Skip to main content

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum.

Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya. 

Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvuðsstaðnum Kyiv, har hon nam sær útbúgving sum grafiskur sniðgevi, beint fyri at hon kom til Føroya.

Fyrst skeinkir Jógvan eitt glas av Deutz sjampanju úr einari magnumfløsku, har áhugavert er at síggja, hvussu hann heldur tungu fløskuni. Frammanundan hevur hann sum ein rock and roll víkingur staðið í túninum og grillað høgguslokk, calamari, frá Sjógæti við Norðskála.

Allir rættir knýta seg at nýveiddum bankatoski, veiddur á Føroyabanka og lagdur upp av Jákupi Sverra mikudagin. Hin fyrsti er bankatoskur í romesco sós, rørd úr tomat við hvítleyki í, og serverað køld, sum hjá katalanskum útróðrarmonnum við nýbakaðum súrdeiggjbreyði afturvið. Ein spennandi fráferð er byrjað.

So kemur toskur inn á borðið, sum er lættroyktur og saltaður, borðreiddur við olivin, tomatum og ansjósum. Samstundis koma lippur, sum altíð eru vælsmakkandi, hvussu tú so handferð tær, enntá ristar í sushi høpi. Men í hesum føri koma toskalippurnar við toskaskræðu í grønari salsasós, Kokotxa salsa verde, sum baskiska heitið er. Afturvið er salat úr Kvívík, har edikadressingur er stroyddur omanyvir og alt er sett fram í toskasoði. Søguligi smakkurin av føroyskum fyrsta floks toski, sum er vendur í katólsku londunum, tí loyvt varð at eta saltfisk í føstu, kemur aftur og andar av átrúnaðarligari vinnusøgu, sum er alt ov lítið sjónlig herheima.

Nú kemur ein rættur, sum er serliga spennandi, tí, sum Jógvan sigur, hann kundi verið aftursvarið til signaturrættin í Áarstovu, sum er lambsbógvur fyri tvey. - Fiskiliga, ella toskaliga aftursvarið og mótsetningurin til bógvin, kundi verið stóri uggin av bankatoski, ið er grillaður og borðreiddur við teirri bestu heimagjørdu bernaisesós úr brúnkaðum smøri, eg havi smakkað. Stórt og trivaligt sum ein lambsbógvur. Framúr, eisini grafiskt á tallerkinum, har strimlar av høgguslokkinum síggjast millum heimliga salatið. Á síðutallerkinum er brandada, kjálkar av saltfiski, við føroyskum osti og epli av Sandi. Afturvið er smakkríkt Albarinio vín, sum Anja úr Ukraina skeinkir.

Best sum vit hildu, at hetta var avsluttandi høvuðsrætturin, kemur eitt trivaligt uggastykki, ein toskanakki, tey siga, í hummara-bisque inn á borðið. Afturvið er grønmeti heiman av Sandi og Chablis, sum nú flytir okkum úr Spania og til Fraklands. Vínið, sum aloftast er besta match til júst bankatosk.

So lenda vit og fáa djúpsteiktar churros í heitari sjokulátasós, og spanskum budingi við feskum berum í. Afturvið er kaffi og brandy.

Ein altjóða máltíð, sum umframt at hon er søguliga vælsmakkandi, kundi verið borðreidd á fremstu matstovum í New York.

Tað er við havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra, at Havstovan akkurát hevur gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, haðani fiskurin, bankatoskurin, vit eta á Áarstovu í kvøld, er veiddur. Nýggjastu kanningarúrslitini hjá Havstovuni, sum mong eru spent um, tí Bankin í ein ávísan mun er latin upp aftur, eru góð. Nýggjasta frágreiðing á heimasíðuni sigur: "Hetta var árliga heystyvirlitstrolingin á Føroyabanka, har tilsamans 29 hál á ein tíma vóru tikin. Tað var meira at fáa av toski í mun til onnur ár soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Hetta var mest sera stórur toskur tó at smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Nøgdin av upsa hevur verið lítil í nógv ár. Magakanningarnar vístu, at toskur át ein blanding av nebbasild og krabbadýrum. Hýsan át ormastjørnur, ormar og viðhvørt nebbasild. Sjóvarhitin lá um 9-11 oC."

Fyrradagin komu nýggjastu tíðindi og forsagnir frá Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Hjá okkum landkrabbum í Havn er altíð áhugavert at tyggja orðalagið, sum í besta føri brúkar vendingar sum brúkiligt og í lakasta føri smáligt. Men gott kann eisini koma fyri. Júst tað orðið verður brúkt um Føroyabanka beint nú. Fyrradagin verður støðan í teiginum útróður lýst soleiðis: ”Streymurin verður brúkiligur og veðrið verður eisini brúkiligt, so vit vantað nakað av útróðri. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.”

Í einum bíðirúmi hjá tannlæknanum hoyrdi eg einaferð tveir útróðramenn tosa um fisk - og so upsa. Hugdi í orðabókina og sá hetta dømi: fimm fiskar í part og nakrar upsar, har fiskar eru teir, ið hava toskaskræðu, og eru teir bestu. 

Toskur á Føroyabanka er skrásettur sum serføroyskur fiskastovnur. Tað kunnu vit lesa í faktabløðum, sum Havstovan fyri nakað av tíð síðan hevur gjørt um fisk undir Føroyum. Gamli Skúlabókagrunnurin gav í 2007 út bókina Fiskar undir Føroyum, har vit kunnu lesa um toskafiskar og at undir Føroyum eru fimm ættir, 26 slektir og 36 sløg. Tilsamans eru 9 ættir, 75 slektir og 555 sløg í heiminum. Bókin Fiskar undir Føroyum kann lesast á opna undirvísingarportalinum Snar.

Umframt kanningarfólk frá Havstovuni og Umhvørvisstovuni, hevur onkuntíð verið fotografur við Jákup Sverra. Tá talan er um bankatosk, haldi eg, at eitt umboð fyri føroysku matstovuvinnuna skuldi verið fastur fúsur við havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra. Tí talan er um gagnfisk, sum skrivað stendur ovast á breddanum á faktablaðnum hjá Havstovuni um bankatosk. Og í rúgvuni av gagnfiski, man bankatoskur verða tann fiskur, sum flestu seta fremst, fyrst og fremst fyri smakk, lit og konsistens, men eisini fyri søgu. Ein søluvøra, sum enn er intakt, og harvið hin lívsseigasta, sum enn fer út úr Føroyum serliga til katólsku londini. Eitt virðismikið samband, ið vit eiga at varveita. Tá onkur hendingaferð mælir til, at vit í størri mun eiga at virðismeta júst hesar eginleikar, sum hanga uppi við bankatoskinum, eiga vit at lurta eftir. 

Hetta er fremsti matfiskur, og tað hevði verið gott, og tænt báðum pørtum, um javnt og samt samband varð millum matstovuvinnuna og kanningararbeiðið hjá Havstovuni, bankatoskinum viðvíkjandi. Tað kundi slóðað fyri, at bankatoskurin varð lyftur longur fram og í størri mun hámettur, eisini millum útróðrarmenn. Júst í hesum føri, bankatoskur, snýr tað seg um kvalitet og ikki kvantitet. Hóast ansast skal eftir stovninum, eiga vit í allar mátar at hjúkla um kvalitetin á hesi gudsgávu, bankatoskinum, kanska í sertifiseraðari veiðu og flokking, at skilja hann burtur frá mongdini av øðrum fiski, sum er meira til gerandis, so bankatoskurin verður lyftur upp, har eg haldi, at hann hoyrir heima, eins og tað er eydnast føroyskum laksaalarum, Hiddenfjord og Bakkafrost, at koma á ovasta breddan á góðum matstovum í New York. Tá hetta er eydnast við langfluttum alifiski, kundu vit herheima sett okkum fyri, at hevja nýveidda bankatoskin eitt sindur upp um tað javna. Vági mær at siga, at matstovuvinnan bara bíðar eftir tí. At øll sláa ring um Bankatoskin, hvussu hann so verður tilgjørdur og borðreiddur. Á okkara leiðum er hann besta rávøra og støði at byggja á í vinnuliga og matlistarliga føroyska køkinum.