Skip to main content

Posts

Showing posts with the label norðurlendskt samstarv

Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0

Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg. - Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. sigur Gunnvá Zachariasen, ið spælir leiklutin sum Alice. - At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman, alt meðan kærleiksorrustan spælur seg út á gólvinum framman fyri okkum, sigur Gunnvá,

Melissa Lindgren verður gestadómari

Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival , sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum. - Det är första gången jag besöker Färöarna, men jag har länge velat åka dit, sigur Melissa, ið lýsur svensku filmstevnuna soleiðis: - Tempo Dokumentärfestival är Sveriges största festival för dokumentära uttryck. Vi visar film, radio, foto och VR för en stor publik i Stockholm varje år, och vår mix av genres gör oss unika även internationellt. Tempo har även ett inspirationsforum för bransch- och filmverksamma, ett flertal pris för film och radio, en pitch för svenska projekt, samt en konferencier om Impact Producing kopplade till festivalen. Utöver festivalen anordnar vi utomhusvisningar, förhandsvisningar och aktiviteter för ungdomar året runt.    Filmsfelagið hevur í 1980&

58 virðislønir til íslendskan film

Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré , sum hevur talt og sæð filmarnar. Ein teirra, Andið eðlilega , fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin. Samstundis sá eg hin stóra íslendska vinnaran, Kona fer í stríð , sum fekk fyrstu virðislønina har í býnum, eins og virðisløn Norðurlandaráðsins sum hin besti í fimm Norðurlondum í fjør. Nú er framúr høvi at síggja báðar hesar hóp-virðisløntu íslendsku filmarnar, sum eg vil viðmæla av tí allarheitasta.  Kona fer í stríð verður sýndur í Norðurlandahúsinum á Tórshavnar Filmfestivali 26. februar í ár, og Andið eðlilega sæst beint nú á Netflix. Tað er bara at tendra.

Jesper Christensen í Føroyum

Mikudagin 27. februar verður víðagitni filmsleikarin Jesper Christensen í Føroyum við filminum Før frosten.   Spildurnýggi filmurin, sum er ein lagnusøga úr miðjari 19. øld, er partur av filmfestivalinum TÓFF, sum Norðurlandahúsið, Filmshúsið, Filmsfelagið, Klippfisk, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj og Føroysk filmsfólk skipa fyri. Høvuðsleikarin, Jesper Christensen, og konan Tove verða til staðar. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer eftir sýningina at práta við Jesper um hansara virksemi sum filmsleikari, og at seta hon spurningar, sum eisini kunnu koma úr biografsalinum. Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í Barbara , ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur høvuðsleiklutin í nýggja danska filminum Før frosten . Fyri avrikið hevur hann longu vunnið virðislønir í Chicago og Tokyo sum besti leikari. Í filminum er hann bóndin Jens, sum undir kørgum umstøðum og av berari armóð ger avtalu um jørð og dóttur við grannan, so tey kunnu breyðføða seg, n

Bárður Oskarsson fær virðisløn

- Myndabókin Træið  (Træet, Forlagið Torgard, 2018, umsett av Hugin Eide), eftir føroyska høvundinum, Bárður Oskarsson, vinnur Barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í 2018. Soleiðis varð kunngjørt í Operuni í Oslo í gjárkvøldið, tá svenski høvundurin og myndprýðarin, Gunilla Bergström, handaði virðislønina, sum forleggjarin hjá Bárði, Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, tók ímóti. Bárður Oskarsson fekk hesa grundgeving frá norðurlendsku dómsnevndini: "I en tid där allting tycks öka i tempo, har vi valt att belöna en berättelse som vågar ta sin tid. I en verklighet där vi ständigt bombarderas av intryck, har vi valt ett verk som använder få ord och enkla bilder till att presentera en både glad och djupsinnig berättelse. Verket utmärker sig genom både en hög konstnärlig nivå och en stor tillit till läsarens förmåga att förundras och tänka själv. Två vänners samtal lämnar efter sig frågan om det går att vara tillfreds med andras erfa

Lissy eisini farin

Her er danska Lissy Bellaiche, sála, og franski maðurin hennara avmyndað á filmstevnu í Lubeck í 2013. Hóast eg havi møtt henni síðan, varnaðist eg ikki, at hon varð vorðin sjúk av demensi og doyði av krabba í mars í ár. Í kvøld fer dótturin, Michèle, at hava sending í TV2 um mammuna og heilasvinn. Sendingin kallast Når hjernen svigter . Lissy Bellaiche starvaðist á Danska Filmstovninum í áttatiárunum, tá Filmsfelagið var uppá tað besta. Saman við Monu Jensen, sum eisini er farin, var hon okkara besta samband og umboð úti í heimi, so vit altíð fingu fatur á nýggjastu og bestu filmum at vísa í Føroyum. Tá eg fyri fimm árum síðan tók myndina omanfyri starvaðist Lissy sum festivalkonsulentur hjá Trust Nordisk, sum er partur av Nordisk Film. Árið eftir var hon í Cannes sum søluumboð fyri kovboyfilmin hjá Kristian Levring The Salvation . Ærað verið minnið um Lissy, sum Filmsføroyar nutu so gott av í áttatiárunum. Takk fyri!

Bestu norðurlendsku filmar

Norðurlendski Filmsgrunnurin, sum heldur til í Oslo og umframt at fíggja film, eisini umsitur norðurlendsku Filmsvirðislønina, kunngerð av filmstevnuni í Haugesund í dag, hvørjir fimm filmar eru við í kappingini at verða kosin besti filmur her á leiðum. Ja, kapping sigi eg, tí at hetta er ein kapping um at fáa virðislønina, sum er 350.000 danskar krónur og tað sjónligheit, sum bæði tilnevning og vinnarastøðan førir við sær á heimliga og altjóða filmsmarknaðinum. Norðurlendska Filmsvirðislønin varð fyrstu ferð roynd í 2002 tá Norðurlandaráðið fylti 50 ár. Virðislønin gjørdist permanent í 2005 og verður handaða eins og hinar virðislønirnar. Í vár ringdi ein donsk kanningarstova og spurdi, um eg kundi svara eini rúgvu av spurningum í ein hálvan tíma ella so, tí ætlanin var at fara undir enn eina norðurlendska virðisløn eftir sama mynstri sum hinar. Ætlaða virðislønin skal heiðra sjónvarpssendingum. Síðan eg í fjør sá svenska uppskotið at vinna norðurlendsku Filmsvirðislø

Mona Jensen (1945-2017)

Fyrrverandi stjórin í Norsk Filminstitutt, Jan Erik Holst (f.1949), sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum í filmsørindum, m.a. at vísa  Selkvinnen (1953), skrivar í dag minningarorð um donsku Monu Jensen, sum andaðist í farnu viku. Omanfyri síggjast tey bæði á norðurlendskari filmstevnu í Lubeck í áttatiárunum. Niðanfyri er Mona avmyndað í Cannes í 1992. Síðan 1984, tá Filmsfelagið fór til verka, vóru Mona Jensen og eisini Michael Rasmussen úr Silkeborg, sum tá var lærari á Føroya Læraraskúla, teir dyggastu stuðlarnir at fáa listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum higar at vísa í Leikhús Bio og Havnar Bio, og eisini at hýsa sjeyndu almennu norðurlendsku filmsstevnuni í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini í apríl í 1989. Tað var við hetta høvið, at Katrin Ottarsdóttir frumsýndi  Atlantic Rhapsody fyri eini altjóða áskoðarafjøld, og kom í Variety og alla ta altjóða filmspressuna, og fekk í november fyrstu virðisløn í Lubeck fyri filmin. Niðanfyri sæst Mona Jensen l

Sjarmørurin er besti norðurlendski filmur

Meðan finski filmurin Little Wing (Selma Vilhunen) vann stóru norðurlendsku virðislønina í Helsinki, varð danski filmurin Charmøren, sum er um ein iranskan flótta í Danmark, kosin hin besti á 59. norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, har føroyskur filmur eisini varð umboðaður. Omanfyri er danski leikstjórin, Milad Alami, avmyndaður á tokstøðini, eftir at hann leygarkvøldið fekk NDR Filmpreis fyri fyrsta filmin í spælifilmslongd. Ardlan Esmaili spældi iranski flóttin. Hin stóri vinnarin á filmstevnuni í Lübeck var norska Iram Haq, sum vann tvær virðislønir fyri Hva vil folk si?  Onnur var áskoðaravirðisløn frá avísini Lübecker Nachrichten. Iram Haq fekk eisini virðisløn í Lübeck fyri fyrra filmin Jeg er din  (2013), sum Norðurlandahúsið vísti tað árið. Her er norski leikstjórin, sum eins og kvinnuligi høvuðsleikarin í virðislønta filminum er av pakistanskari ætt, avmyndað í samrøðu við sjónvarpið hjá NDR í gongini í sjónleikahúsinum í Lübeck, har virðislønarhandanin fór fram.