Skip to main content

Posts

Showing posts with the label list

Føroyar sum location

So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die . Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film. Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. Tað einasta vit vita fyri vist er, at nýggi James Bond filmurin, No time to die , verður frumsýndur í Havnar Bio fyri øllum teimum, sum keypa atgongumerki til 2. apríl. Danski filmurin Kollision hevur eisini fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tað eru brøðurnir Mehdi og Milad Avaz, sum eru føddir í Iran, men búgva í Danmark, ið hava gjørt filmin, sum byrjar við útsýni frá flogvøllinum

Amariel í Glostrup

Leygardagin 5. januar klokkan 14 letur Glostrup Kunstforening dyrnar upp fyri framsýning við Amariel Norðoy, sum nú býr í Keypmannahavn. Framsýningin, sum er hin fyrsta av átta hjá felagnum í Glostrup Fritidscenter í komandi ári, er opin til 30. januar. Listafelagið, sum er stovnað í 1952, hevur javnan føroysk listafólk á skránni. Á heimasíðuni hjá Glostrup Kunstforening stendur, at endamálið við felagnum er at "virke til fremme af interessen for kunst. Dette søger foreningen i første række realiseret: a) ved afholdelse af udstillinger, foredrag, studiekredse, kurser, start af kunstcirkler o.I., evt. i samarbejde med andre kulturelle foreninger. b) ved indkøb af kunst for foreningens overskud til bortlodnjng blandt medlemmerne umiddelbart efter den ordinære generalforsamling c) ved at tage initiativet til opbygning af en offentligt samling af kunstværker og tillige virke for udsmykning af egnede offentlige lokaler og pladser indenfor foreningens område. Som me

Fasadulist í almenna rúminum

Haldi, tað var Børge Petersen, sáli, sum á linjulesturi í evning á Føroya Læraraskúla í 80’unum skapti okkara áhuga fyri list í almenna rúminum, har sum bara gráir betongveggir vóru, serliga har Skattadeildin helt til úti við Strond. Hetta burdu vit gjørt eina linjufaksverkætlan burturúr, helt Børge varisliga fyri. Málingahandlar og ein stilladsútleigari vildu sponsorera, ørminnist eg at hann segði. Hesir góðu tankar um Børge komu fram fyri meg, tá eg koyrdi gjøgnum eitt av teim so fáu ferðsluljósunum í Bøkjarabrekku, at Danmarks Radio í farnu viku kendi seg kallað at gera sending um hesi sjáldsomu trafikkviðurskifti í heimsins, probably, minsta høvuðsstaði. Snarar tú um hornið av Bøkjarabrekku og oman til høgru eftir R.C. Effersøes gøtu, sært tú hesa veggjalist á skjøldrinum í nummar tíggju, har sum Lemvigh-Müller eigur húsini og selur ljós og tøkni í kjallaranum. Ein glinsandi ælabogamakrelur, sum rennur seg á kav í kongaligum postalíni, so kaffið spruttar upp í loft. Eitt su

Randi og barndómsins litir

Persónliga leitandi yvirskriftin hjá 41 ára gomlu Randi Samsonsen er In Search of Lost Colours , nú hon sýnir fram tóvirkislist og grafikk í Steinprenti frá í dag og fram til 23. juni. Fyrsta eg varnist, er at hon hevur sett ein hvítan vegg upp fyri trappuna til grafiska verkstaðin í erva, so framsýningarrúmið verður ein reinari flati, og alt, sum vanliga stendur undir trappuni, ikki órógvar framsýningina, hvussu prangandi ella minimalistisk hon er. Annan vegin merkir tað, at súlurnar mitt á gólvinum hava mist livandi skapið, tí tær eru bygdar inni, men hinvegin merkir tað, at ein eyka hvítur bakveggur spyrst burturúr, har til ber at siga frá um aktuellu framsýningina og vísa nýggj prent úr verksmiðjuni. Fríða Matras Brekku, sum saman við Jan Hartvig Andersson rekur grafiska verkstaðin og gallaríið Steinprent á Skálatrøð í Havn, bjóðaði vælkomin til framsýningina, ið savnaði nógv fólk henda góðveðursdag. Síðan setti Jan Hartivg Andersson framsýningina og greiddi

Filmslandið Føroyar skal á breddan

Tað var ein fegin formaður í stýrinum fyri Filmshusið, Jan Berg Jørgensen, sum í dag bjóðaði vælkomin til móttøku á aðru hædd í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru Bryggju. Orsøkin var, at nú eru dyrnar latnar upp fyri almenninginum, og stjórin, Tina í Dali Wagner, sum varð sett í starv 1. mars, tekur ímóti. Tina er donsk, og hevur í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon hevur starvast í 25 ár. Tina hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum. Saman við stýrinum fyri Filmshúsið skal Tina seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni. Flestu varnast helst millumnavnið í Dali . Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Jonas fæst eisini við film, skrivar handrit, teknar og klippur. - Tina í Dali Wagner er júst tað, vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ág