Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann gerast neyðugt í sambandi við sløkking. Myndirnar sýna gamla stigabilin, meðan bíðað verður eftir tí nýggja sigur Hans David. - Tit verða at bíða einar tveir til tríggjar mánaðar til tann nýggi kemur, kanska kann eg fara ein túr tá og stilla hann á sama økið, har er gott at standa. Tá munnu tit fara at síggja ein mun á umleið 20 metrar, sigur Hans David.
Víðari verður sagt í grundgevingini í fjør at fáa nýggjan stigabil, at Landssjúkrahúsið varð klætt av nýggjum nýliga, nýggi klædningurin er umleið tríggjar metrar hægri enn fyrrverandi. Hetta ger, at stigabilurin ikki røkkur uppá takið, har rýmingarleiðir eru. Vísast kann eisini á fleiri íbúðarblokkar, sum eru bygdir, t.d. Heimasta Horn og undir Kongavarða, har tað avgjørt er ein fyrimunur við longri stigabili fyri at røkka. Ein nýggjur og størri stigabilur er tí neyðugur, fyri at kommunala tilbúgvingin er før fyri at røkja sínar uppgávur, tá talan er um eld/óhapp í sambandi við hægri bygningar. Stigabilurin má røkka 55 metrar og skal skal røkka einar 27 metrar til hvørja síðu og ikki so stutt sum hesin skjótt 20 ára gamlui, sum er avmyndaður.
Tórshavnar kommuna sigur, at trý tilboð eru komin inn uppá nýggjan stigabil. Avjørt er at taka av bíligasta tilboðnum, sum er frá Bronto Skylift. Kostnaðurin er smáar 6,5 miljónir. Tá nýggi stigabilurin er komin til landið, verður hesin skjótt 20 ára gamli stigabilurin seldur, sigur Tórshavnar kommuna hin 25. september í fjør. Lagt verður afturat, at Fíggjarnevndin hevur samtykt at taka av hesum tilboði, og málið kemur fyri á býráðsfundi nú hóskvøldið.
Og har koyrdi hann so avstað í kvøld, gamli stigabilurin í Havn, sum Hans David roynd í allar ættir. Ein frálíkur pallur til myndatøku nú summarið er komið og fólk hyggja av kampingplássinum, meðan bátarnir sigla oman og niðan eftir Nólsoyarfirði, til stilt er og dagur leggur saman hendur. Men skjótt verður pallurin enn betri, einar 20 metrar ella so.