Skip to main content

Fasadulist í almenna rúminum


Haldi, tað var Børge Petersen, sáli, sum á linjulesturi í evning á Føroya Læraraskúla í 80’unum skapti okkara áhuga fyri list í almenna rúminum, har sum bara gráir betongveggir vóru, serliga har Skattadeildin helt til úti við Strond. Hetta burdu vit gjørt eina linjufaksverkætlan burturúr, helt Børge varisliga fyri. Málingahandlar og ein stilladsútleigari vildu sponsorera, ørminnist eg at hann segði. Hesir góðu tankar um Børge komu fram fyri meg, tá eg koyrdi gjøgnum eitt av teim so fáu ferðsluljósunum í Bøkjarabrekku, at Danmarks Radio í farnu viku kendi seg kallað at gera sending um hesi sjáldsomu trafikkviðurskifti í heimsins, probably, minsta høvuðsstaði.


Snarar tú um hornið av Bøkjarabrekku og oman til høgru eftir R.C. Effersøes gøtu, sært tú hesa veggjalist á skjøldrinum í nummar tíggju, har sum Lemvigh-Müller eigur húsini og selur ljós og tøkni í kjallaranum. Ein glinsandi ælabogamakrelur, sum rennur seg á kav í kongaligum postalíni, so kaffið spruttar upp í loft. Eitt surrealistiskt og litfagurt myndaevni blást upp á berliga veggin mitt í býnum.


Hinumegin, í skotinum millum nummar fimm og sjey, síggi eg signaturin hjá Heiðriki á Heygum undir enn einum risastórum veggjamálningi, blonk kvinnueygu við regnandi tárum, sett inn í eitt lundanev. Á Facebookvanganum hjá Heiðriki kann eg lesa, at hann ”júst hevur málað veggin, sum liggur yvirav húsunum hjá systir mínari mitt í býnum. Tað var bara ein keðilig hvít fasada, og eg helt - veðri er so grátt og keðiligt - at eitt sindur av sprell og liti hevði verið stuttligt,” sigur Heiðrikur á Facebook 25. august í ár eftir lokið veggjaverk.


Heiðrikur sigur, at hann sær nógvar tílíkar keðiligar fasadir her í Havn. ”Vóni hettar kann geva íblástur til listafólk, so hesir keðiligu veggirnir kundu verið eitt sindur meira spennandi. Sindur meira sprell í hesu tokuni,” sigur Heiðrikur, sum helst øll í Havn takka fyri avrikið.


Niðri á kaiøkinum, innanfyri gamla Skipshandilin, har sum pylsuvognurin og kaikioskin enn eru, har hevur veggjalist verið at sæð í eina tíð. List í almenna rúminum, sum eisini kann verða skipað og avtalað, er enn ein fulkomuliga rár sjón í høvuðsstaðnum. Tí fari eg at minna á gamla verkætlanartankan hjá Børge á Frælsinum í 80’unum: At namsfrøðingar og læraralesandi við evning á linju við jøvnum millumbilum gera deyðu betongveggirnar í Havn livandi.