Í dag gekk eg í Føroya helst snøggasta túni, tí í Kirkjubø. Síðst eg gekk her, hevði nýliga regnað og moldgólvið inni í Múrinum var runut og tvassut at ganga í. Ótespuligt. Nú eru grótflísar lagdar javnt slættar í einum snøggum rútmiskum mynstri á innigólvið í opna múrinum at ganga á. Tað er sum at ganga á skýggjum í mun til fyrr.
Framúr loysn á besta ferðafólkastaði í nánd av Havnini, kanska í øllum landinum, nú eg síggi, hvussu snøgt og væl skipað alt er í bygdini, kemur tú í bili.
Ovarivegur gjøgnum bygdina er nú bara fyri tey, ið búgva har. Einki er sjálvsagdari enn tað. Fyrr kundi tú koyra runt og sleingja bilin onkustaðni í túninum hjá bóndanum Heima á Garði. Nú koyrir tú beint fram eftir Kirkjubøarvegi og oman eftir Gamlavegi og parkerar í básunum, sum er merktir og settir við snøggari steinseting og grasvøkstri.
Hugsi ikki, at nakar vágar sær at parkera uttanfyri so væl skipaðar básar og tað beint við sjóvarmálan, ið er avsluttaður við eins snøggum steinum og pussaðum betongi.
Sama er galdandi fyri túnið undir Ólavskirkju, so tú kanst ganga runt um hana, eygleiða nýggja funktionella grótkastið, sum eins og bakkaverja aðrastaðni í landinum verjir móti briminum, hóast tað er hugtakandi at síggja, hvussu Múrurin molnar í brimi, regni og vindi. Tað andar av søgu.
Og píkarill um ikki kirkjan er opin. Og tá ið eg traðki inn um gáttina tendrar ljósið. Undirfult at verða turistur í egnum landi og síggja, hvussu væl skipað alt er, uttan at eg skal banka uppá hjá fremmandum fólki, biðja um lykil og skifta orð við ókunnufólk um kirkjusilvur, tjóðsvætti og hvat veit eg. Her er Gudshúsið opið og eg kann púra einsamallur, hesa løtu eg kom á gátt, fara til altars og njóta talvuna hjá Mikinesi. Tað er ein innvortis ferðafólkauppliving, sum er óbetalilig.
Og hyggja vit nærri eftir dagsins kirkjumynd úr Kirkjubø, er hon søgulig við tað, at Teistin enn sæst sigla í Skopunarfirði. Tað ger hann ikki eingi afturat. Veit ikki, hvat skopuningar siga um at verða lopnir um, tá vit koma út aftur við Dalsá í Slavansdali.
Ikki tí, gongugøtan úr Havn til Kirkjubøar, eisini um Reynsmúlalág og gjøgnum Gimbrarnar, er millum mest vitjaðu farleiðir hjá ferðafólk, sigur nýggi teljarin hjá Visit Faroe Islands, sum bara er yvirhálað av Slættaratindi. Men óruddið úr tunnlinum, sum er sløtt báðumegin landsveg nummar tólv er ein avbjóðing at síggja og gita um, hvat hetta skal enda við. Snøgt er tað ikki. Men nú fer undirsjóartunnilin í Sandoynna, Sandoyartunnilin, skjótt at lata upp. Tá víðkast ferðafólkaøkið hjá okkum sjálvum heilt munandi. Til dømis heilt yvir um til Søltuvíkar. Spennandi at víðka um landið og upplivingarnar.