggi ella navnbretti á báti. Reyða 2-talið er til dømis tikið av Strúkijarninum úti á Reyni í Havn. 11-talið er tikið í túninum í næsta grannahúsið hjá Estra í Syðrugøtu. Eftir lokna uppgávu vóru stundir til ein túr á sandinum, har børnini spældu, og at enda fingu vit, Hallstein og eg, ein tallerk av rabarbugreyti frá Elsu Højgaard Sigurðsson í Klaksvík.