Tað var ein fegin formaður í stýrinum fyri Filmshusið, Jan Berg Jørgensen, sum í dag bjóðaði vælkomin til móttøku á aðru hædd í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru Bryggju. Orsøkin var, at nú eru dyrnar latnar upp fyri almenninginum, og stjórin, Tina í Dali Wagner, sum varð sett í starv 1. mars, tekur ímóti.
Tina er donsk, og hevur í mong ár staðið á odda fyri eftirútbúgvingini á Den Danske Filmskole, har hon hevur starvast í 25 ár. Tina hevur skipað fyri skeiðum, seminarum og workshops fyri donskum og norðurlendskum filmsfólkum. Saman við stýrinum fyri Filmshúsið skal Tina seta Føroyar á heimskortið sum filmsland. Hvørki meir ella minni.
Flestu varnast helst millumnavnið í Dali. Tað er frá manninum, Jonas í Dali Wagner, sum er av føroysku ættini í Dali. Jonas fæst eisini við film, skrivar handrit, teknar og klippur.
- Tina í Dali Wagner er júst tað, vit hava leitað eftir. Hon er fakliga sterk, hevur eitt breitt netverk og eina persónligheit og eitt ágrýtni, ið okkum tørvar í strembanini eftir at útinna tær ætlanir og uppgávur, ið politiski myndugleikin og føroyska filmsumhvørvið hava álagt Filmshúsinum, sigur Jan Berg Jørgensen.
- Tað er ein frámíhjárættur, at eg sleppi at vera við í tilgongdini at byggja Filmshúsið upp, at seta Føroyar á kortið sum filmsland, umframt at skapa synergi á einum høgum fakligum støði. Eg fari at arbeiða fyri at skapa best hóskandi møguleikar fyri filmsumhvørvið og samstundis útvikla tað heilt unga og evnagóða ættarliðið, so Føroyar kunnu fáa sína egnu fjølmiðlaumferð, ið kann gerast ein natúrligur partur av tilvitanum hjá føroyingum. Tað er ein spennandi avbjóðing, sum eg gleði meg til at fara undir, sigur Tina, ið er fyrsti stjórin í Filmshúsinum.
Tina heilsar uppá Elina Brimheim Heinesen, og tær báðar minnast aftur á felags lestrarferð í New York fyri árum síðan.
Tina heilsar eisini uppá Ole Wich, tí tey og øll, sum hava myndað Filmsfelagið síðan endurstovnanina í 1984, hava fleiri felags vinir í danska Filminstituttinum, Cinematekinum og tí almenna norðurlendska filmssamstarvinum, sum Mona Jensen, sála, legði so góðar lunnar undir í áttatiárunum.
Poul Michelsen, sum er landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, helt síðan røðu fyri Filmshúsinum og Tinu. Hann nevndi, at nú hava vit í Føroyum á fyrsta sinni fingið ein savnandi kjarna og felags pall, annan vegin at samskipa filmsframleiðslur, og hin vegin at marknaðarføra okkara filmar og land, filmslandið Føroyar.
Landstýsimaðurin nevndi, at lógin um Filmshúsið varð samtykt við stórum meiriluta í fjør, síðan varð lógin um eina skattliga afturberingarskipan í sambandi við filmsgerð samtykt, og í aðalorðaskiftinum fyri stuttum, fekk heildarpolitikkurin fyri skapandi vinnur góða umrøðu. Poul tulkaði hetta sum greið boð um, at politiska skipanin sær stórt potentiali í skapandi vinnum sum heild, og at ein tørvur er at skapa mennandi karmar um hesar vinnugreinar, tí filmur er bæði list og vinna.
Aftanfyri tey bæði, Tinu og Poul, sæst teksturin til ætlaðu heimasíðuna hjá Filmshúsinum. Poul kunnar Tinu, sum er einasta starvsfólk, um gongdina í ymsum tilmælum og álitum um film og filmsgerð í Føroyum, fyrst frá Klippfisk í 2013. Fyri at tryggja, at bæði listarligu og vinnuligu atlitini vórðu raðfest, varð mælt til, at økið var skipað soleiðis, at landsstýrisfólkini í bæði vinnu- og mentamálum, tað er Rigmor Dam, komu at kenna fulla ábyrgd av Filmshúsinum.
Mentamálaráðið, við Rigmor Dam á odda, varðar sostatt av stuðlinum til filmsgerð, har grundarlagið undir metingunum eru listarligar og mentanarligar dygdir eftir armslongarprinsippinum, og Uttanríkis- og vinnumálaráðið varðar av ytru kørmunum, ið skulu stimbra film sum nýggja vinnnugrein í Føroyum.
Sum landstýrismaður í vinnumálum helt Poul, at sjálvandi umskarast listarligu og vinnuligu atlitini ofta, men hann er sannførdur um, at skal filmur í Føroyum fáa flog, so er neyðugt at seta sær greið mál fyri filmi í eini lønandi vinnu. Tí er Filmshúsið skipað sum sjálvstøðug eind í vinnuframaskipanini, við tøttum knýti til Vinnuframa. Upplýst varð, at filmur er fyrsti liður í einum nýggjum vinnuframabygnaði, har endamálið er at skapa felagskenslu og synergi, og samstundis at skapa málrættaðar eindir við servitan um vinnugreinarnar, sum tær virka fyri, ikki bara filmi, men eisini tónleiki.
Poul Michelsen nevndi, at tann veruleiki, at nýggja Filmshúsið er í Sjóvinnuhúsinum, sama húsi sum kommunalu Klippfisk og Hugskotið, gevur sjáldsamar møguleikar fyri samstarvi, og eisini fyri at gera eitt greitt arbeiðsbýti, har Klippfisk er filmiskt ungdómsarbeiði og talentmenning, meðan Filmshúsið hevur professionella umhvørvið um hendi, og skal megna samskipan og sjónliga marknaðarføring. Júst av hesum var landstýrismaðurin serliga fegin um adressuna og hølini, tí her er best at vera hjá eini nýggjari spírandi vinnu. Staðsetingin kundi neyvan verið betri, enn í hesum umhvørvinum, sum samantvinnar siðbundna sjóvinnu, íverksetan og vitan, helt Poul Michelsen, landstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Hanna Jensen, floksfelagi hjá Poul, og forkvinna í løgtingsins mentanarnevnd, var serliga fegin, at hava sett fokus á film og skapt søguliga stóra semju um at játta pening til føroyska filmsgerð.
Sakaris Stóra, filmsleikstjóri, ið eisini varð nevndur sum tann, ið eftir Katrina Ottarsdóttir í áttatíárunum, varð hin fyrsti, ið fekk føroyska filmsgerð á altjóða breddan, hevur longu fingið atgongd til skrivstovu í kommunalu hølunum hjá Hugskotinum, har hann arbeiðir við nýggjum handriti.
Tina í Dali Wagner peikaði á arbeiðsveggin og nevndi, at Filmshúsið longu nú ætlar at gera eitt føroyskt filmsátak á filmstevnuni í Berlin næsta ár. Ein onnur filmstevna, hin norðurlendska í Lübeck, sum í ár fyllir 60, er eisini á vegginum í Filmshúsinum. Har hevur Filmsfelagið nógv søguliga góð sambond. Livst, so spyrst.
So er at vóna, at Filmshúsið og allir atknýttir filmspartar, verða sum ærin, ið vit varnaðust uttan fyri arbeiðsgluggan í Námi í dag. Hon hjúklar um nýlembta lambið, ið kom til verðina á karga bønum í lívd av einum steini.
Filmshúsið heldur til í Sjóvinnuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á Vestaru Bryggju 15, æðru hædd. Í stýrinum fyri Filmshúsið sita Jan Berg Jørgensen, sum er formaður, Marjun Niclassen og Jón Hammer. Til lukku við húsinum, til lukku við stjóranum, til lukku við uppgávuni!