Skip to main content

At fylla fyri longsta dag


Nú slepst ikki longur upp móti ljósinum. Í nátt gongur aftur móti myrkari tíðum. So nógv fyri hatta fimmoyrað. Nú eru hundraðogfimmogfýrs dagar til jólaaftan. Trappumyndin omanfyri er tikin í dag, ið er longsti dagur og føðingardagur hjá Gunduri.


Og nú næstslongsti dagur rann út í tímaglasinum og einogtrýssinstjúgindi føðingardagur fór framvið í gjár, fari eg at takka øllum teimum, sum so stuttliga ynsktu mær til lukku á Facebook og alla aðrastaðni í tykisheimi, ja eisini í RL, sum tey knapporðaðu rópa veruliga lívið. Onkuntíð gloymir man, at tað er eisini til, the Real Life, hóast tað neyvan nakrantíð hevur verið so stuttligt at fylla árið, sum á fjaru miðlunum beint her og nú. Faraway, So close fyri at sitera ein film hjá besta leikstjóranum, sum mánadagin serveraði okkum nakað av tí ringasta nakrantíð, Submergence. Men vit halda okkum omaná.


Myndirnar av góðveðrinum í gjáramorgunin eru tiknar úr Tórsbyrgi og oman yvir kampingplássið og fjørðin, har ein morgunsiglari longu damlar í sólini, og ivaleyst fer hagar, streymurin tekur hann. Hetta er hugmyndin av sumri og teirri frítíð, sum nú stundar til, ert tú ikki arbeiðsleysur, ella tímaløntur lønartralur uttan ráð at halda frí. So ójavnt er býtt og tað verður bara verri. Hóast bjørt mál hjá Sameindu Tjóðum, ið vilja minka um ójavna og basa fátækradømi, eru í dag færri enn nakrantíð, sum eiga meir enn nakrantíð.


Lagkøkan og at skúma róman er ofta ein ímynd av samfelagnum, og hvussu tað er sett saman og býtt sundur aftur.


Heiðurskrýnda rómalagkøkan frá Mylnuni kann nú bara keypast og gjaldast um netið. Har hava tey eisini gjørt ein kjattglugga, sum niðast til høgru svarar beinanvegin. Eitt-tvey-trý, so er lagkøkan keypt og deild út til starsvfelagarnar í grannalagnum undir opnum himni. Betri kann tað ikki verða.


Og tó. Um kvøldið kom abbasonurin, Olaf, á vitjan og stundir vóru til fótbólt á nýggja vøllinum í Tórsbyrgi. Frálíkt avrik hjá monnunum í grannalagnum. Takk fyri tað!