So er Føroyakortið hjá Námi aftur at fáa í nýggjari lamineraðari útgávu, sum Føroyaprent hevur prentað og givið rættar litir eftir kønari vegleiðing frá Inga Joensen, sum teknaði fyrsta Føroyakort í fyrsta føroyska atlasinum, Heimsatlas, sum kom í 1993 og er mest selda bók í Føroyum, tá vit síggja burtur frá Bíbliuni.
Upprunaliga var tað Rói Højgaard, sum teknaði kortið til Atlas til heim og skúla (Nám 2014), meðan han arbeiddi á Føroya Dátu Savni, sum nú er lagt undir Umhvørvisstovuna, har øll føroyakort verða goymd og umsitin í besta samstarvi við Óluvu Mariu Højgaard.
Á nýggja dagførd Føroyakortinum síggjast báðir tunnlarnir, sum eru í gerð, hann inn í Eysturoynna og hann suður í Sandoynna. Nýtt er eisini at Skálabotnur nú eitur Skálafjørður, so sum Staðarnavnanevndin hevur ásett eftir galdandi reglum.
Av nýggjum kann nevnast útfyllingin sunnan fyri ánna inni á Sundi og tey bæði hotellini, sum eru í gerð í Havn.
Annars er alt sum fyrstu ferð tá kortið kom út í 2014. Hetta er triðja dagføring, sum verður prentað. Tí stendur árstalið ovast í vinstra horni. Nýggjasta er altso 2019.
Enn sum áður kann kortið brúkast sum dúkur á spísiborðinum, eisini til at tekna á í barnagarði og skúla, tá børnini fara at ferðast í landinum og kanska skulu læra seg vegin til ferðamálið, og annars at tosa um bygdir og oyggjar.
Hetta Føroyakortið er tað einasta, har sjógvurin eisini er teknaður við røttu dýpunum.
Kristianna Poulsen tók myndina á Bókamiðsøluni, har Føroyakortið eins og allar aðrar bøkur eru á goymslu.