Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Tórsbyrgi

Har vildi eg fegin búð

Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike. Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers. Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klo

Epli til øll

Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har  vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt. Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper.

Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar. - Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri. - Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í bý

Stigabilur fyri vindeygað

Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi. Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann ger

At fylla fyri longsta dag

Nú slepst ikki longur upp móti ljósinum. Í nátt gongur aftur móti myrkari tíðum. So nógv fyri hatta fimmoyrað. Nú eru hundraðogfimmogfýrs dagar til jólaaftan. Trappumyndin omanfyri er tikin í dag, ið er longsti dagur og føðingardagur hjá Gunduri. Og nú næstslongsti dagur rann út í tímaglasinum og einogtrýssinstjúgindi føðingardagur fór framvið í gjár, fari eg at takka øllum teimum, sum so stuttliga ynsktu mær til lukku á Facebook og alla aðrastaðni í tykisheimi, ja eisini í RL , sum tey knapporðaðu rópa veruliga lívið. Onkuntíð gloymir man, at tað er eisini til, the Real Life, hóast tað neyvan nakrantíð hevur verið so stuttligt at fylla árið, sum á fjaru miðlunum beint her og nú. Faraway, So close fyri at sitera ein film hjá besta leikstjóranum, sum mánadagin serveraði okkum nakað av tí ringasta nakrantíð, Submergence . Men vit halda okkum omaná. Myndirnar av góðveðrinum í gjáramorgunin eru tiknar úr Tórsbyrgi og oman yvir kampingplássið og fjørðin, har ein morgunsigla

Amerikanskir fotovinir

So fóru tey øll avstað, amerikansku fotografarnir, sum hava havt verkstovu, photo workshop, á Hotel Føroyum, í tveimum fólkavognsbussum, ið hómast í ovara høgra horni, og annars úti um alt landið í tíggju dagar. - Hetta verður eitt afturvenda fotoparadís hesa ársins tíð, hvørt ár, siga tey. Ivaleyst eru tey bestu sendifólk, vit kunnu fáa, tá umræður at gera vart við fotolistarligu møguleikarnar í sterka og støðugt skiftandi ljósinum kring oyggjarnar hesa ársins tíð við skiftandi veðurlagi, har tey serliga hildu tað vera stuttligt at hoyra poetisku veðurforsøgnirnar. Tey eru frá vinstru og runt eftir klokkuni Robyn Jorde, ferðaleiðarin Bill Schwab, David Brown, Carol Chu, Kerik Kouklis, Steve Hanrahan, Carol Dows Kouklis, Karen Williams, Jim Collum og eg sum sjálvsufremjari við iFonini. Onkur var farin til Suðuroyar í triggjar dagar. Ljósið var skiftandi í dag, frá tí gráliga og kalliga til blábjartan himin við summarsól, tá vit søgdu farvæl eftir ein lunsj bita á Irish Pub. Tað