Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðavinna

Snøggasta tún í landinum

Í dag gekk eg í Føroya helst snøggasta túni, tí í Kirkjubø. Síðst eg gekk her, hevði nýliga regnað og moldgólvið inni í Múrinum var runut og tvassut at ganga í. Ótespuligt. Nú eru grótflísar lagdar javnt slættar í einum snøggum rútmiskum mynstri á innigólvið í opna múrinum at ganga á. Tað er sum at ganga á skýggjum í mun til fyrr.  Framúr loysn á besta ferðafólkastaði í nánd av Havnini, kanska í øllum landinum, nú eg síggi, hvussu snøgt og væl skipað alt er í bygdini, kemur tú í bili.  Ovarivegur gjøgnum bygdina er nú bara fyri tey, ið búgva har. Einki er sjálvsagdari enn tað. Fyrr kundi tú koyra runt og sleingja bilin onkustaðni í túninum hjá bóndanum Heima á Garði. Nú koyrir tú beint fram eftir Kirkjubøarvegi og oman eftir Gamlavegi og parkerar í básunum, sum er merktir og settir við snøggari steinseting og grasvøkstri.  Hugsi ikki, at nakar vágar sær at parkera uttanfyri so væl skipaðar básar og tað beint við sjóvarmálan, ið er avsluttaður við eins snøggum steinum og pussaðum betong

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum. Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya.  Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvuðsst

Pitsauppliving í Karlsá

Italsk pitsa er mest útbreidda matvøra á heimsins matstovum, úti á gøtum í stórbýum og í frystaranum í næsta handli, instant klár at koyra í ovnin heima í køkinum. Kanska við egnum toppings, at leggja omaná. Tað plagar at dáma børnum.  Avbjóðingin er at gera útbreiddu matvøruna til eina uppliving, sum persónliga hóskar til givna høvið.  Og júst her er tað, at tey bæði, Anna Maria og Rógvi Joensen, av einslistum reka Karlsá við Vágsheygsgøtu í Klaksvík undir landsfevandi skipanini Heimablídni. Mitt í bønum við útsýni til ikoniska Kunoyarnes út fyri vágni, sum nú verður bygd við nýggjum húsum til altskyns endamál, skjótt eisini eitt hotell. Hóast ósin avgjørt letur upp fyri øðrum, hava allir bygningarnir tað arkitektoniska eyðkennið, at teir eru merktir av kassahugsan. Á so miðsavnandi fløtu er tað undarligt í mínum eygum. Men aftur til Karlsá uppi í Vágsheygsgøtu, har tey hugsa út um kassan, out of the box. Her er katalonska Bargalló olivinoljan grundstøði. Úr Barcelona fær hon breyðið