Skip to main content

Posts

Showing posts with the label landafrøði

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde for en revider

Okkara ábyrgd fyri nýggjum londum

Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði. Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinskur statur við Jerúsalem sum høvuðsstaði. Og hvør veit, kanska fer grøna Írland at gloypa bretska Norðurírlandi, kanska fer Skotland at verða nýggjur limur í ES, og vit fara at sita eftir so nakkalong her norðuri sum einasta distrikt í verðini, ið brúkar danskan valuta. Nógv vissari enn at Baskaralandið nakrantíð verður eitt land, tykist í løtuni vera at Katalonia ætlar at taka seg úr

Føroyakortið

So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas , sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni. Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard. Á nýggja dagførd Føroyakortinum síggjast báðir tunnlarnir, sum eru í gerð, hann inn í Eysturoynna og hann suður í Sandoynna. Nýtt er eisini at Skálabotnur nú eitur Skálafjørður, so sum Staðarnavnanevndin hevur ásett eftir galdandi reglum. Av nýggjum kann nevnast útfyllingin sunnan fyri ánna inni á Sundi og tey bæði hotellini, sum eru í gerð í Havn. Annars er alt sum fyrstu ferð tá kortið kom út í 2014. Het

Trump og Arktis - stórveldispolitikkur í ríkisfelagsskapinum

Ólavur Dalsgarð, sum er stjórnmálafrøðingur, og arbeiddi við eini PhD verkætlan um trygdarpolitikk í Arktis, gestabloggar um Trump og Arktis í aktuellum ljósi: Í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Danmark 2. og 3. septembur, eru fleiri serfrøðingar frammi í miðlunum við gitingum um, hvørji ørindi Donald Trump hevur, og hvørja móttøku hann fer at fáa. At umboð fyri bæði føroyska og grønlendska heimastýrið eru boðin at luttaka á vitjanini, kann benda á, at ljós verður varpað á amerikanska áhugan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum. Hóast ein samtíðarmeldur á okkara leiðum, um nýggjar vinnumøguleikar og transarktiskar farleiðir samantvunnið við hugtøk sum veðurlagsbroytingar, náttúruvernd og burðardygga menning, eigur at havast í huga, at USA hevur eina heilt aðra geostrategiska tilgongd til arktiska víðøkið enn vit og okkara grannalond annars. Hesin munur kann væl merkja, at okkara væntanir um nýggjar handils- og samstarvsmøguleikar verða møttar við geopolitiskum kr

Jerúsalem sum høvuðsstaður

Hyggja vit í tey skúlakort, sum eru á marknaðinum, so síggja vit at Jerúsalem er í minsta lagi  disputed umstríddur høvuðsstaður í Ísrael. Londini, sum hava viðurkent Jerúsalem sum høvuðsstað eru Kekkia, Taivan, USA og Vanuatu. Nú vil Fólkaflokkurin eisini hava sett í føroysku móselógina, at Jerúsalem verður høvuðsstaður hjá jødum og kristnum, men ongum øðrum, og so slettis ikki hjá muslimskum palestinum. Nú fokus er á Ísrael, tí tjóðin næsta ár kann hátíðarhalda 70 ár, vil amerikanski forsetin eins og Fólkaflokkurin eisini kanna sær ein part av heilaga staðnum, Jorsalir . Hann vil flyta amerikansku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerúsalem. Og í morgin er fríggjadagur við fríggjadagsbøn í hesi krúttunnu, sum í minsta lagi telur fýra heimsátrúnaðir, antin vit vilja tað ella ei. Bretska Wikipedia sigur, at "Israelis and Palestinians both claim Jerusalem as their capital, as the State of Israel maintains its primary governmental institutions there while the State of Palestine

Fjórða umfar byrjar í dag

Í dag byrjaði fjórða umfar í leiting eftir olju í føroyskum øki. Tað vil siga, um nakar áhugi er at kanna og bora. Tilboðið stendur við til 17. februar næsta ár. - Møguleiki er fyri stórum inntøkum, segði Poul Michelsen, landstýrismaður í vinnumálum. Hann er sannførdur um, at vit finna kolvetni í lønandi nøgdum. Omanfyri sæst einasta mynd, sum í einum vísur allar tær níggju leitiboringar, sum higartil hava verið í føroyskum sjóøki, hvat ár tær vóru, hvussu tær itu, hvør stóð fyri boringunum og hvat úrslitið var. Í eina førinum sæst eisini, hvussu nær landi eina leitiborðingin varð gjørd. Tá var oljuævintýrið bara 100 km úr landi. Myndin er á blaðsíðu 50 í Atlasinum hjá Námi, sum kom í 2014. Einki er broytt síðan tá. Ole Wich teknaði søguliga kortið, sum enn stendur við. Í summar fer Jarðfeingi at kunnað altjóða oljufeløg í London um útbjóðingina.

Atlas fyri heim og skúla - men ikki fyri løgting

Okkara vegna er Uttanlandsnevnd løgtingsins á almennari ferð í Ísrael. Tað boðaðu tey frá á Facebook sunnudagin. Forkvinnan, sum er lærari, endurgevur eitt danskt landakort, sum fær øll míni líktorn upp at bløða, tey eru nokkso nógv, og skrivar so, hvussu ferðaætlanin er. Ein frálík ferðaætlan, var tað ikki fyri, at sendinevndin brúkar hetta fremmanda og ikki-føroyska landakortið at definera heilaga landið. Seinna og nýggjasta útgáva av almenna føroyska atlasinum ger nógv burturúr at lýsa hesar leiðir á eini heilari opnu, so sum sæst niðanfyri. Gamaní var eini løgtingslimurin, ið stríddist sum úlvur á skóg móti atlasinum, og púra óskammaður setti samgongufelaganum við mentamálum 56 spurningar á tingsins røðarapalli, sum hevði hann sítt egna Saturday Night Live Show, farni løgtingslimurin. Hóast hann ikki er tingmaður longur, er hansara missión týðuliga eydnast. Tinglimir brúka ikki føroyska atlasið tá teir eru úti í heimi og møta tí fremmanda, sum teir í dagligum strevi skulu d

Finna vit olju?

Her er einasta kort, ið vísur allar tær níggju leitiboringar, sum hava verið í føroyskum øki. Ole Wich teknaði fyri Nám, sum í 2014 gav út Atlas til heim og skúla . Boringarnar eru teknaðar sum biljardkúlur, so tær lættliga síggjast og kunnu merkjast við tí navni tær høvdu. Seinasta boringin higartil er merkt ætlað . Heldur ikki hon gav nakað úrslit, mett í rakstrarverdum virði. Mest áhugavert hjá skúlanæmingin er at síggja, hvussu nær boringarnar vóru við Føroyar. Tær báðar Brugdu-boringarnar vóru bara hundrað kilometrar úr landi. Á síðu 29 í Atlasinum  hjá Námi verður landgrunnurin vístur, so sum Martin Heinesen teknaði og navngav hann yvirfyri Sameindu Tjóðum. Mest áhugaverdi partur av hesum korti er sonevnda gullhornið , sum er samankomingin millum føroyskt og bretskt øki. Bretsku megin finna tey nógva olju, meðan tað enn ikki hevur hepnast okkum at finna olju í rakstrarverdum nøgdum norðanfyri markið. Tey, sum hava sæð filmin There will be blood (Paul Thomas Anderson 2007

Boardingpass til endan á ælaboganum

Í Havn er ivaveður í morgun og spurningurin er, hvar ælabogin endar fyri fyrsta mai. Men úti á Skúlanum á Argjahamri hava tey frá morgunstundini lært seg at stýra veðrinum, og lata tað regna úr lógvanum og niður í sandkassan, har næmingarnir sjálvir sleppa at skapa lendið frá havbotninum og upp á hægstu tindar. Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, hevur skapt ein livandi sandkassa. Grevur tú, ella gert broytingar í sandmongdini, so broytist myndin samsvarandi. Fjarstøðan millum eitt serligt kamera yvir sandkassanum og mongdina av sandi í kassanum verður tikin og viðgjørd í eini teldu. Síðan kastar ljóskanónin myndina aftur á sandmongdina, sum eina topografiska mynd. Genialt funnið uppá. Skúlabørnini eru ógvuliga spent at sleppa at definera lendið í sandkassanum og regnið úr luftlógvanum og síggja rúmið taka skap og vatnið renna, har tað finnur veg. Ein avanseraður lærdómur, sum lærarar í landafrøði ivaleyst dragast við, tá teir skulu siga børnunum, at ei